Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 9 Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovuni, sigur í sambandi við søluna av partabrøv- um Fíggingargrun- sins í Føroya Banka, at hann dugir ikki at síggja nakra grund- geving fyri, hví útlendingar ikki kunnu eiga allan Føroya Banka. Men hann leggur aftrat, at honum væntar grundgevingar frá Føroya Landsstýri fyri at selja partabrøv í júst Føroya Bank. Hví ikki Fiskavirking fyrst, spyr búskapar- frøðingurin FØROYA BANKI Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo - Uppgávan hjá tí almenna er at sleppa sær av við leiklutin sum partabræva- eigari. Hin uppgávan er at syrgja fyri, at tað almenna ikki órógvar vinnuna og raksturin. Har haldi eg, at tað eru størri trupulleikar við til dømis Fiskavirking enn í Føroya Banka, sigur Hermann Oskarsson, bú- skaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya. Hermann Oskarsson heldur, at tað er skeivt at seta avmarkingar á parta- brøvini. Hann sigur, at kappingin um partabrøvini skal vera frí, og at allir partabrævaeigarar skulu hava somu rættindi. - Eg havi onkantíð skilt, at mann vil seta avmarking- ar á, hvør kann eiga parta- brøv, føroyingar ella út- lendingar. Eg haldi, at tað er gott fyri spjaðingina av risikoini, at úlendingar eiga partar av føroyskum vinnu- lívi. Um tað var vanligt virksemi, so sum Fiska- virking og aling, so meini eg, at útlendingar kunnu eiga alt, um teir vilja gjalda. Viðvíkjandi banka- virkseminum, so fari eg at ivast eitt sindur, men í núverandi løtu havi eg onga grundgeving fyri at halda, at útlendingar ikki kunnu eiga allan Føroya Banka, um teir vilja tað. Tað eru jú danskar lógir, sum regulera bankavinnuna her á landi, og tískil haldi eg, at tað kann gera tað sama, hvør eigur Føroya Banka, sigur stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson. Hann sigur seg tó taka fyrivarni fyri, at tað kann vera okkurt í bankalóggáv- uni, sum forðar fyri út- lendskum kapitali. - Um onki forðar í banka- lógunum, so haldi eg, at tað er býtt av Føroya Lands- stýri at áseta grovari av- markingar á partabræva- eigaran, sjálvt um hesin er útlendingur. Og so vítt eg veit, so er eigaraskapur av bæði finans-kapitali og øðrum kapitali eftirhondini vorðin fullkomiliga inter- nationalur. Tað verður jú alt ov lítil eftirspurningur eftir partabrøvum í Føroya Banka, um mann ikki loyvir útlendskum kapitali ordiliga framat. Og vit vita, at tað eru øgiliga fáir sterkir føroyskir pengamenn, sigur Hermann Oskarsson, sum sipar til, at prísurin verður ov vánaligur, um útlend- ingar ikki sleppa til. Hermann Oskarsson leggur afturat, at vit fara at missa vælferð, um vit ikki loyva útlendingum framat. - Hvørjaferð vit avmarka kappingina um okkurt í Føroyum, til dømis um partabrøv í Føroya Banka ella um onkra vøru, so verður hon dýrari. Alt verð- ur tískil dýrari at reka, um man førir ein protektion- istiskan politikk, og tað merkir minni vælferð. Og hetta er ikki upp á nakran máta ein spurningur um ideologi, sigur Hermann Oskarsson. Altso sigur Hermann Oskarsson, at tað skuldi verið greitt fyri allar politikarar, hvørt teir eru vinstra- ella høgrasinnaðir, at tað er ikki ein gongd leið at avmarka kappingina, sjálvt um tað er í fíggjar- heiminum. Hetta kann nevniliga fáa álvarssamar avleiðingar fyri føroyska búskapin, um vit ikki loyva øðrum kreftum framat, sjálvt um hesar eru út- lendskar. - Føroyskir partaeigarir orka ov illa, tá illa veit við, sigur búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson at enda. Nógv hevur verið tosað um at selja partabrøv hjá tí almenna í Føroya Banka. Henda ætlan er nú komin eitt stig nærri við tað, at Bárður Nielsen, fíggjarmála- ráðharri, og Føroya Landsstýri hava lagt fram uppskot til samtyktar um sølu av almennum partabrøvum í Føroya Banka FØROYA BANKI Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Fyrsta viðgerð av málinum var tann 2.apríl, og breið undirtøka tykist vera um uppskotið í Føroya Løgtingi. Ítøkiliga ætlanin hjá fíggjarmálaráð- harranum Bárði Nielsen er, at Løgtingið skal heimila "Fíggingargrunninum frá 1992 at selja upp til 20% av partabrøvum grunsins í P/F Føroya Banka." Hetta talið, 20% av partabrøvunum hjá Fíggingargrunninum í Føroya Banka, svarar til umleið 200.000 partabrøv áljóð- andi á 100,- krónur. Fíggjarmálaráðið skjýtur eisini upp, at Fíggingargrunnurin fær heimild til "at skipa fyri frægasta lutfallinum millum egin- og fremmandakapital í P/F Føroya Banka við niðurskriving av kapitalpørt- um grunsins í P/F Føroya Banka sam- svarandi fakligari tilráðing frá óheftum ráðgevingarstovni." Sosialurin hevur tosað við Bárð Niel- sen, fíggjarmálaráðharra, um uppskotið at selja almenn partabrøv í Føroya Banka. Harumframt ger Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovu Føroya, óheftar viðmerkingar til upp- skotið, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa, og hvat møguliga kundi verið gjørt øðrvísi. Føroya Banki skal seljast: Uppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri Páll á Reynatúgvu, fram- søgumaður í fíggjarmál- um hjá Tjóðveldis- flokkinum: Ætlanin hjá Tjóðveldis- flokkinum er at einskilja Føroya Banka, og at fáa bankan at virka sum ein privatan banka. Men ein greið treyt er, at pening- urin frá søluni av parta- brøvum í Føroya Banka verður brúktur til at nið- urgjalda skuld. Rentu- vinningurin skal brúkast til at niðurgjalda blokk- stuðulin. Tað er ein for- treyt, um Tjóðveldis- flokkurin skal atkvøða fyri uppskotinum. Hermann Oskarsson um søluna av Føroya Banka: - Hetta er ikki ein ideologiskur spurningur Hvørjaferð vit avmarka kappingina um okkurt í Føroyum, til dømis um partabrøv í Føroya Banka ella um onkra vøru, so verður hon dýrari. Alt verður tískil dýrari at reka, um man førir ein protektionistiskan politikk, og tað merkir minni vælferð. Og hetta er ikki upp á nakran máta ein spurningur um ideologi, sigur Hermann Oskarsson. Andstøðan úttalar seg um uppskotið Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, er greiður á máli, tá vit spyrja, hví tað almenna, Fíggingar- grunnurin, skal selja umleið 20% av parta- brøvum grunsins í Føroya Banka. - Vit meta, at tað al- menna ikki skal dríva ein peningastovn, hetta eisini fyri at geva eina javnbjóðis kapping við hinar peningastovnarnar í landinum, sigur Bárður Nielsen FØROYA BANKI Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Fíggjarmálaráðharrin sigur, at sølan av Føroya Banka eisini er fyri at minka um sannlíkindini, at tað al- menna hongur upp á alt, um ein bankakreppa skuldi stungið seg uppaftur. Hetta er fyri spjaða risiko hjá landskassanum. - Tað almenna eigur í dag meira ella minni hundrað prosent av Føroya Banka. Um so er, at tað einaferð endar galið aftur í Føroya Banka, so hongur tað almenna upp á alt, um øll partabrøvini eru á al- mennum hondum. Men um fleiri partaeigarar eru, so eru tað fleiri um at bera byrðuna, um okkurt skuldi hent. Men tað er ikki so- leiðis, at eg sum fíggjar- málaráðharri vænti, at vit fara at fáa eina banka- kreppu afturat, sigur Bárð- ur Nielsen. Ætlanin hjá fíggjarmála- ráðharranum er, at almennu partabrøvini, sum skulu seljast í Føroya Banka, tey skulu hava avmarkingar. Hetta skal skiljast soleiðis, at føroyingar skulu eiga ein ávísan part av partabrøvun- um í Føroya Banka, kanska eini 70%, meðan útlend- ingar ikki skulu eiga meira enn eini 30%. - Hetta byggir á eitt álit frá 97/98 frá Fíggingar- grunninum, har mann metir tað verða best, at mann selir 70% av partabrøvunum á føroyska marknaðinum, meðan 30% kundu verða útlendsk. Eg haldi sjálvur tað, at hasi 70% er eitt stórt tal og meti, at hatta talið skuldi verið lægri, til dømis 51% á føroyskum hondum, tí so hevur mann enn meiri- lutan á føroyskum hondum, meðan mann helst fær meira fyri partabrøvini, sigur Bárður Nielsen. Kann gott verða 100% útlendskt Tað er ongin loyna, at fleiri avmarkingar tú setir á partabrøv, lægri verður prísurin. Um 100% av partabrøvunum skulu selj- ast til føroyingar, vita vit, at bert ein avmarkað nøgd av fíggjarorku er til staðar í landinum, og tískil verður prísurin á partabrøvunum hareftir, og tað almenna fær minni burturúr. Hinvegin, um mann opn- ar fyri útlendska marknað- inum, soleiðis at útlend- ingar eisini kunnu keypa partabrøv í Føroya Banka, so hækkar eftirspurning- urin eftir partabrøvum í Føroya Banka, tí fleiri keyparar eru nú um boðið. Tað veit Bárður Nielsen væl, men spurningurin er so, hvar markið millum útlendingar og føroyingar skal liggja. - Málið hjá Landsstýrin- um er at selja partabrøvini fyri hægst møguligan prís. Um mann politiskt verður samdur um, at 51% er eitt gott tal, so verður tað so- leiðis. Men Sambands- flokkurin hevur ta grund- hugsjónina, at vinnulívið, harvið Føroya Banki, kann verða 100% á útlendskum hondum, sigur Bárður Nielsen. Kaj Leo Johannesen, for- maður í Sambandsflokkin- um, segði í Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av søluni av Føroya Banka, at hann vil avgjørt mæla til, at tað er í fríari sølu, báði í útlandinum og í Føroyum, at mann bjóðar út partabrøv í Føroya Banka. Men spurningurin er, um tað ber til hjá fíggjarmálaráðharr- anum og Sambandsflokk- inum at sannføra hinar flokkarnar í samgonguni, Javnaðarflokkin serliga, um, at frí kapping átti at verðið um partabrøvini. - Um eg fái restina av samgonguni við upp á hetta her, tað veit eg ikki. Hetta er í øllum førum nakað, sum eg vil taka upp í sam- gonguni. Men hetta er ikki nakað knútapunkt sum so, sigur Bárður Nielsen. Breið semja Tað hevur ofta verið ført fram, at ein breið politisk semja hevði verið ynskilig um søluna av partabrøvum í Føroya Banka. Tískil er spurningurin, um Bárður Nielsen ætlar at fáa and- støðuna við í bátin. - Tað er ongin ivi um, at tað vísir seg, at undirtøka er frá øllum politiskum flokk- um, eisini frá Tjóðveldis- flokkinum. Kanska Mið- flokkurin ikki er so heitur fyri uppskotinum, men eg meini annars, at allir politiskir flokkar á Løg- tingi tóku undir við upp- skotinum, tá tað var til fyrstu vigerð. So tað sigur seg sjálvt, at um vit kunnu fáa eina breiða semju, so fara vit eftir henni, sigur Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri. Inntøkan skal niðurgjalda skuldina So alt røkist fyri, at umleið ein fimtingur av Føroya Banka verður seldur til privatar íleggjarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at landskassin fer at fáa eina trivaliga inntøku av søluni. Ein tann týdningarmesti parturin í hesum sambandi er spurningurin um, hvat Føroya Landsstýri ætlar at brúka henda pening til. - Tað er ásett í samgongu- skjalinum, at inntøkan skal fara til niðurgjalding av skuld og konsolidering. Tað merkir, at í fyrsta umfari verður skuldin upp á einar 3,7 milliardir krónur gold- in, og tá hon einaferð er niðurgoldin, so kann mann byrja at hugsa um konsoli- dering av landskassanum, sigur Bárður Nielsen. Hin møguleikin er at brúka inntøkuna til reinan rakstur, men hetta er mett at vera óheppið, tí sølan av Føroya Banka er ein eingangs-inntøka, og hon kemur ikki aftur á hvørjum ári, tá bankin er endaliga einskildur. - So eg vil meta, at hetta er ábyrgdarfullur politikk- ur, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, meldaði út í byrjanini at hesi tilgongdini, at hann var ónøgdur um, at hann ikki varð tikin við upp á ráð frá byrjanini. Fer Bárður Niel- sen at arbeiða í tøttum sam- starvi við leiðsluna í Før- oya Banka? - Tað er ongin ivi um, at leiðslan í Føroya Banka verður tikin við, tá íð til- gongdin fer rættuliga í gongd. Men tað týdningar- mesta í løtuni er, at fáa politiska semju um søluna av partabrøvum í Føroya Banka, og síðani fer mann í gongd við tað veruliga arbeiðið. Og her er tað, at leiðslan í Føroya Banka, saman við Fíggingargrunn- inum, verður tikin við upp á ráð, sigur Bárður Nielsen um samstarvið við fíggjar- heimin í Føroyum. Viðurskiftini í Føroya Banka eru ein kreppuloysn frá 90’unum, sum fíggjar- málaráðharrin tekur til, og við uppskotinum hjá sam- gonguni um at selja partabrøv hjá tí almenna í bankanum verða viðurskiftini normaliseraði aftur, sigur Bárður Nielsen. Tað er enn óvist, nær uppskotið um sølu av tjúgu prosentum av partbrøvum Fíggingargrunsins í Føroya Banka kemur aftur í Tingið til aðru viðgerð. Uppskotið er í løtuni í fíggjarnevnd Løgtingsins. Fíggjarmálaráðharrin um Føroya Banka: –Tað almenna skal ikki dríva ein peningastovn Málið hjá Landsstýrinum er at selja partabrøvini fyri hægst møguligan prís. Um mann politiskt verður samdur um, at 51% er eitt gott tal, so verður tað soleiðis. Men Sambandsflokkurin hevur ta grundhugsjónina, at vinnulívið, harvið Føroya Banki, kann verða 100% á útlendskum hondum, sigur Bárður Nielsen. Foto: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8