hósdagur 22. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 76 - 22. apríl 2004
Nr. 76 - 22. apríl 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Meðan blóðugur
ófriður hevur herjað
nógvastaðni í Irak
seinastu tíðina, hev-
ur tað verið friðarligt
í Basra har suðuri í
landinum. Men í gjár
var friðurin úti
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bretsku hermenninir, sum
hava eftirlitið við Suður-
irak, hava róst sær av frið-
inum, og teir hava havt hug
at leggja amerikanarar und-
ir at fara ov harðliga fram
og at eggja til ófrið.
Men gjáramorgunin var
friðurin í Basra úti. Klokk-
an hálvgum sjey lokala tíð
brustu
tríggjar
sterkar
bumbur uttan fyri tríggjar
løgreglustøðir. Á middegi í
gjár var talið á deyðum
komið upp á 58, og minst
200 høvdu fingið skaða.
Millum tey deyðu vóru
fleiri børn. Tey vóru á veg í
skúla, tá ein av bumbunum
rakti skúlabussin.
Bretsku
hermenninir,
sum royndu at koma teim-
um særdu til hjálpar, fingu
at kenna, at teir eru ikki so
væl lýddir kortini. Fólk
tveittu grót eftir hermonn-
unum og róptu rakstrarróp
eftir teimum, skrivar Reut-
ers.
Stutt eftir spreingingar-
nar í Basra frættist, at ein
bumba var brostin uttan
fyri ein løgregluskúla í
býnum Zubair sunnan fyri
basra. Trý fólk doyðu, og
fleiri fingu skaða, teirra
millum tveir bretskir her-
menn.
Eygleiðarar siga, at støð-
an hevur verið spent har
suðuri í Irak, sjálvt um tað
hevur verið friðarligt har.
Mánadagin brustu tríggjar
granatir tætt við høvuðs-
støðina hjá bretsku her-
monnunum í Basra.
Við álopinum í Basra í
gjár eru minst 80 fólk deyð
í Irak teir báðar seinastu
dagarnar, og meiri enn 300
eru vorðin særd.
Nú eisini í Basra
Úr Irak
Myndugleikarnir í Dominikanska Lýðvveldinum
kunngjørdu í gjár, at landið fer at taka sínar hermenn úr
Irak.
Josá Miguel Soto Jimenez, verjumálaráðharri, segði,
at Dominikanska Lýðveldið hevur gjørt av at gera sum
Spania, og at landið tí fer at taka teir 302 hermenninar úr
Irak. Hann nevndi ikki, hvussu skjótt hermenninir verða
tiknir heim, men segði, at tað kann henda longu í næstu
viku. Boðini komu rættiliga óvart á, tí fyri fáum døgum
síðani segði domikanski forsetin, Hipolito Mejia, at
landið fór ikki at taka hermenninar úr Irak enn.
Hermenninir hjá Dominikanska Lýðveldinum hava
virkað sum partur av teiri sponsku herdeildini í Irak.
Tað gera hermenninir úr Honduras eisini, og týsdagin
kunngjørdi honduranska stjórnin, at hon fer eisini at
taka teir 368 hermenninar heim. El Salvador hevur
harafturímóti boðað frá, at tað fer ikki at taka sínar
hermenn úr Irak.
Sóknast eftir forsetanum
Argentinsku myndugleikarnir hava nú biðið altjóða
løgregluna Interpol leita eftir fyrrverandi forsetanum
Carlos Menem.
Tann 73 ára gamli Menem er ákærdur fyri svik, og tá
hann ikki møtti á rættarfundinum týsdagin, bleiv av-
gjørt at biðja Interpol leita eftir honum. Hetta var
fjórðu ferð, at Menem ikki møtti í rættinum. Seinastu
tíðina hevur hann búð í grannalandinum Kili, men
hann skal hava sagt, at hann er sinnaður at møta í
rættinum.
Argentinsku myndugleikarnir hava ákært fyrrverandi
forsetan fyri at hava lagt pengar undir seg, meðan hann
var forseti. Eitt nú hava kanningar víst, at hann eigur
næstan fýra milliónir krónur í einum banka í Sveits, og
myndugleikarnir í Buenos Aires vilja hava at vita,
hvaðani hann hevur fingið pengarnar. Illgruni er um, at
fyrrverandi forsetin fekk pengar burtur úr ólógligari
vápnasølu til Kroatia og Ekvador.
Hermenn til Haiti
ST-aðalskrivarin mælir nú limalondunum til at senda
hermenn til Haiti at tryggja friðin í landinum.
Sambært Kofi Annan er brúk fyri 6.700 hermonnum
og 1.600 løgreglumonnum. Í løtuni eru amerikanskir,
franskir og kanadiskir hermenn í Haiti. Teir vórðu
sendir hagar undir ófriðinum herfyri, sum endaði við,
at Jean-Betrand Aristide, forseti, noyddist at flýggja av
landinum.
Kofi Annan hevur nú biðið londini í trygdarráðnum
taka støðu til áheitanina um at senda eitt altjóða friðar-
varðveitandi herlið og løgreglulið til Haiti. Ætlan hans-
ara er, at hermenninir og løgreglumenninir skulu fara
hagar tann 1. juni, og at teir fyribils skulu tryggja friðin
í tvey ár.
Picasso kann seta nýtt
heimsmet
Picasso-málningurin "Garcon à la Pipe" (Drongur við
pípu), er til sølu á uppboði í New York tann 5. mai, og
gongur tað, sum serfrøðingar vænta, kann hann seta
nýtt prísmet.
Um málningurin verður seldur er ein annar spurning-
ur. Amerikanskir listakennarar hava mett, at søluvirðið
liggur um einar 450 milliónir krónur, men fleiri ser-
frøðingar vænta, at boðið kann koma upp á einar 650
milliónir krónur.
Verður tað prísurin, er tað nýtt heimsmet. Verandi
met eigur málningurin "Mynd av Gachet doktara", sum
Vincent van Gogh málaði. Tann málningurin varð í
1990 seldur á uppboði fyri 520 milliónir krónur.
Bretsku myndugleik-
arnir hava tikið 554
fólk, tí illgruni er um,
at tey hava samband
við yvirgang. Bara
seks eru dømd
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Aftan á atsóknina í USA
11. september í 2001 sam-
tyktu fleiri lond strangar
lógir, sum skuldu gera tað
møguligt at forða fyri yvir-
gangi. Eitt nú fekk løgregl-
an munandi víðari heimild-
ir at handtaka og at varð-
haldsfongsla fólk.
Tað hevur kortini víst seg
at vera sera torført at fáa
tey tiknu dømd. Ein upp-
gerð í Bretlandi vísir, at har
hevur løgreglan handtikið
554 fólk sambært yvir-
gangslógini, men higartil
hava bara seks teirra fingið
dóm. 98 onnur eru skuld-
sett, og 17 eru sett í varð-
hald í óásetta tíð. Sambært
BBC hava nøkur teirra sita
í varðhaldi meiri enn tvey
ár uttan at vera skuldsett.
Samstundis halda hand-
tøkurnar fram um alt
Evropa. Tær seinastu vikur-
nar hava myndugleikarnir í
Spania, Bretlandi, Dan-
mark, Svøríki, Týsklandi,
Grikkalandi, Belgia og
Niðurlondum tikið meiri
enn 80 fólk, sum verða sett
í samband við yvirgang
ella yvirgangsfelagsskapir.
Bara í Spania eru 18 fólk
tikin og sett í samband við
atsóknina at tokunum í
Madrid tann 11. mars.
Bara 6 av 554 eru dømd
Fleiri skúlabørn vóru ímillum teirra, sum doyðu í bumbuspreingingunum í Basra gjáramorgunin
Írland varð fyrsta
landi í Europa, sum
kom við víðgongdum
roykibanni. Alt eftir
hvussu væl írska
lóggávan eydnast
verður mett at onnur
lond fara at ganga
somu leið
ROYKIBANN
Annika B. Mortensen
Fyri einum góðum mánaða
síðani, tann 29. mars, varð
Írland tað fyrsta landi, ið
bannaði royking á øllum
starvsplássum. Tílík bann
eru longu kend, eitt nú í
New York og Kalifornia,
men Írland er tann fyrsta
tjóðin við einum so víð-
gongdum
roykibanni.
Royndirnar í Írlandi verða
eygleiddar av mongum øðr-
um londum í Europa, og alt
eftir hvussu væl írska lóg-
gávan eydnast verður mett
at onnur lond fara at ganga
somu leið.
Nýggj gøtumynd
Nýggja lógin í Írlandi ber í
sær, at um onkur festur sær
í á eini pubb ella matstovu,
so er tað eigarin sum skal
gjalda bót, og hendan kann
verða heili 22.500 kr. Eig-
arar av vertshúsum gramdi
seg beinanvegin um at
skula handhevja nýggju
lógina, men nú ein góður
mánaði er síðani lógin kom
í gildið tykist roykibannið
kortini at virka.
Veðrið
hevur
verið
hampuligt í apríl mánaða
og tí gremja fólk seg ikki
um at noyðast út at roykja.
Írski heilsumálaráðharrin,
Michael Martin, ið hevur
arbeitt nógv fyri roykibann-
ið, heldur at nýggja lóg-
gávan hevur gingið rættliga
væl. Hann hevur hildið
eyga við ymiskar pubbir og
matstovur í Dublin og sigur
at næstan eingir trupuleikar
hava verið.
– Roykjarar og fólk, sum
starvast á øl- og matstov-
um, hava tikið væl ímótið
lóggávuni og gerandisdag-
urin gongur sína leið sum
vænt,
sigur
Michaek
Martin við BBC.
Stjórin á O’Reilly’s, ein
pubb miðskeiðis í Dublin,
sigur at tað longu er vorðið
rættliga vanligt at Guinness
ølið stendur á barrskivuni
meðan fólk fara útum at fáa
sær ein guv. Uttanfyri
vertshús síggjast nú nógva
staðni fastgjørd øskubikur
og nymótans hitatól, so fólk
kunnu roykja undir opnum
himni.
Óttin hjá øl-og
matstovum
Irska heilsuverkið frøist um
nýggju lóggávuna, men
eigarar av øl-og matstovum
bera ótta fyri at nýggja lóg-
gávan fer at minka um
søluinntøkur og hava ringa
ávirkan á írska siðvenju - at
ganga á pubb dagliga. Ótti
er fyri at mong av føstu
viðskiftafólkunum fara at
skipa fyri smáum privatum
veitslum, har fólk sjálvi
kunnu avgera hvørt tey
vilja roykja ella ikki.
Á summum pubbum eru
alternativar
loysnir.
Á
Johnnie Fox’s pubb, sum
liggur í Wicklow fjøllunum
við útsýni yvir Dublin, hev-
ur eigarin, Tony McMahon,
keypt ein tvídekkara úr
London. Bussurin stendur
við ølstovu hansara til
roykjarar. Starvsfólk hans-
ara eru ikki loyvd inn í
bussin, hetta hevur hann
fingið løgfrøðiliga vegleið-
ing um. Á onkrum øðrum
vertshúsi eru rútarnir tiknir
úr vindeygunum og roykj-
arar kunnu tískil stinga
høvdi útum og fáa sær ein
guv.
Sambært BBC vænta
vertshús í Norður Írlandi at
teirra virksemi fer at økjast.
Vónin er at mong fara at
leita sær yvirum markið har
einki roykibann er.
Lítil mótstøða
Okkurt stríð hevur verið av
nýggju lóggávuni. Bardag-
ar hava verið á fleiri verts-
húsum. Ein av hesum var á
eini pubb í County Caven,
har ein fyristøðumaður
varð álopin tá hann noktaði
einum fullum roykjara at
festa sær í. John Deasy,
sum var limur í írska
andstøðu flokkinum, Fine
Gael, misti starv sítt eftir at
hann treiskaðist og fekk
sær ein royk inni á pubbini
hjá írska tinginum. Mong
halda eisini at írska stjørnin
skal halda seg burtur frá
privatmálum og at lóggáv-
an hevur lítið við fólkaræði
at gera, men einamest
minnir um einaræði.
Írar stuðla lóggávuna
Sambært BBC stuðla 70%
av øllum írum og heili 40%
av roykjarum nýggju lóg-
gávuna. Seinasta kanningin
vísir samstundis at 25% av
írum roykja. Læknar vóna
at roykibannið fer at hava
við sær at færri byrja og
fleiri gevast við at roykja.
Annars
leggja
írsku
myndugleikarnir dent á at
lógin er komin fyri at verja
tey sum ikki roykja. Tað er
eingin loyna at passiv royk-
ing skaðar og tí skulu fólk
ikki noyðast at arbeiða har
roykt verður. Umleið 7000
fólk doyggja árliga í Írlandi
av sjúkum sum stava frá
royking. Írsku myndugleik-
arnir meta at peningur, sum
verður spardur á heilsu-
økinum í framtíðini, fer at
verða størri enn inntøkurn-
ar frá roykiavgjøldum.
Mong lond halda eyga
við hvussu leikur fer í
Írlandi og møguleiki er fyri
at fleiri fáa íblástur til líkn-
andi tiltøk. Írska lógin er
longu vorðin fyrimynd hjá
Noregi,
sum
væntandi
verður næsta tjóð at sam-
tykkja roykibann.
ALMANNA- OG
HEILSUMÁL
Hóast rákið í summum
av grannalondunum er at
arbeiða fyri víðgongdum
lógarbroytingum viðvíkj-
andi
royking,
sigur
landsstýrismaðurin við
almanna- og heilsumál-
um, Hans Pauli Strøm, at
einki roykibann fer at
koma hendan vegin í
bræði.
Ein nýggj roykilóg er
júst orðað, men enn er
hon ikki góðtikin. Í
nýggja lógaruppskotin-
um, ið er eitt framhald av
arbeiðinum
hjá
Bill
Justinussen, verður mill-
um annað mælt til, at
aldursmarkið at keypa
sigarettir skal broytast,
men um tað verður til 18
ár ella 16 ár, er ikki av-
gjørt enn.
Nýggja lógaruppskotið
snýr seg einamest um at
tryggja rættindini hjá
ikkiroykjarum og av-
marka rásarúmið hjá
roykjarum, sigur Hans
Pauli Strøm. Hann hel-
dur samstundis at tíðin
ikki er búgvin til at fáa
roykibann í Føroyum.
Hann leggur afturat, at
um eitt tílíkt var í nýggja
lógaruppskotinum hevði
tað óivað ikki fingið við-
hald í Løgtinginum.
Landsstýrismaðurin
við almanna- og heilsu-
málum sigur at enda, at
støðan kanska verður ein
onnur um eini 5-10 ár.
Ikkiroykjarar skulu hava
meira rásarúm
Víðgongda roykibannið í Írlandi
Nú ber ikki til at roykja og drekka samstundis á pubbum í
Írlandi. Summi bera ótta fyri at írska siðvenja kring pubbin er
horvin
C
M
Y
K
3
2