Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. mai 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 1. mai 2013 · Nr. 49 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Roknskaparfólk til Fast-handlarnar Effo søkir eftir einum dugnaligum roknskaparfólki til Fast-handlarnar Vit leita eftir einum roknskaparfólki við hollum kunnleika og royndum, at standa á odda fyri roknskapinum hjá Fast-handlunum. Tú kemur samstundis, at verða ein partur av roknskapar- deildini hjá Effo og soleiðis at luttaka í dagliga arbeiðinum á deildini. Tú kemur, at hava tætt samskiftið við starvsfólk á Fast-handlunum og annars ymsastaðni í fyritøkuni. Tú kemur at vísa til roknskaparleiðaran. Eisini hevur tú leiðslu- ábyrgd av einum fólki. Tú hevur ábyrgdina av dagliga bókhaldinum, herundir: • skuldarum og ognarum • gjalda kreditorar og avstemningar • at kunna starvsfelagar um fíggjar- og roknskaparskipanina • gera mánaðarroknskapir og aðrar fíggjarligar uppgerðir • leggja fíggjarætlanir • ad-hoc uppgávir Herumframt verður tú ein týðandi liður í leiðslu- kunningini til leiðarnar fyri Fast-handlunum. Tín vangamynd Tú hevur hóskandi arbeiðsroyndir og útbúgving innan roknskap. Umframt neyðuga kunnleika til bókhald og roknskap hevur tú eitt jaligt sinnalag og dugir væl, at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú arbeiðir við nærlagni og heldur tíðarfre- istir. Tú hevur góðar tøkniførleikar, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision/ Attaine fíggjar- og roknskaparskipanini. Umsókn og setanartreytir Vit bjóða eitt ábyrgdarfult starv við fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Vit miðja eftir, at seta starvið skjótast gjørligt. Løn, eftirløn og starvstreytir annars eru í samráð við leiðsluna. Arbeiðsstaðið er á høvuðsskrivstovuni á Óðinshædd 3, Tórshavn. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Menning Geyti, roknskaparleiðara, tlf. 34 35 26 ella 28 16 88. Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, hin 6. mai 2013 og sendast umvegis teldupost til: mge@effo.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Stutt um Effo-samtakið Effo veitur orku til føroysk húsarhald, virkir og stovnar umframt til føroysk og útlendsk skip í Føroyum. Felagið eigur stóra terminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra. Somuleiðis veitir felagið føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. 14 bensinsølustøð eru í okkara kervið, har 7 Fast-handlar eru knýttir at. Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum, har høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn. Pf. Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 Fax +298 34 35 01 www.effo.fo Hotel Føroyar Leygardagin 18. mai kl. 19.00 Atgongumerki kunnu keypAst í forsølu hjá yndi-fitness og á heimAsíðuni www.hotelforoyAr.fo forsøla Kostnaður við dyrnar Kr. 230,- Kr. 180,- kvinnur & menn Sosialurin 341800