Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arbeiðsuppgávur Høvuðsuppgávurnar eru viðlíkahald av tunlum og brúm. Innan tunnilsarbeiði er serliga talan um fjalla- og vatn- tryggingingararbeiði, ið eisini er ein uppgáva, ið vit loysa fyri kommunur og aðrar stovnar. Aðrar uppgávur eru millum annað royndarboringar og vegamerking. Í samstarvi við ein verkfrøðing á stovn i- num hevur tú dagligu leiðsluna av entreprenørliðnum, og kemur at virka sum samskipari av arbeiðsupp gávu- num hjá liðnum. Sum formaður skalt tú luttaka í dagliga arbeiðinum hjá liðnum, men tú fært eisini ábyrgdina av ymiskum umsit- in gar ligum uppgávum. Møguleiki verður fyri førleikamenning innan nevndu uppgávur. Førleikakrøv Tú ert útbúgvin handverkari. Alt arbeiðið verður gjørt við nútímans útgerð, og tí er neyðugt, at tú ert før/ur fyri at seta teg inn í og arbeiða við nýggjari tøkni. Leiðslu- roynd ir og royndir við oman fyri nevndu uppgávum eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað er harumframt ein fyrimunur at hava stóra koyrikortið. Umsitingarligu uppgávurnar merkja, at tú skalt hava miðalgóðan telduførleika, og hava kunnleika til teldu- post, tekstviðgerð og rokniark. Eisini er umráðandi, at tú dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga. Tíni leiðsluevni eru góð, tú ert samstarvandi og væl skipað/ur. Harumframt arbeiðir tú sjálvstøðugt, tú dugir at finna loysnir, og tær dámar at ganga á odda. Setanarviðurskifti Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og set an ar treytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverk ar anna. Arbeiðsstaður er Maskinmiðstøðin í Kollafirði, men tú kemur at loysa uppgávur kring alt landið. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð ávís tíðarskeið. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast umvegis okkara heimasíðu. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 6. mai 2013. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hilbert Elisson, á tlf. 290 844 ella hiel@lv.fo STARVSLÝSING Formaður til entreprenørarbeiði Framleiðsludeildin á Landsverki søkir eftir formanni til at samskipa ymiskar uppgávur innan entreprenørarbeiði. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir innlendismálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur, ger ætlanir um og útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir; herundir tyrlupallar. Nøgdsemi í 20 ár Onki kemur av ongum. Heldur ikki okkara viðskiftafólk. Hvønn dag seta vit persónligu tænastuna fremst og geva altíð okkurt lítið eyka. Vit halda altíð meira enn vit lova. Og júst hetta er orsøkin til at okkara viðskiftafólk koma aftur og aftur – og aftur. mai-KaPPiNGiN Hvønn dag í mai mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst,tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 10. juni 2013 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto Vinnarin í mars: Eyðun Dal-Christiansen Sleipnisgøta 2 B 100 Tórshavn