hósdagur 22. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 76 - 22. apríl 2004
Nr. 76 - 22. apríl 2004
13
Vit skulu geva
meir í menn-
ingarhjálp
Løgmaður, Jóannes
Eidesgaard heldur,
at Føroyar skulu seta
sær sum mál at játta
7 mio. krónur árliga
til menningarhjálp.
Hetta er væl meir
enn undanfarin ár,
har játtanin á
fíggjarlógini hevur
verið góðar 300.000
krónur
MENNINGARHJÁLP
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgmaður, Jóannes Eid-
esgaard, legði seinna-
partin týsdagin fram frá-
greiðing til orðaskiftis um
altjóða menningarpolitikk
Føroya. Løgmaður skjýt-
ur upp, at játtanin til
menningarhjálp eigur at
verða økt munandi, og at
málið eigur at verða at
játta 7 mio. krónur árliga
á fíggjarlógini
Væl minni
Seinastu árini hevur játt-
anin á fíggjarlógini verið
góðar 300.000 krónur, og
tað er væl minni enn
ásetta
upphæddin
hjá
limalondunum í Sam-
eindum Tjóðum. ST er ein
felagsskapur fyri sjálv-
støðug lond og tískil fevn-
ir ST-samtyktin ikki fyri
Føroyar.
Høvdu Føroyar verið
eitt sjálvstøðug tjóð, sum
var bundin av samtyktini
hjá ST, hevði føroyska
menningarhjálpin verið
umleið 72 mio. krónur í
ár. Løgmaður segði undir
framløguni í gjár, at Før-
oyar kundu sett sær sum
mál at játta 10% av málin-
um hjá ST, sum hevði
svarað til góðar 7 mio.
krónur.
Koma okkum til
góðar
Jóannes Eidesgaard legði
dent á, at menningarhjálp
ikki er ein spurningur um
pening ella peningaupp-
hæddir. Hann greiddi frá,
at meinningarhjálp eigur
at hava til endamáls at
menna tað samfelagið, ið
verður hjálpt.
Løgmaður helt fyri, at
Føroyar kunnu hjálpa
best, og fáa mest fyri
peningin, um føroysk
servitan verður brúkt í
menningini av øðrum
londum.
– Føroyar eru eitt lítið
oyggjasamfelag, og tí
kundu Føroyar lagt seg
eftir at veitt hjálp til smá
oyggjasamfeløg og/ella
smá lond ella eyðkend
samfeløg í einum landi,
segði Jóannes Eidesgaard
í tinginum týsdagin.
Hann vísti á, at í hug-
takinum menningarhjálp,
verður hugtakið afturkast
eisini nýtt. Løgmaður sip-
aði til, at lond, ið veita
menningarhjálp hava eis-
ini í huga ein afturkast-
ingarpolitikk.
–
Verkætlanirnar
í
menningarlondunum
koma
sostatt
eisini
gevaralondunum til góðar
við øktum samskifti her-
uppi samhandli, segði
løgmaður millum annað.
Aðalorðaskiftið um Al-
tjóða menningarpolitikk
Føroya verður týsdagin
27.apríl.
Frágreiðingin er merkt
av kraddaralyndi
Formaður Miðfloks-
ins, Jenis av Rana,
heldur lítið um frá-
greiðingina hjá løg-
manni um altjóða
menningarpolitikk
Føroya. Hann sigur, at
frágreiðing ber brá av
kraddaralyndi og
undanførslu
MENNINGARHJÁLP
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Menningarhjálpin
er
skammilig. Hesa orðing
hevur Miðflokkurin fleiri
ferðir seinasta árið nýtt um
játtanina á fíggjarlógini til
menningarhjálp.
Formaður floksins, Jenis
av Rana, lurtaði tí við
spenningi í tinginum týs-
dagin eftir frágreiðingini
hjá løgmanni um altjóða
menningarpolitikk Føroya í
framtíðini- og formaður
Miðfloksins gjørdist ikki
sørt vónbrotin
Jenis av Rana heldur, at
frágreiðingin er bæði merkt
av
undanførslu
og
kraddaralyndi.
Vit skulu geva
Jenis av Rana heldur lítið
um orðingina hjá løgmanni
um, at Føroyar skulu fáa
nakað burturúr við at veita
kreppuraktum samfeløgum
menningarhjálp. Løgmaður
nevndi í tinginum, at lond,
ið geva menningarhjálp
dag, eisini hava áhugað í
einum afturkasti av menn-
ingarhjálpini.
– Vit skulu ikki geva
nakað fyri at fáa nakað
afturfyri, men tí vit ynskja
at hjálpa teimum. Í halgu-
bók stendur, at hann elskaði
ein gleðan gevara og tí eiga
vit at fylgja. Vit skulu ikki
kalt og kyniskt rokna okk-
um fram til, hvat vit kunnu
fáa burturúr at veita lond-
um menningarhjálp, sigur
Jenis av Rana.
Hann vísir á, at føroy-
ingar liva í einum góðum
vælferðarsamfelagi og tað
er tí okkara uppgáva at
geva av okkara vælferð til
onnur illa stødd lond.
Undanførsla
Í frágreiðingini um menn-
ingarhjálp, rør løgmaður
framm undir, at Føroyar
ikki eru partur av ST og
tískil skulu vit ikki seta
somu krøv til føroysku
menningarhjálpina, sum ST
ásetur sínum limalondum.
– Tað er totalt líkamikið
,um vit eru sjálvstøðug ella
ei, tá tað kemur til menn-
ingarhjálp. Vit svimja í
pengum og tí er tað okkara
uppgáva at veita hjálp til
tey illa støddu. Tað er und-
anførsla at føra fram, at vit
hoyra undir Danmark og at
vit tí skulu rinda minni í
menningarhjálp, sigur Jenis
av Rana.
Formaður Miðfloksins
heldur málið eigur at verða
at røkka støðinum, sum ST
ásetur sínum limalondun-
um. Limalondini hjá ST
skulu árliga rinda 0.008 %
av bruttotjóðarúrtøkuni til
menningarhjálp.
Høvdu
føroyingar havt limaskap í
ST, skuldi føroyska játtanin
á fíggjarlógini til menn-
ingarhjálp verið góðar 72
mio. krónur í ár
– Vit eiga at byrja at játta
hasar 7. mio krónar og síð-
an hækka játtanina árliga.
Vit røkka ikki málinum hjá
ST frá degi til dags, men
við
hollari
ráðlegging
kunnu vit arbeiða eftir
málinum hjá ST, sigur Jenis
av Rana at enda.
Mynd: Jenis av Rana er vónbrotin av frágreiðingini hjá løgmanni um menningarhjálp. Hann heldur hon ber brá av undanførslu
og kraddaralyndi
Mynd: savnsmynd
Tjóðveldisflokkurin
skjýtir upp, at før-
oyska menningar-
hjálpin verður
samantvunnin við
útjaðarapolitikki.
Ætlanin er at fáa
újaðaran at framleiða
føroyskar ullvørur til
menningarlond
MENNINGARHJÁLP
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Ull skal ikki longur bert
verða Føroya gull. Stendur
tað til Tjóðveldisflokkin
skal føroysk ull gerast
týdningarmikil partur av
føroysku menningarhjálp-
ini í framtíðini.
Hergeir Nielsen er fram-
søgumaður tjóðveldisfloks-
ins í menningarmálum og
hann
greiðir
frá,
at
Tjóðveldisflokkurin ynskir
at samantvinna útjaðara-
politikkin í Føroyum við
meninngarhjálp.
– Vit skjóta upp, at før-
oyski útjaðarin skal lønast
við at framleiða føroyskar
ullvørur,
undirklæði,
troyggjur og børuteppi. Vit
vita, at tað er stórur tørvur á
ullintum at fjálga um hjá
fólki, ið eru illa rakt í van-
lukkuøkjum,
greiðir
Hergeir Nielsen frá.
Reyði Krossur stuðlar
Hergeir Nielsen vísir á, at í
øðrum
londum
verður
vinnulívið tikið við í
menningarhjálpina og hetta
eiga føroyingar eisini at
umhugsa. Framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins sigur,
átakið hjá Tjóðveldisflokk-
inum er ein frálíkur møgu-
leiki hjá útjaðaranum at fáa
nakað av vinnuvirksemi.
– Føroysk ullvøra fær við
hesum møguleika at koma
út í heimin og kann gerast
kend og umbiðin aðra-
staðni,
sigur
Hergeir
Nielsen
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur longu verið í samband
við Reyða Kross í Føroyum
og Reyði Krossur heldur ,at
hugskotið um at føroyskar
ullvørur sum menningar-
hjálp er frálíkt.
Ull sum menningarhjálp
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Vinnie Splidt deyð
Hósnáttina 15. apríl andaðist Vinnie Splidt í
Ålborg, 62 ára gomul.
Vinnie var ættað úr Vági, dóttir Helgu, sum var
av Fanø, og Jóhan Godtfred, Jóhan hjá Diasi á
Heyggi. Jarðarmóðirin í syðru helvt av Suðuroynni
hevði úr at gera tann 24. august 1941, tí sama dag
vórðu fimm børn fødd har suðuri. Trý teirri vóru
fødd í Vági: Vinnie, systkinabarn hennara Andrew
Godtfred yngri, sum doyði fyri nøkrum árum
síðani, og Ruth Smith, sum er gift við Ívari
Iversen. Haraftrat varð eitt barn føtt í Porkeri og
eitt í Sumba. Jarðarmóðirin hevði so vítt um at
fara, at hon kom ongantíð til Helgu, men læknin
var til staðar, tá Vinnie varð fødd.
Helga og Jóhan fingu fýra børn: Jonnu, Litu,
Vinnie og Dias, sum øll hava búð í Ålborg tey
seinastu árini.
Vinnie tók realprógv í Vági. Nakað aftaná fór
hon til Hull, har hon var au pair genta í eitt ár.
Heimafturkomin fór hon at arbeiða á Telegraf-
støðini í Havn og arbeiddi har í nøkur ár, til hon
giftist við Hjørleif Splidt av Nesi, Vági, í 1963.
Tey búsettust í Vági, har Hjørleif var deildar-
leiðari í Føroya Banka. Í 1991 fór hann úr hesum
starvi, og tey fluttu til Ålborg, har tey hava búð
síðani. Hesi árini í Ålborg hava Vinnie og Hjørleif
í tíðarskeiðum havt eitthvørt fyrifallandi arbeiði.
Tey fingu tvey børn, Helgu og Andrass, sum
bæði búgva í Keypmannahavn. Helga er útbúgvin
korrespondentur. Andrass er løgfrøðingur. Hann er
giftur við Hjørdis úr Havn.
Dagurin
22.
apríl.
Cajus,
deyður ár 296. Hann
var Pávi.
Fríðrikur Petersen
varð føddur hendan
dagin í 1853.
Tað vóru tungir dagar, tá mamma varð tikin frá okkum,
bert 63 ára gomul. Eitt ljós var slóknað, ein eingil var
fluttur heim til Harran. Tað er ongin og onki, sum kann
erstatta mammu.
Mamma var bert 17 ára gomul, tá hon fekk tað fyrsta
barnið, og tá hon var 25 ár, átti hon fimm børn, Maritu,
emil og so okkum trý, Gunnar, Julian og meg, sum eru
tríburðar, og tá hon var 32 fekk hon lítlusystur Katrin,
so tað hevur mangan verið ógvuliga strævið. Pápi var
altíð á sjónum, so hon mátti klára alt heima, men
ongantíð hoyrdi eg hana gremja seg. Tað, sum mamma
livdi fyri, var pápa og okkum børn, og síðan ommu-
børnini.
Tað, sum sermerkti mammu var, at hon ofraði seg
fyri okkum øll, tonkti aldri upp á seg sjálva, men livdi
fyri at hjálpa øðrum.
Saknurin er stórur hjá tær, góði pápi, og eisini hjá
tykkum í Dali, sum øll vóru hennara vinir. Tað vóru
altíð nógv fólk, sum komu á gátt heima hjá okkum í
Dali, mamma hevði altíð stundir at seta seg niður at
práta, var altíð klár við einum drekkamunni.
Saknurin er ómetaliga stórur, men tað er gott at vita,
at ein dag so síggjast vit aftur heima hjá Jesusi, har
ongin skilnaður verður meira.
Tvær ídnar hendur hava lagt árarnar inn í dag,
eitt hjarta av gulli hevur sligið sítt síðsta slag,
tað ljósið vil altíð í okkara hjørtum vera,
saknin av tær vit mugu bera.
Ærað veri minni um mammu mína.
Hedvig
Til minnis um mammu mína
Judith Nolsøe, Dalur
Móttøka
Í sambandi við stjóraskifti í P/F Fjarhitafelagnum, verður almenn
móttøka á Hotel Hafnia, Parnassinum
fríggjadagin 23. apríl 2004 frá kl. 15 til kl. 18.
Høvi verður at hitta nýggja stjóran Hans Christian Dam, sum tók við
starvinum 1. mars 2004, og undanfarna stjóran Jóannes Hansen, ið
hevur røkt hetta starv, síðani Fjarhitafelagið varð stovnað.
P/F Fjarhitafelagið
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri bróðir okkara
Jóannes Olsen
Hósvík
andaðist og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Systkini
Flaggdagshaldið í
Vági verður sum vant
við minnisvarðan
flaggdagin og aftur í
ár er røðarin suður-
oyingur, men er tó
landskendur og ikki
ein og hvør
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Skótaliðið Royndin í Vági
skipar aftur í ár fyri flagg-
dagshaldi við Minnisvarð-
an. Í ár verður tað løgmað-
ur, Jóannes Eidesgaard, ið
heldur
røðuna.
Haldið
verður flaggdagin klokkan
15:00.
Royndin hevur í mong ár
skipað fyri flaggdagshald-
inum í Vági og sum vanligt
er, so verður eisini Kirkju-
kórið Ljómur við og setur
dám á løtuna.
Skótaliðið hevur navn
eftir Royndini Fríðu, sum
Nólsoyar Páll bygdi á
Fløtuni Fríðu í Vági. 200 ár
eru síðani hesa hending og
tí verður gjørt burturúr.
Eftir flaggdagshaldið bjóða
skótarnir kaffi og køkur í
Skótahúsinum.
Løgmaður heldur
flaggdagsrøðu í Vági
C
M
Y
K
13
12