týsdagur 30. apríl 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Atlantic Seasalt
til EM í London
Teir tríggir, sum vunnu fyrst føroysku kappingina, Ungt Virki, vunnu eisini donsku
kappingina, og skuu nú verja føroyska merkið í EM kapping í London í summar
Leo Poulsen
Tað er eitt rák uppi í tíðini,
har føroyski gourmet køk
urin verður settur í fokus, og
so seint sum fyri 14 døgum
síðani var eitt ferðalag við
útlendskum kokkum í Føroy
um at matgera við føroysk
um rávørum.
Tí fellur hugskotið hjá
teimum trimum, Tórur S.
Hansen, Herman E. Winther
og Rani Kyster væl inn í
landslagið.
Teir hava greitt frá, at teir
hava valt at vrpa ljós á reina
føroyska umhvørvið og grønu
orkuna í teirra framleiðslum
av føroyskum havsalti.
– Síðani hava vit tilsett
ymiskar smakkir, ið hóska
væl til ávísar rættir. Citrón,
appelsin og so víðari, greiddu
teir tríggir frá á tíðindafundi
á Handilsskúlanum týsdagin
fyrrapart.
Teir hava framleitt eini
seks-sjey sløg av salti, og
ætlanin
er
so
mikið
framkomin, at teir neyvan
høvdu
vunnið
donsku
kappingina, um hugskotið
ikki lat seg gera.
– Vit hava verið við nú í
nøkur ár. Vit skipa fyri einari
kapping á vári, sum verður
hildin í SMS, har dómarar
døma út rá somu kriterium,
sum er galdandi fyri Young
Enterprise um allan heim,
sigur Helena Dam á Neystabø.
Gera okkurt rætt
Tað eru flokkar og einstak
lingar, sum stinga høvdini
saman, og melda seg til
kappingia.
– Tað hava verið serliga
nógv virkir, sum hava verið
við hesafeð, og tað er jú
hugaligt. Ikki bara virkir frá
Handilsskúlanum, men frá
øllum miðskúlum í landinum,
sigur Helena Dam á Neysta
bø.
Her er eitt høvi hjá næm
ingunum at rúka alla tað
vitan, tey læra um í skúlnum.
– Hendan kappingin ger
tað møguligt hjá næming
unum at brúka tað í verki,
sum tey læra í skúlanum,
sigur Helena Dam á Neysta
bø.
Teir tríggir hava arbeitt
saman í tøttum samstarvi.
– Vit hava tosa saman um
alla verkætlanina, bæði hvat
framleiðslu, marknaðarførig
og sølu viðvíkur. Í løtuni eru
vit í holt við at umseta
framløguna og tilfarið ann
ars til enskt, sum vit skulu
brúka í London, siga teir
tríggir.
Tórur S. Hansen hevur
heitið sum stjóri, Herman E.
Winther er søluleiðari, með
an Rani Kyster er fram
leiðslustjóri.
– Tað hevur so stóran
týdning, at vit gerast betri at
stovna
smáar
føroyskar
fyritøkur, og at vit nú hava
ein bólk, sum vinnur donsku
kappingina við einum kon
septi, sum allarhelst hevði
kunna latið seg gjørt, vísir, at
vit gera okkurt rætt her á
Handilsskúlanum,
sigur
Helena Dam á Neystabø.
Á jøvnum føti
Tað eru ávísar treytir, sum
skulu vera uppfyltar.
– Tað er slíkt sum ber
hugskotið, fæst fígging, er
ætlanin burðardygg og held
ur leisturin, sum tey hava
sett upp, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Og tað hevur so hesin
trímannabólkurin gjørt so
mikið gott, at tey hava
vunnið, ikki bert føroysku
kappingina, men eisini ta
donsku.
– Og tað er jú ikki einki, tí
tað vóru 35 fyritøkur við í
kappingini í Danmark, sum
sannlíkt
hava
gjørt
sítt
ítarsta at vinna, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Hon heldur, at tað er
ógvuliga hugaligt, at vit
megna at vera við í slíkum
kappingum.
– Hetta er jú fyrstu ferð at
tað eydnast at vinna kapp
ingina í Danmark, og tað
merkir jú, at teir eisini skulu
vera við til kappingia um
Europameistaraheitið, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Hon dugir tó ikki at meta
um, hvussu møguleikarnir
verða í London.
– Nei tað er ikki til at siga.
Tað er sum at leika ímóti
einum liði, tú ongantíð hevur
sæð fyrr. Men vit vóna tað
besta, og eg eri vís í, at hetta
virki, sum vit senda avstað,
fer at gera sítt ítarsta, og
megna teir at vísa á, at
hendan framleiðslan byggir
á gourmetvinnuna, hava teir
ein líka góðan møguleika
sum so mong onnur, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Tórur S. Hansen, stjóri, Herman E. Winther, sølustjóri, og Rani Kyster, framleiðslustjóri, saman við
lærarinnuni Brynhild Hoyer og stjóranum á handilsskúlanum, Helenu Dam á Neystabø
Mynd: Álvur Haraldsen