týsdagur 30. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Tað er neyðugt at fáa fleiri
serfrøðingar í nevndina í
SEV.
Tað heldur Heðin Morten
sen, borgarstjóri í Havn.
Vegna Tórshavnar Komm
unu legði hann uppskot fyri
aðalfundin hjá SEV í morgun
um at nevndin í SEV verður
víðkað við serfrøðingum, eitt
nú á tekniska, búskaparliga
og samfelagsliga økinum.
Tað eru mong sum ikki
eru samd við honum í hesum
og tað vísti atkvøðugreiðslan
á aðalfundinum eisini, tí
tá ið støða skuldi takast til
uppskotið, vóru 37 atkvøður
fyri at fáa serfrøðingar upp
í nevndina í SEV og 25 vóru
ímóti.
Sostatt varð uppskotið
samtykt við teprum meiri
luta.
Serfrøðingar á
ymsum økjum
Tað, sum aðalfundurin hev
ur samtykt í morgun, er, at
nevndin í SEV skal leggja
uppskot fyri kommunurnar
í heyst um at stovna ein til
ráðingarbólk
við
trimum
limum.
Men av tí at talan í hes
um føri er um at broyta
viðtøkurnar, skal tað sam
tykkjast
við
skikkaðum
meiriluta.
Tað
merkir,
at
minst
helvtin av atkvøðunum eru
umboðaðar á fundinum og
at í minsta lagi 2/3 av at
kvøðunum, sum eru umboð
aðar á fundinum, eru fyri
broytingunum
Verður tað samtykt, skal
hesin tilráðingarbólkur geva
aðalfundinum hjá SEV til
mæli um, hvørjir serfrøð
ingar skulu í nevndina í SEV
afturat teimum sjey nevnd
arlimunum, sum kommun
urnar velja nú.
Ein máti kann vera, at
bólkurin kannar eftir, hvørjir
førleikar eru í nevndini
frammanundan.
Síðani skal bólkurin meta
um, hvørjir førleikar mangla í
nevndini og mæla til, hvørjir
serfrøðingar kunnu styrkja
nevndina á økjum, har hon
manglar førleikar.
Sostatt er ikki talan um,
at kommunurnar skulu velja
teir eyka nevndarlimirnar,
men tað skal vera eftir tilmæli
frá tilráðingarbólkinum.
Tað er heldur ikki ásett,
hvussu nógvir serfrøðingar
skulu í nevndina, tí tað er
eitt mál, sum nevndin í SEV
skal taka støðu til, tá ið hon
fyrireikar málið.
Eftir tí, aðalfundurin sam
tykti í morgun, skal nevndin í
SEV vera liðug við sítt arbeiði
í heyst.
Síðani skal uppskotið um
at seta tilráðingarbólkin og
at víðka nevndina, leggjast
fyri eykaaalfund í SEV sum
eisini verður í heyst.
Verður tað samtykt, fer
tilráðingarbólkurin til verka
og leggur uppskot um ser
frøðingar í SEV nevndina á
næsta regluliga aðalfundi.
Aðalfundurin kann so
góðtaka ella vraka serfrøð
ingarnar. Verða teir vrakaðir,
skal
tilráðingarbólkurin
koma við nýggjum tilmæli.
Sterk nevnd
Heðin Mortensen sigur, at
endamálið er at tryggja, at
nevndin hevur neyðugan
førleika og serkunnleika at
loysa tær uppgávur, sum fe
lagið.
– Hetta fer smuleiðis at
geva eigarunum, altso komm
ununum, størri trygd fyri, at
teirra áhugamál verða røkt
til fulnar.
Samstundis fer tað at
tryggja tørvin hjá SEV á at
hava eina sterka nevnd við
fjølbroyttum førleikum.
– Hetta verður gjørt fyri
at tryggja, at nevndin er so
væl mannað sum gjørligt
røkja sínar uppgávur.
– Tað er neyðugt at fáa
serfrøði inn í nevndina tí
næstu árini skal SEV skal
standa
fyri
hundraðtals
milliónum, bæði í íløgum og
í rakstri, og tí má nevndin
hava neyðugu serfrøðina
sigur Heðin Mortensen.
Røringur í
Tað var týðiligt á aðalfundin
í SEV í morgun, at uppskotið
hjá Heðin Mortensen skapti
røring í SEV, tí tað vóru
verri enn so øll, sum tóku
undir við ætlanini hjá Tórs
havnar Kommunu um at fáa
serfrøðingar í SEV nevnd
ina.
Pauli T. Petersen, borgar
stjóri í Vestmanna, heldur, at
kommunurnar mugu vera so
mikið at sær komnar, at tær
velja skikkaðar nevndarlimir
í SEV.
Hann vísti eisini, at hevur
SEV brúk fyri ráðgeving í
ymsum málum, ber til at út
vega sær ráðgeving.
Hetta er heldur ikki tíðin
at økja um útreiðslur til
nevndarsamsýningarnar
í
SEV, heldur hann.
Eisini Jákup Sune Laurit
sen, nevndarformaður í SEV
helt, at uppskotið er óneyð
ugt.
Hann vísir á, at í løtuni
verður arbeitt saman við
landinum, KSF og Komm
unufelag Føroya, um, hvussu
øll orkuveitingin -og eisini
SEV- skulu skipast framyvir.
– Hvussu nevndin skal
setast saman, verður eisini
ein partur í tí arbeiðnum og tí
er tað óneyðugt at samtykkja
tað nú, heldur hann.
Harðastur at taka til orð
anna ímóti uppskotinum, var
Tórbjørn Jacobsen, býráðs
limur í Runavík, tí hann held
ur, at hetta er størsta misálit,
nakar hevur víst nevndini í
SEV yvirhøvur.
Hann staðfestir, at tað
eru kommunurnar, sum velja
nevndina og nevndin stendur
til ábyrgd fyri eigarunum.
Hann heldur lítið um rák
ið, sum hevur tikið seg upp
um allan heim, at vit skulu
hava serfrøðingar allastaðni,
tí teir hava rent ein stóran
part av heiminum á heysin.
Hann heldur eisini, at tað
eru nógv starvsfólk í SEV og
har eru fleiri serfrøðingar.
– Og hevur SEV brúk fyri
aðrari serfrøði, átti nevndin
heldur at fingið heimild til at
leita sær ráðgeving, har tað
er neyðugt.
Neyðugt við
serligari vitan
Men tað vóru eisini tey, sum
tóku undir við uppskotin
um.
Ein av teimum var Dánj
al Vang í Fuglafirði og hann
ivast ikki í, at fæst professio
nelt fólk í nevndina í SEV,
verður nevndararbeiðið nógv
dyggari.
– Tey, sum atkvøða ímóti,
hoyra fortíðini til, staðfesti
hann.
Hann fekk undirtøku frá
Siggu Óladóttir Joensen, sum
eisini er úr Fuglafirði. Hon
vísti á, at SEV er ein felags
skapur fyri alt samfelagið
og sum hvørt húsarhald og
hvørt virkið er tvingað at
keypa eina tænastu frá.
Ein annar var Johannus
Danielsen á Nesi, sum eisini
tekur undir við SEV fær fólk
við serligari vitan í nevndina.
Men hann reisti kortini
spurningin um tað er rætt at
víðka nevndina.
Borgarstjórin í Havn
skapti røring í SEV
SERFRØÐINGAR Heðin Mortensen vil hava serfrøðingar í nevndina í SEV,
men tað eru tað verri enn so øll, sum eru so fegin um
Tað eru mong sum
ikki eru samd við honum
í hesum og tað vísti at
kvøðugreiðslan á aðal
fundinum eisini