Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Effie Campbell Kjak síða 26 Sunnu­ dags­blað­ ið verður skattað Hanus samró kjak síða 26 At­ komu­við­ ur­skifti á breddan Í gjár vóru 15 ár liðin, síðani syst­ em­skiftið í føroyskum politikki, tá Tjóð­veld­is­flokkurin vann størstan sig­ur og skipaði samgongu undir An­finni Kallsberg sum løgmanni. Fyri fyrstu ferð síðani 1966 funnu loysingarflokkarnir saman, og nú tyktiskt leyst og liðugt og loys­ingin sett á skinnarar. Orðið »fullveldið« var ikki upp­ funn­ið sum politiskt hugtak, men tann ungi sjónvarpsmaðurin, Høgni Hoydal, koyrdi hart fram í val­stríð­ inum undir rakstr­ar­róp­i­num »skip­ að loysing«, sum eftir val­ið bleiv til full­veldi. Fyrstu árini gingu við at skipa leist­in, sum varð grundfestur í hvítu­bóka­ar­beið­inum, og alt skuldi kul­mi­ner­a á 33 ára føðingardegi krún­prins­ins hin 26. mai í 2001, tá føroyska tjóðin skuldi atkøvða um at skipa Føroyar sum fullveldi – ella ikki. Men hetta varð alt av ongum, tí løgmaður fekk kaldar føtur. Longu tá var fullveldisætlanin farin at ridla – og sæð í bakspglinum, so hendi stórt sæð ikki meira í full­ veld­is­til­gongdini, sum endaliga varð jarð­að, tá løgmaður í desember í 2003 tveitti Tjóðveldi á dyr í Ting­a­ nesi eftir at hann av fleiri tjóð­veld­ is­fólkum varð lagdur undir ó­reið­i­ lig­heit – og í ávísum føri beinleiðis und­ir at stjala. Hyggja vit eftir valúrslitunum frá nítiárunum, so fóru stórar flytingar fram. Javnaðarflokkurin fekk ein ordans lúsing á valinum í 1994 og misti fimm av tíggju tingfólkum. Men hann kom væl við aftur á valinum í 1998, og fleiri mundu rokna við, at Jóannes Eidesgaard fór at skipa samgongu. Tjóðveldisflokkurin fekk nógv størstu framgongina á valinum í 98, góð 10 prosent gekk flokkurin fram. Javnaðarflokkurin fór góð seks prosent fram, meðan Fólkaflokkurin fór góð fimm prosent fram. Tilsamans vunnu hesir tríggir flokkar yvir 20 prosent á valinum. Men meðan Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin kundu umseta sína framgongd til politiska ávirkan, so varð tað til oyðimarkargongd hjá Javnaðarflokkinum, sum vardi í seks ár – til Anfinn Kallsberg tveitti Tjóðveldi á dyr. Høvdu hesi tríggir flokkar dug­ að betur at tosað saman í 1998, tá stjórn­ar­málið fylti allan tann pol­ it­iska pallin, so kundi meira fingist burt­ur­úr. Lærdómurin má so enn sum áður vera, at víðgongdu sjón­ar­mið­ ini vinna ikki frama, tí má ein mill­ um­loysn finnast, sum hevur annað end­a­mál, men annaðhvørt loysing ella sam­band. 15 ár síðani fullveldisvalið Føroya Arbeiðsgevarafelag fel­agið hjá handils- og skriv­ stov­u­fólki, S&K, skrivaðu mán­a­dagin undir nýggjan sátt­mála. Semjan er á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Før­oya Arbeiðsgevarafelag hev­ur gjørt, og hann er gald­ andi í tvey ár. Umframt tillagingar og broyt­ing­ar í sjálvum sátt­mál­ a­num hevur semjan við sær eina lønarhækking á 1,11 pro­ sent 1. mai í ár og 1,89 prosent 1. mai 2014.  Saman við broytingunum í sátt­mál­a­num gevur hetta ein saml­aðan karm á 1,13 pro­sent 1. mai 2013 og 1,89 pro­sent 1. mai 2014. S&K nýggjan sáttmála Í dag klokkan 14:01 kunnu tey í Kringvarpinum há­tíð­ ar­halda, at høvuðssøgan á heim­a­síð­uni hjá stovninum hev­ur staðið ovast á heima­ síð­uni í eina viku. Tí júst í dag klokk­an 14:01 er ein vika síðani, at Jógv­an Hugo Gardar legði út longu tá gomlu tíðindini um, at toftafólk fáa nýggjan í­bind­ ing­ar­veg. Haðani ynskja vit Kring­ varp­inum ­til­lukku, hóast teir 18.380 brúkarar, sum hetta tíð­ar­skeið­ið hava vitj­að síð­ u­na, helst kenna seg hildnan fyri gjøld­ur. Kanska vit skuldu sagt sum við skó­mak­ar­an á sinni: Bliv ved din læst... Hátíðarhalda heimasíðu “Í nærmastu framtíð” hoyr­ ist av og á í tíðindunum. Eis­ ini finna vit hesa ­orð­ing­i­na á heimasíðum hjá stovn­um og feløgum, har lýst verður við tiltøkum, ið verða “í nærmastu framtíð”. Hetta er danska orðingin “i nær­meste fremtid” í før­oysk­um hami. Har eiga vit frálíku orð­ingina “í næst­um”, ið bæði er stutt og snøgg. “Nærmasta familjan” hoyr­ist javnan og sæst eis­ini á skrift, t.d. dagurin verð­ur hildin saman við tí nærmastu familjuni, ella starvsdagurin verður hild­in saman við nærmastu starvs­fel­øg­u­num. Nógv munnu kenna søguna um mann­in, ið hevði ein son, ið júst var vorðin giftur. Fólk spurdu, um hann hevði ver­ið við í brúdleypi. “Nei”, var svar­ ið, “tað vóru bara tey all­ar­nær­ m­astu”. Vit eiga orðini “næst­ing­ ar, næstu skyldfólk, ætt­fólk, næstrafólk” o.o. um tey, ið vit eru nær skyld við. Tískil má mælast til hes­ar orð­ing­ar: “dag­ur­in verð­ur hild­in saman við næst­ing­um” ella “saman við næstu skyld­fólk­u­num”. Er tað bara tey í hús­inum, sum er um at røða, ber til at siga “saman við hús­k­i­num”. Danska orðið “nærmest” nevn­ist á føroyskum “næst­ur”, og tað merkir “sum er tætt­ast við ella stytst burt­urfrá”, t.d. í næstu viku, í næsta mánaði, næsta ár, vera næsti maður stjórans, hag­in er næstur bygdini, mán­in er nú næstur jørðini og hvør er sær sjálvum næst­ur. Málið er ein dýrgripur, ið vit øll eiga, tí er vert at minna á, at ásett er í kring­varps­lóg­ ini, at Kringvarp Før­oya sbrt. § 10 stk. 2.: “eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum send­ingum. Kringvarp Føroya hev­ur skyldu at tryggja starvs­fólku­num holla málsliga ráð­gev­ing.” Nærmastur - næstur Høvdu tríggir flokkar dugað betur at tosað saman... Í eina heila og haldiga viku hevur tað staðið og blinkað sum høvuðssøga, at toftafólk fáa nýggjan íbindingarveg...