Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 5 Nýtt tónleikastudio er farið undir fløgu- framleiðslu í Sørvági. Umframt at viðgera innspælda tónleikin verða fløgurnar eisini brendar í Sørvági. Fyrsta fløgan frá BG Studio kemur út í mai FLØGUFRAMLEIÐSLA Edvard Joensen Sørvági: Nýggi fløguframleiðarin i Sørvági nevnist BG Studio. Tað er Bjarni Góðadal, sum eigur útgerðina. Fyrsta fløgan verður við Vill- monnum, og hon verður givin út einaferð í mai. Tað eru ikki stór høli við ljóðtøttum veggjum og stórum glasrútum, sum upptøkumaðurin situr aft- anfyri, meðan spælt verður, ið sermerkja nýggja studiið í Sørvági. Tí talan er í grundini bara um ein miks- arapult og einar tveir fløgu- brennarar. Tað er øll út- gerðin, ið ger fløgur, sum í ljóðgóðsku og dygd er fult á hædd við tær, tú annars keypir úr fløguhandlunum. Bjarni Góðadal hevur fingið sær ein nýmótans miksarapult, sum stendur á einum borði i Sørvági, har hann so hevur allan tón- leikin hjá villmonnunum liggjandi á harðdiskinum. Bjarni Góðadal greiðir frá, at hann fer sjálvur at brenna fløgurnar, tá liðugt er at viðgera tónleikin. Fyrr hevur tað verið so, at hetta arbeiðið vanliga hevur verið gjørt í Týsklandi. Men tað bindur ov nógvar pengar, tí tá má alt gerast samstundis, og síðan verður eitt heldur stórt upplag liggjandi á goymslu. Nú verða bara brendar so mikið nógvar fløgur, sum eftirspurningur er eftir, og tá so uppi er, verður brent av nýggjum. Tónleikurin er tikin upp í tónleikastovuni í skúlanum á Giljanesi, greiðir Holgar Jacobsen, yvirvillmaður, frá. Saman við Steven Foggin, Finni Joen-Jacob- sen, og John Edvini Joen- sen myndar hann bólkin Villmenn. Tað er sami bólkur, sum fyrr varð nevndur Holgar & Vill- menn. Tónleikurin verður lagdur beinleiðis inn á harðdiskin, greiðir Holgar frá. Síðan verður hann viðgjørdur, til teir eru so mikið nøgdir við úrslitið, at teir halda tað vera nóg gott at geva út. Okkurt hurða- klams ella okkurt host tikið burtur úr og soleiðis. Talan er um ein afløgu við 10 løgum, sum nú er ávegis. Holgar Jacobsen hevur gjørt allar tekstirnar og eisini øll løgini uttan eitt, sum er íslendskt. Hann sigur, at hann legg- ur seg eftir, at tekstirnir skulu vera soleiðis, at fólk skilir tað, sum sungið verð- ur. Tað vil í fyrsta lagi siga, at tekstirnir eru føroyskir, og í øðrum lagi, at teir eru so greiðir, at boðskapurin kemur væl fram. Tónleikurin er eitt sindur fjølbroyttur. Frá reggae til harðan rock. Ein uppgerð við tann tiltikna »vágaso- undin«, siga tónleikararnir. Teir hava lagt seg eftir at vera nakað serligt, siga teir. Gera ikki sangir um vælbjargað fólk og tey, sum eru vanlig. Heldur hesar »skeivu eksistensirnar«, sum teir taka til. – Snobbar tíma vit ikki at fáast við. Tí snobbar eru bara miseydnaðir original- ar.Vit vilja heldur gera sangir um ordiligar origin- alar, siga teir. Tekstirnir viðgera fólk við avmarkaðum møguleik- um, sigur Holgar og fer yv- ir til miksarapultin, har hann stillar inn á eina upp- tøku, hann nevnir »Ein de- sideraður bumsur.« Eit fínt lag við teksti, sum til ber at skilja. Aftur kemur skilliga fram, at fløgan er ikki um tey væl- bjargaðu í samfelagnum. Eisini heitið á fløguni er eitt sindur kontroversielt. Hon eitur »Feikleikans ringrás.« Men tey vælbjargaður og »normalu« kunnu saktans fáa okkurt burtur úr henni kortini, halda teir. Tí hon er fyri øll. Heimabrent í Sørvági Bjarni Góðadal hevur allan tónleikin til nýggju fløguna á harðdiskinum í pultinum á borðinum. Holgar Jacobsen, v.m., hevur gjørt allar tekstirnar og øll løgini uttan eitt Mynd: Edvard Joensen Villmenninir, sum hava spælt fløgu inn á Giljanesi til útgávu í mai eru: Holgar Jacobsen guitar og sang Finnur Joensen-Jacobsen guitar, trombone og sang John Edvan Joensen bass Steven Foggin trummur og trompet Fløguheiti: Feikleikans ringrás Holgar Jacobsen hevur gjørt allar tekstirnar og níggju av teimum tíggju løgunum á fløguni. Tað tíggjunda lagið er íslendskt Holga og vinmenn hava áður givið út fløguna: Súrt og fólkaligt Fakta Skipað verður fyri dansistevnu við før- oyskum dansi fyri børn í Havn leygar- dagin. Dansað verður á Háskúlanum, eins og útferðir eisini verða gjørdar í Suður- streymoy DANSUR Edvard Joensen Barnadansistevna við lut- tøku av umleið 280 børnum og hálvthundrað vaksnum fólkum verður hildin á Háskúlanum leygardagin 24 apríl. Talan er í stóran mun um skúlabørn kring landið, sum koma til Havnar at dansa, sigur Rasmus Joen- sen, formaður í Landsfel- agnum hjá dansifeløg- unum, Sláið Ring. Men sjálvnadi eru eisini børn, sum hava gingið til barnadans hjá ymsu dansi- feløgunum, sum hava skip- að fyri barnadansi í vetur. Serliga nevnir hann áhugan í Hvalba. Eini 60 børn úr Hvalbiar skúla koma til Havnar at dansa. Tað er nógv tann størsti einstaki bókurin, sum hev- ur boðað frá luttøku, sigur hann. Annars eru børnini ymsastaðni frá. Nógv úr Suðuroy. Nøkur úr Sand- oynni og Vágum, eins og Streymoyggin og Eiði eis- ini eru umboða. Og so er eisini ein rímiliga stóru bólkur ur Klaksvík og Kallsoynni. Haðani koma tilsamans 25 børn til til- takið, sigur formaðurin í landsfelagum. Tiltakið byrjar á Háskúl- anum leygarmorgunin klokkan 10.00, tá børnini hittast og byrja at dansa beinanveg. Tað er tó ikki so, at øll dansa í senn. Tey verða býtt í bólkar, soleiðis, at meðan summi dansa, fara onnur at hyggja seg um í grannalagnum. Skipað verður fyri busstúrum til Kirkjubøar, soleiðis, at al- tíð ein bólkur er á útferð. Seinnapartin frá klokkan 14.30 og einar tveir tímar fram fara børnini tó øll at dansa saman, og tiltakið endar umleið klokkan 16.00, tá tey flestu fara heimaftur. Barnadansistevna í Havn Umleið 280 børn úr øllum landinum koma til Havnar leygardagin, har tey fara at hava dansistevnu á Háskúlanum NýTT HOTELL Eydna Skaale eydna@sosialurin Hugskotið til Hotel Bólið Tá hann var 14 ára gamal kom Hjalgrím Davidsen av Skála til Havnar. Hann fór tá í læru sum elektrikari í høvuðsstaðnum. – Eg var so heppin, at eg slapp at búgva hjá systir míni. Men nógvir av mín- um vinmonnum, sum eisini vóru her, vóru noyddir at leiga sær kamar. Tað var ikki altíð líka lætt, minnist Hjalgrím. Hann varð útlærdur elektrikari og stovnaði í trýssjunum egin virki, eitt el-installatørvirki, Lamp- búðina og Atlasbúðina, sum seldi køkar. Men tankin, um hvussu torført tað hevði verið hjá hansara vinmonnum at fáa nakað at búgva í í Havnini, fór aldrin frá Hjálgrími. Hann vildi fegin gera okk- urt fyri at hjálpa bygdafólki í somu støðu, sum teir høvdu verið í á sinni. Hann vildi skaffa teimum tak yvir høvdið. – Vit stovnaðu familju- fyritøkuna sp/f Búgv, sum skuldi veita húsvillum bygdafólki í Havn okkurt at búgva í. Vit arbeiddu fram ímóti at hava bæði hús, íbúðir og kømur til fólk, sum skuldu vera í okkara høvuðsstaði í longri tíð, sigur Hjalgrím. Eftir hond- ini rukku tey málinum við Búgv, og tey hava nú fleiri hús undir umsiting. Men hvat so við teimum, sum bert skuldu liggja fáar nætur í Havnini? Enn vant- aði eitt tilboð til teirra. Tað var haðani, at hugskotið til hotel Bólið av fyrstan tíð kom. Hugskotið bleiv tó ikki til veruleika fyrr enn í fjør. – Fyri einum ári síðani fór eg frá fyri aldur niðri á tryggingini. Eg var keddur av at pensjonerast, tí eg kendi meg enn frískan og førðugan. Tá fóru vit undir hesa ætlanina. Vit keyptu hetta húsið, sum vit síðani tað hava arbeitt uppá og valt um. Eg tímdi ikki at seta meg hendur í favn, fyri tað um eg var pensjonerað- ur, sigur Hjalgrím. Royk- og rúsfrítt – Vit hava gjørt av, at hetta skal vera eitt royk- og rús- frítt hús. Ikki tí at eg havi nakað ímóti teimum sum roykja og drekka, slett ikki, men hetta eru eini so smá hús, at um ein kemur inn, dýrandi fullur, so er skjótt til at hann órógvar hinar gestirnar. Tað ber jú ikki til. Kemur onkur av gestunum við eini lítlari kenning, so sleppur hann inn, treyðugt so. Viðkomandi skal bara ikki seta seg at drekka víð- ari inni her, sigur Hjalgrím. Hjalgrím vísir mær runt í húsunum. 19 seingjarpláss eru, býtt upp kømur av ymsari stødd. Størsta kam- arið tekur seks fólk og minsta hevur pláss fyri ein- um fólki. Sjónvarp er eisini í hvørjum kamari. Ein køk- ur er, og tvey baðiverilsi. Hjalgrím hevur, síðan hann fór frá, arbeitt saman við Jón Hendrik Poulsen uppá umvælingina. Tað, ið eykennir húsini er, at tað er sera heimligt. Hetta eru eini vanlig sethús, har okkurt smávegis er broytt til hotellvirksemið. Bæði nýtt og gamalt er at síggja og tað hóskar stak væl. Onku- staðni er upprunamálingin, sum beiggi Hjalgrím mál- aði einaferð í 1940’unum, enn at síggja. Tað sæst týðuliga, at teir hava lagt seg eftir, at fólk skulu kenna seg heima her. – Ætlanin við húsinum er, at fólk skulu hava onku- staðni at gista og vera, meðan tey eru í Havn. Kømurini kosta 380 kr fyri einkult kamar og 480 fyri dupult kamar. Við í prísin- um er morgunmatur og so kunnu fólk fáa sær drekka- munnar gjøgnum dagin. Restina av máltíðunum mugu gestirnir eta úti í býnum onkustaðni, greiðir Hjalgrím frá. – Vit hava longu fingið fyrispurningar og á ólav- søku er longu fult, uttan at vit yvirhøvur hava lýst við tí. So tørvur má vera á einum slíkum staði, sigur Hjalgrím. Í løtuni verður leitað eftir eini damu, sum kann arbeiða fyrrapartar, t.d. við at gera morgunmat, gera reint og taka ímóti gestum. – Hon kundi kanska verið pensjonerað, men røsk allíkavæl, sum eg, sigur Hjalgrím Davidsen. Kjallaravirksemið Hóast húsini upprunaliga vórðu keypt til gistingar- húsvirksemið, so verður tó nógv annað virksemi undir lonini. Sum er, heldur handilin »Smúkkuhjørnið« til í kjallaranum, og ætlanin er, at har skal henda ymiskt annað eisini. – Eg havi fingist við hús alt mítt lív, so tað meti eg meg vera føran fyri at ráðgeva í. Ætlanin er, at sp/f Búgv, skal hava skriv- stovu her í húsinum, so fólk kunnu koma í samband við okkum her. Eg havi eisini 25 ára royndir í avfugtning og luktsanering, so ætlanin er, at fólk skulu kunna koma innar á gólvið at spyrja um professionell ráð viðvíkjandi tí. Eitt triðja, sum farið verður undir nú, er húsa- mekling. Hjalgrím metir seg hava neyðugu roynd- irnar sum fakmaður, til at kunna ráðgeva fólki, ið antin skulu keypa ella selja gomul hús. – Tað eru nógv fólk í Havnini, sum vilja selja síni hús, nógv teirra eru bara bangin fyri at selja til undirprís. Og umvent eru nógv bangin fyri at keypa eini gomul hús, tí hvat um tey gjalda ov nógv? Har kann eg verða til hjálpar og vurdera húsini áðrenn handilin fer fram, sigur Hjalgrím. – Kjallarin verður líka- sum miðstøðin fyri alt okk- ara virksemið, sigur Hjal- grím Davidsen at enda. Mánadagin 28. apríl er ætlanin at lata bæði hotel Bólið, sp/f Búgv, Lugt- og fugtráðgevingina og húsa- søluna upp. Hotel Bólið – ein tænasta til bygdafólk Hjalgrím Davidsen í kjallaranum, har Smúkkuhjørnið heldur til. Nú verður virksemið víðkað Mynd: Álvur Haraldsen Hotel Bólið, nýggja gistingarhúsiðí Havnini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4