Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 11 Ein fortreyt fyri, at vinnulív eins væl og alment virk- semi kunnu mennast og blóma, er, at tey eiga evnini til nýskapan og nýhugsan. Føroyskt vinnulív er sum kunnugt rættiliga einstáttað og í stóran mun bundið at tí einu høvuðsvinnuni ella aðrari sjóvinnu. Her- umframt hava vit nakrar vinnur mest innan KT økið, tænastuøkið- og handverksøkið. Skulu hesar vinnur standa seg er tað neyðugt, at hesar alla tíðina menna seg og eru opnar fyri teimum rákum, ið eru úti í heiminum. Tann tíðin, tá Føroyar lógu fyri seg í friði og náðum úti í Norðruatlantshavi, er farin. Uttan mun til, um okkum dámar tað ella ikki, eru vit vorðin partur av altjóðasamfelagnum. Globaliseringin og altjóða- gerðin er komin til Føroya, og vit hava bert eitt val, og tað er at meta hesa gongd sum eina avbjóðing og ikki sum eina hóttan. Við at meta altjóðagerðina sum eina avbjóðing megna vit eisini at síggja teir møguleikar fyri vinnuna og hitt almenna, sum fylgja við altjóðagerðini. Ein fortreyt fyri, at okkara vinnulív skal megna at troyta teir møguleikar, sum fylgja við altjóðagerðini, er, at vinnulív og almenn umsiting megna nýhugsan og læra seg at virða fjølbroytni, soleiðis sum tað varð umrøtt á áhugaverdari ráðstevnu seinasta fríggjadag. Í eini tíð, har allur heimurin skal vera okkara virkisøki, eru hesar fortreytir avgjørt neyðugar. Men hesar eru sjálvsagt ikki tær einastu fortreytirnar fyri vinnumenning og fyri menning og effektivisering av almenna sektorinum. Aðrar fortreytir snúgva seg um eina støðuga menning av okkara útbúgvingarverki, av eftirútbúgving. Ikki minst snýr hetta seg tað, sum vit nevna lívslong læra, sum í okkara grannalondum hevur fremstu útbúgvingar- og vinnupolitisku raðfesting. Sæð í einum størri høpi snýr alt hetta seg um, at tað almenna saman við vinnulívinum má leggja eina búskapar- og vinnustrategi fyri framtíðina. Tað er umráðandi, at eftirútbúgving av vinnulívs- fólki og lívslong læra gerast týðandi partur av hesari strategi. Ein annar partur má vera hetta, at vit venja okkum av við at síggja útlendingar sum eina hóttan heldur enn sum eitt tilfeingi. Alt hetta er neyðugt, um vit framvegis skulu kunna menna okkum og standa okkum í einum heimi, har broytingarnar fara fram við ómetaligari ferð. Í dag og í morgin verður stór KT-ráðstevna í Havn. Eitt megnar forarbeiði er gjørt undan hesi stevnu, har tað professionelt og livandi er lagt upp til hesa ráðstevnu, sum vónandi fer at fáa stóra undirtøku og vónandi fer at seta ring- ar eftir í vatninum, tá hon er av. Vit ynskja fyrireik- arum og luttakarum eina góða og burðadygga stevnu. DAGSINS MEINING Sosialurin Fjølbroytni og menning VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Helgi Abrahamsen Tað var einaferð ein maður, sum datt út av sjeyndu hædd á einum húsum. Tað fyrsta sum hann hugsaði var, at her fór at enda galið, men tá hann var komin árakað fimtu hædd, byrjaði hann so smátt at fáa mótið aftur, tí tað hevði hóast alt gingið væl higartil… Henda søgan minnir ikki sørt um føroyskan fullveld- ispolitikk. Í 1998 varð samfelagið tveitt út av sjeyndu hædd, og kósin varð sett ímóti einum ella øðrum, sum vit ikki rættiliga kendu avleið- ingarnar av. Nevndir við serfrøðingum vórðu í hes- um sambandi settar at gera uppskot um, hvussu vit skuldu bera okkum at, fyri at fáa eina so bleyta lending sum møguligt, og alla tíðina fingu vit frásagnir um, hvussu ótrúliga væl ferðin hevði gingið higartil. Søgur um met stór lands- kassaavlop, og um pengar í Landsbankanum, skuldu prógva fyri føroyingum, at talan var als ikki um nakra vandakós. - Alt hevði gingið væl higartil. Nærkast túninum Men í desember 2003 varn- aðust fólk, at ferðin niður av 7. hædd var komin væl áleiðis, og sjálvt ídnastu fullveldismenn byrjaðu at óttast fyri, at lendingin fór als ikki at verða so tespilig, sum frammanundan mett. Tí ráddi um í skundi at minstra av, so at onkur annar kundi taka stoytin. Eitt bræv varð sent løg- manni, har hann varð biðin um at svara nøkrum spurn- ingum, sum vóru so snild- isliga orðaðir, at líka mikið hvussu hann svaraði, so merkti tað uppsøgn av sam- gonguni. Rýmdu undan ábyrgdini Henda ætlanin eydnaðist til fulnar, og nú situr Tjóð- veldisflokkurin í andstøðu og finst at teimum, sum skulu taka stoytin. "Farið til arbeiðis", sigur Karsten Hansen, meðan Høgni Hoydal vísir á, at Føroyar hava onga búskaparstýring havt síðani Tjóðveldis- flokkurin fór úr lands- stýrinum. Bárður Nielsen fær toyggið, tí hann skal hava gjørt alt ov lítið fyri at bremsa ferðini hesa stuttu tíðina, hann hevur sitið í Fíggjarmálaráðnum, með- an tey sum tveittu okkum út av 7. hædd vísa á, at í teirra tíð gekk alt væl. Funnist verður eisini at teimum, sum "skapa ræðusøgur" um tað knortluta túnið, sum er niðanfyri, og vit fáa at vita, at hevði Karsten Hansen framvegis verið lands- stýrismaður, so hevði stoyt- urin ongantíð komið. - Vit høvdu uppá ein ella annan máta verið hangandi onku- staðni árakað 1. hædd. Og mín sann um teir ikki eisini eru komnir við eini alternativari fíggjarlóg, sum "bert" hevur 100 mió. krónur í halli. - Ikki eiti á ! - Eitt uppskot um, hvussu stoyturin og pínan verða útsett, hóast kósin og túnið framvegis eru tey somu. Eitt tíðindaskriv av fyrstu hædd Og nú øsa teir seg upp um eitt tíðindaskriv, sum er sent úr Fíggjarmálaráð- num, har víst verður á, at Bárður Nielsen hevur arvað eitt undirskot. "Tað passar ikki, at hann hevur arvað nakað undirskot, tí so leingi sum vit sótu har, var yvirskot", siga teir. Teir kundu líka so væl sagt, at tað er ikki teimum fyri at takka, at Bárður Nielsen er komin niður á 1. hædd, tí so leingi sum teir sótu í landsstýrinum vóru teir ongantíð longri niðri enn á 2. hædd, og teir kunnu sjálvandi heldur ikki gera við, at 1. hædd er beint niðan fyri 2. hædd. Og soleiðis kann Tjóð- veldisflokkurin vaska sínar hendur við tíðindaskrivum og fyrispurningum á tingi, sum skulu "prógva", at teir sum tveittu samfelagið út av 7. hædd hava einki skeivt gjørt. - Nei tað eru tey sum skulu taka stoytin (og sum í nógvum førum vóru ímóti fullveldisætl- anini), sum hava allan feilin, tí tey hava gjørt alt ov lítið fyri at bremsa ferð- ini niður ímóti avleiðing- unum av fullveldispolitikk- inum. Á ferð niður av 7. hædd Serligt tiltak fyri tey, sum eru støk og eldri enn 30 ár, verður leygarkvøldið 1. mai á Svangaskarði TÍÐINDASKRIV Hugnalig samvera, sum serliga er ætlað teimum, ið eru støk, og sum eru farin um tey tredivu. Tað kemur ikki so ofta fyri, at tað eru hesi, sum eru málbólkurin. Men soleiðis verður tað á Toftum leygarkvøldið 1. mai. Tá verður skipað fyri veitslu fyri júst henda bólkin. Veitslan verður í ítróttar- húsinum á Svangaskarði. Tá ið tað eru tilkomin fólk, sum leita sær saman a henda hátt, so dámar teim- um væl, at tað verður gjørt burturúr tí kulinariska, og soleiðis verður tað í hesi veitsluni. Rættuligur veitsludøgurði er á matar- lepanum – suppa, steik, dessert og so kaffi og køkur. Borðhaldinum fer Hilmar Jan Hansen at hava ábyrgd- ina av. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv meiri um tað. Tað skal leitast leingi eftir sovornum undirhald- ara sum Hilmari Jan. Aft- urat sær hevur hann góðan tónleikara at spæla til felagssangin. Undir borð- haldinum er ætlanin at skipa fyri lutaseðlasølu, har prísirnir verða sámuligir, og har talan verður um tíggju góðar vinningar. Eftir borðhaldið verður dansur. Jógvan Olsen fer at skipa fyri undirspælinum. Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er miku- dagin 28. apríl. Kostnaður- in er 250 krónur. Atgongu- merkið er kvittanin fyri inngjaldið. Atgongugjaldið skal gjaldast á konto 1680082 í Føroya Banka. Í fyrireikingarbólkinum eru Aloma Davidsen, tlf. 44 83 93, og Dávur Reinert Petersen, tlf. 44 71 02. Veitsla fyri støk á Toftum Eftir at P/F Varðin í Gøtu hevur keypt kvoturættindini hjá Krúnuni hjá Svend Aage Ellefsen, kann Saksaberg fara aftur til fiskiskap. Í byrj- anini fer skipið at royna eftir sild FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið nýggi, Finnur Fríði, kom í flotan, fekk hann veiðirættindini hjá gamla Finni Fríða og Saksabergi, sum dóttirfeløg hjá P/F Varðanum í Gøtu eiga. Nýggja skipið fór ikki í vinnu fyrr enn seinnapartin í januar í ár, og tí kundu hini bæði skipini royna til ársenda síðsta ár. Gamli Finnur Fríði er á sølulista. Skipið liggur í Gøtu, og møguligir keypar- ar hava víst skipinum ein ávísan áhuga. Jákup Jacobsen, reiðari, sigur, at enn er ikki avgjørt, hvat verður av skipinum. - Tað eru fleiri skip av hesum slagnum, so ilt er at siga, hvussu tað fer at gangast við at sleppa av við skipið fyri ein líkinda prís. Saksaberg í vinnu Hitt skipið, sum varð lagt til frama fyri Finn Fríða, Saksaberg, fer nú aftur til fiskiskap. Skipið er í løtuni í dokkini á Skála og verður gjørt klárt til fiskiskap. Jákup sigur, at teir hava keypt veiðirættindini hjá Krúnuni, sum Svend Aage Ellefsen í Vágunum átti. Hann sigur, at felagið Miðalberg, nú eitur Gul- enni, sum er eitt dóttirfelag hjá Varðanum. - Vit hava keypt veiðil- oyvi við øllum kvoturætt- indunum hjá Krúnuni, og tað er uppá hesi rættindi, at Saksaberg nú loysir. Krúnan, sum nú er í Noregi, royndi mest eftir matfiski, sild, makreli og lodnu. Jákup sigur, at Saksaberg helst fer á sildaveiði, sum verður landað til matna. - Ætlanin er at byrja norðan fyri í føroyskum sjógvi, sigur hann. Við Saksabergi verða eini 11-12 mans og reið- arin, Jákup Jacobsen, heldur, at rættindini, sum Saksaberg nú hevur, eru at liva við hjá einum slíkum skipi. Skipari á nýggjasta skipinum í føroyska fiskiskipaflotanum, Finni Fríða, er í løtuni 24 ára gamli, Andre Hansen. - Vit hava góðar royndir við at geva ungum skipar- um ein kjans. Tað vísir seg, at hesir roynast minst líka so væl sum teir gomlu – og onkuntíð betur, sigur reiðarin, Jákup Jacobsen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur gingið væl hjá nýggjasta skipinum í før- oyska fiskiskipaflotanum, Finni Fríða. Manningin mynstraði í Noregi, 22. januar, og síðan tá hevur skipið gjørt tilsamans 12 túrar. Jákup Jacobsen, reiðari, sigur, at tað besta av øllum er, at skipið hevur riggað sera væl. - Tá ið tú byggir eitt nýtt skip, veitst tú ongantíð, hvussu útgerð og annað fer at rigga, tí alt er nýtt. Men vit hava verið sera hepnir, síðan skipið fór til fiski- skap. Ikki ovfarnir Hann sigur, at fiskiskapurin hjá Finni Fríða hevur verið góður og nøktandi. - Eg vil ikki siga, at vit eru ovfarnir, tí vit høvdu væntað, at tað fór at ganga væl, um alt riggaði, sum tað eigur. Spurdur, hvussu nógv Finnur Fríði hevur fiskað fyri, síðan skipið fór í vinnu, sigur reiðarin, at tey tølini eru ikki uppgjørd enn. - Men tað hevur gingið væl, leggur hann aftrat. Í fjør fiskaði Tróndur í Gøtu fyri einar 60 miljónir krónur, og alt bendir á, at árið í ár fer at roynast eins væl og síðsta ár. - Veiðimøgulekarnir hjá Tróndi í Gøtu og Finni Fríða eru teir somu, og í løtuni bendir alt á, at árið fer at roynast hjá báðum skipunum, sigur Jákup. Hann vísir á, at maskinan hjá Tróndi í Gøtu varð yvirhálað fyrst í hesum árinum, soleiðis at skipið ikki loysti fyrr enn um 20. januar. Sostatt byrjaði hetta árið hjá Tróndi í Gøtu og Finni Fríða um nøkulunda somu tíð. Jákup vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvørt tað hevur gingið betur hjá tí gamla ella nýggja skipinum tað, ið farið er av hesum árinum. Ein fyrimunur við nýggja skipinum er, at maskin- orkan hjá Finni Fríða er nógv størri enn maskin- orkan hjá Tróndi í Gøtu. Ungur skipari Arni Hansen, sum førdi Trónd, hevur ført Finn, men seinastu fýra túrarnar hevur 24 ára gamli sonur Arna, Andre Hansen, ført nýggj- asta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum. Frits Thomsen er skipari umborð á Tróndi í Gøtu. Jákup sigur, at ungi skip- arin roynist væl. - Vit hava góðar royndir við at geva ungum skipar- um ein kjans. Tað vísir seg, at hesir roynast minst líka so væl sum teir gomlu – og onkuntíð betur. Reiðarin heldur, at ein trupulleiki í Føroyum er, at teir ungu ikki sleppa at royna seg. - Ofta verður hildið, at tað er ov stórt risiko at geva ungum monnum ein kjans, men sannleikin er, at hesir vanliga roynast ógvuliga væl, sigur Jákup Jacobsen. Gongur væl hjá Finni Fríða og Tróndi í Gøtu Tað gongur væl hjá skipunum, Tróndi í Gøtu og Finni Fríða. – Nýggja skipið hevur riggað stak væl, og tað eru vit sera fegnir um, sigur reiðarin, Jákup Jacobsen. Mynd: Vilmund Jacobsen Saksaberg fer aftur til fiskiskap Saksaberg fer nú á sildaveiði. P/F Varðin í Gøtu hevur keypt veiðirættindini hjá Krúnuni, ið Svend Aage Ellefsen átti. Felagið, sum nú eigur hesi rættindi, eitur Gulenni C M Y K 11 10