Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 7 Týsdagurin var ein søguligur dagur í Klaksvík. Hetta var dagurin, tá fyrsta skotið fyri undirsjóv- artunlinum var latið av Borðoyarmegin. Stór mannamúgva var savnað í Borðoy- arvík klokkan trý, men orsakað av tekn- iskum trupulleikum, var skotið næstan hálvanannan tíma seinkað NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Borðoyarvík: »Góðan dagin hetta er Dáv- ur Reinert Hansen frá Norð- oyatunlinum. Vit standa her uppi í Borðoy-arvík og skulu til at spreingja fyri fyrstu ferð, men sært tú, spreingitólið hjá okkum er í ólagi. Kundu vit lænt eitt frá tykkum?« Tað, sum ikki mátti henda, hendi, tá fyrsta skotið til Norðoyatunnilin Borðoyarmegin skuldi lat- ast av. Tá alt var tilreiðar, nógv fólk var samankomið, streykaði spreingitólið, og onki bar til. Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til stóru mannfjøldina og greiddi teimum frá støðuni. Orðini hjá honum fingu lív í mann fjøldina, sum fór at rópa, bríksla og klappa. Menn undraðust tó á, at spreingitólið ikki virkaði, tí teir høvdu roynt tað stutt frammanundan. Men hvussu var og ikki, so vildi tað hvørki eitt ella annað júst tá. Tað gekk tó ikki so long tíð, so var alt fingið upp á pláss aftur, og tað vísti seg at vera ein menniskjasligur feilur, varð sagt á staðnum. Klokkan knapt hálvgum fimm seinnapartin týsdagin varð fyrsta skotið Borðoy- armegin latið av, og mong fegin og spent fólk vóru tilstaðar. Drúgt at bíða Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum bjóðaði øllum vælkomnum, og síðani kom Svein Christ- ensen frá NCC og greiddi frá sjálvum skotinum. Síð- ani vórðu øll fólkini beind antin oman móti bátahylin- um ella hin vegin, soleiðis at ongin stóð ov nær, tá skotið fór at ganga av. Men tað bleiv ein drúgv bíðitíð hjá øllum fólkunum. Fyrst tók tað sína tíð at fáa alt fólkið burtur frá staðnum, og tá so menn endiliga fingu grønt ljós, vísti tað seg, at spreingitól- ið ikki virkaði. Norðmaðurin, sum skuldi vinda tólið, svór við, tá hann gjørdist greiður yvir, at har var onki at gera. Tólið virkaði ikki. Okkurt lat til at vera galið við tann- hjólunum, tí kastið tyktist bara at mala leyst, og tenn- inar tóku als ikki við. Tá helt 98 ára gamli Eli- esar Sørensen skemtandi fyri, at teir máttu latið Jógvan Gerðalíð tikið sær av tí, tí hann hevur arbeitt nógv við spreingistoffi. Men óansæð hvat, so vóru góð ráð dýr. Niðri í bátahylinum stóð stór mannfjøld og bíðaði og aðrastaðni stóðu onnur eisini. Veðrið var heilt á einari leið, men tað var sera kalt. So tá Dávur hevði boðað frá, hvat var hent, fóru mong avstað aftur. Bilar stóðu eisini alla- staðni fram við vegnum út í Grøv, sum liggur beint yv- irav og fjølmiðlar og onnur stóð klár at foræviga løt- una, tá borgarstjórin í Klaksvík skuldi trýsta á spreingiknøttin. Hetta tekniska brekið má sigast at vera sera óheppið, men stjórin í pf Norðoya- tunlinum segði, at har var ikki nógv at gera. – Slíkt er altíð forargiligt, men tað fær ein ikki gjørt nógv við, segði hann og ypti øksl. Annað spreingitól Tað var Jógvan Gerðalíð, annar av teimum eldru monnunum, ið vóru tilstað- ar, sum helt fyri, at teir áttu at ringt norður á Strond, tí har mundu teir eiga spreingitól. Dávur legði í telefonina, og hann fekk avtalað, at onkur skuldi koyra norður á Strond eftir einum tóli. Men tað var kortini ikki neyðugt. Brád- liga rópti onkur, at nú fór at bera til. So fór norðmað- urin aftur at vinda, og hesu- ferð bar til. Lítla løtu seinni kundi Steinbjørn trýsta á knøttin, meðan teir báðir, 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð og 98 ára gamli Eliesar Søren- sen, hugdu at. Hetta hendi næstan hálvanannan tíma seinni enn ætlað. Men hó- ast tað var gleðin stór, og fólk klappaðu og róptu, tá skotið var latið av. Summi ógvaðust við, at tað buldraði so hart. Tað kendist væl í fótunum, at tað sprongdist. Tað var tó harmiligt, at tað tekniska brekið skuldi koma fyri, tí mong fólk fóru avstað, tá Dávur boðaði frá tekniska trupulleikanum. Fleiri høvdu børn við, og tað bleiv ov kalt at verða standandi og bíða. Um fólkini fóru heim ella bara heim í høllina, sum Føroya Konsortium hevur leigað á økinum, skal her verða ósagt, men í øllum førum var mannamúgvan tódnað nógv, tá skotið gekk av. Beinanvegin fóru fólk tysjandi niðan aftur til tunnilsmunnan. Roykurin stóð frá munnanum, og ein væntaði tað heilt stóra. Men nei! Holið var ikki meira enn átta fermetrar. Svein Christensen frá NCC segði í frágreiðing sínari frammanundan skotinum, at talan var bert um eitt symbolskt hol. Hetta kemur av trygdini, sum jú er í há- sætinum til tílíkar verk- ætlanir. Vanliga verður løtt við 650 kg av dynamitti, men til tað allar fyrsta skotið vóru einans 35 kg lødd. Móttøka Í høllini, sum Føroya Kon- sortium hevur leigað, var ein heitur te- ella kaffimuð- ur at fáa. Aftur við fingu fólkini smákøkur og horn- tónleik. Hornorkestrið spældi nøkur løg, meðan fólk royndu at fáa hitan í seg aftur. Síðani tók Dávur Reinert Hansen orðið aftur. Hann harmaðist lítla trupulleikan við at fáa skotið sjálvt at ganga av, men flestu fólk søgdu tó, at her mundi vera talan um eitt gott tekin. Eftir Dávur helt Bergur í Garði, nevndarformaður í pf Norðoyatunlinum røðu, síðani Jógvan við Keldu, sum umboð fyri Føroya Landsstýri og at enda Steinbjørn Jacobsen. Allir fegnaðust teir, sum vera man, um, at nú er gongd komin á tunnilsarbeiðið Borðoyarmegin eisini. Tað merkir, at um einar tvær vikur, er full styrki sett á boriarbeiði, og næsta summar hittast teir undir Leirvíksfirði. Og um góð tvey ár verður koyrandi tvørtur um Leirvíksfjørð. Tvørligt skot Jógvan yrkti til løtuna Hetta er yrkingin, sum hann las upp: So løgdu teir á yvir fjørðin, undir havið varð kósin so sett, og harður var róður, og skalv tá øll jørðin. Av onkrum ein ørskapur mett. Við stálormi fjallið var borað og við krúti varð ormholið fylt. So trýsti á knøttin hann, Steinbjørn, tá ristist alt Háfjall, so hábærsligt gylt. Um skamma tíð fer hon at slúka inn í gapið alt, etandi er. Úr eystri og vestri sum snarljós tey fúka um tunnilin, akfør við ferð. So lat okkum fegnast um framstig og ynskja, at verkætlan øll skal tæna og virka og leggja á miðið, ið vejir um smáttu og høll. So veri tú, alvaldi faðir, tann hondin, ið leiða vil alt. At nýta við skynsemi legg okkum lagið. Við vissu, vit vita, væl valt. Borðoyarvík: Meðan fólk stóðu mest sum og bara bíðaðu til skotið fór at verða latið av, tók Jógvan Gerðalíð eitt pappír úr innara- lumma á jakkanum. Og við harðari rødd byrjaði hann at lesa upp eina yrk- ing, sum hann sjálvur hevði gjørt til søguligu løtuna upp í Borðoyarvík týsdagin. Jógvan sigur lítillátin, at hetta bert var eitt hug- skot, sum hann fekk eitt kvøldi, hann setti seg nið- ur. Hann varð spurdur, um hann vildi vera tilstaðar, tá Steinbjørn Jacobsen fór at trýsta á knøttin, og tað vildi hann fegin. – Eg visti ikki, hvussu alt fór at ganga fyri seg har- uppi. Tað hendi líka sum onki júst hasa løtuna, øll stóðu bara og bíðaðu, og so helt eg, at tað var upp á sítt pláss at lesa yrkinga upp. Og tað vísti seg so at vilja so væl til, at tað var beint, áðrenn skotið varð latið av, sigur 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð, sum í sínari tíð hevur arbeitt nógv við spreingistoff. Borðoyarvík: Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður, var skýrdur at vera ein ørvitisknokk- ur, tá hann, fyri nærum 20 árum síðani sum borgar- stjóri í Klaksvík, byrjaði at tosa um undirsjóvar- tunlar í Føroyum. Sami ørvitisknokkur kundi týs- dagin fáa sær ein stein burturúr rúgvuni við tunnilsmunnan til Norð- oyatunnilin. – Hetta er ein dreymur, sum er vorðin til veru- leika, segði ein ovurfegin Jógvan við Keldu. Hann ásannaði tó bein- anvegin, at tá hann í sínari tíð sum borgarstjóri í Klaksvík byrjaði at tosa um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð, droymdi hann ikki um, at hann fór at umboða Føroya Lands- stýri, tá so endiliga gongd kom á tunnilsarbeiðið. – Hetta er ein søguligur dagur fyri okkum øll, og hesin steinurin ikki minni søguligur, segði Jógvan við Keldu. Hann helt røðu til mót- tøkuna, sum var í høllini hjá Føroya Konsortium uppi við vegin út til tunn- ilsmunnan. Har kom hann ikki so nógv inn á tað, sum í dag er fortíð, men heldur tosaði hann meira um teir stóru møguleikar- nir, sum nú fara at liggja fyri framman. Somuleiðis bar hann fram eina heilsu frá løg- manni, Jóannesi Eides- gaard, og landsstýris- manninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, sum ikki fingu verið tilstaðar til søguligu løtuna. - sae - Dreymur vorðin veruleiki Har var onki at gera. Og hóast fleiri aðrar royndir við eitt nú einum akkumulatori á einari gravkúgv, bar ikki til at lata skotið av uttan spreingitólið, sum argaði NCC fólkini nakað, áðrenn til bar Spenningurin var í hásætinum millum fólk. Tað bleiv tó nakað drúgt at bíða í øllum kuldanum Stór mannamúgva var savnað til søguligu løtuna, tá fyrsta skotið skuldi latast av. Fleiri gjørdu av at fara, tá greitt var, at spreingitólið ikki virkaði. Men tað gekk ikki so øgiliga long tíð, til tað varð fingið í rættlag Klokkan tíggju minuttir í hálvgum fimm bar endiliga til. Og tá kundi Steinbjørn Jacobsen trýsta á spreingiknøttin, og so var tað fyrsta skotið veruleiki Stjórin í pf Norðoyatunlinum ringdi til el-virkið á Strond og spurdi, um har var nakað spreingitól, sum teir kundu læna C M Y K 7 6