Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Kommunan fer at leiga SløkkiliðS- / arbeiðSfólk til Vága floghaVn www.floghavn.fo Vága Floghavn er í eini menningartilgongd. Leingingin av flogbreytini er liðug og komandi tvey árini standa farstøðin, tænastubygningar og annað fyri tørni. Útbyggingin letur upp møguleikar fyri at røkka nýggj ferðamál og tilboð til verandi og nýggjar marknaðir. Við hesum verður søkt eftir fólki til rakstrar­ deildina hjá Vága Floghavn. Rakstrardeildin tekur sær í høvuðsheitum av tænastum so sum sløkkiliði, sjóbjarging, security, kava­ rudding, reinhaldi, viðlíkahaldi av akførum, bygningum og uttanumøkjum, eins og nakað av umsitingarligum arbeiði er partur av uppgávuni. Sløkkiliðs­ / arbeiðsfólkið skal, við tilvísing til rakstrarleiðaran, saman við starvsfeløgum sínum luttaka í teimum uppgávum, sum rakstrar deildin tekur sær av, umframt øðrum uppgávum í sambandi við virksemi felagsins. Tað er umráðandi, at tú í starvi tínum er smid lig/­ur og hevur jaligan hugburð, bæði til starvsfelagar og uppgávur. Neyðugt er, at sløkkiliðs­ / arbeiðsfólkið hevur heilsuváttan, sum lýkur krøvini ið sett verða til sløkkiliðsfólk. Góður kunnleiki til føroyskt, danskt og enskt er avgjørt ein greiður fyrimunur, eins og tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til stór akfør. Somuleiðis er vanlig litsjón ein fyrimunur. Telduførleiki á brúkarastøði er ein treyt. Vága Floghavn strembar eftir, at starvs fólka­ samansetingin endurspeglar saman setningina í samfelagnum. Vit taka tí gleðiliga ímóti umsóknum frá báðum kynum. Umsøkjarar, sum ikki hava allar neyðugar førleikar, verða at fáa hesar til vega skjótast til ber eftir setanina. Vit bjóða eitt spennandi, áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum arbeiðs­ uppgávum. Arbeiðið er í skiftandi vaktum. Løn og setanarviðurskifti vera eftir sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Miðað verður eftir at starvið verður sett skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. juli 2013. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Finnboga Niclasen á telefon 354400 ella við telduposti á fini@fae.fo Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. maj 2013. Allar umsóknir við neyðugum fylgiskjølum verða viðgjørd í trúnaði og skulu sendast til: Finnboga Niclasen, teldupost: fae@fae.fo sansir.fo Tórshavnar kommuna er við at gera leigusáttmála við BankNordik um gamla Sjóvinnubankan í Gongini. Húsið stendur tómt, nú Trygd er flutt niðan í Húsagøtu Randi Jacobsen Tað eru óivað nógv, sum kundu hugsað sær at hildið til í gamla Sjóvinnubankanum við útsýni yvir Vestaruvág í Havn. Men tað verður helst Tórshavnar kommuna, sum fer at leiga húsið. Beinanvegin, sum tað frættist, at Trygd skuldi flyta niðan í húsið hjá BankNordik í Húsagøtu, fekk bankin, sum eigur húsið, ein beinleiðis fyrispurning frá Tórshavnar kommunu um at leiga. Kommununi vantar høli. Tí var ikki neyðugt hjá bankanum at leita eftir leig­ ara. – Tað verður helst til tað, men leigusáttmálin er ikki undirskrivaður enn, sigur Ingi Vestergaard, sum hevur ábyrgd av KT og bygningum bankans. Endalig avtala er heldur ikki gjørd um, hvussu langt áramál sáttmáli verður gjørdur fyri. Trygd flutti út seinasta vikuskifti, so klárt er at flyta inn. Hølini eru stívliga 300 fer­ metrar. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri fær enn ikki sagt, hvat kommunan skal brúka húsið til. Hann sigur bara, at kommunan er áhugað í slíkum húsum. Sjóvinnubankin varð bygd­ur fyrst í tríatiárunum á grundina, har átta hús frammanundan stóðu. Hús­ ini vóru Ísaksstova, Við Stein, Dávastova, Í Dali, Hjá Peturi í Gong, Áspustova, Willum­ stova og Villustova. Leigusáttmálin er ikki undirskrivaður enn, men tað verður helst til, at kommunan leigar húsið frá BankNordik