Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan sundstein tíðargrein á siðu 15 Pos­i­ tiv­ur ella neg­a­tiv­ur hug­burð­ur Tóra við keldu Eygamálið síða 14 Vænta nógv og fá meir – Kringvarpið brýtur hvørki kring­ varps­lóg­ina ella hevur ein ag­gress­iv­ a­n lýs­ing­ar­pol­i­tikk. Tað sigur kring­varps­stjórin í kjal­ ar­vørr­i­num av øll­um at­finn­ing­u­num, hann fær, tí hann er far­in út í bý­in at leita sær dugn­a­lig­ari hjálp hjá ein­um ­manni, sum gjøgn­um eg­ið part­a­fel­ag fær rætt­in til at selja sponso­r­av­tal­ur til all­ar send­ing­ar í út­varpi og sjón­ varpi. Vit á privatu miðlunum halda enn sum áð­ur, at Kringvarpið er tot­alt langt úti – og vit uppfata hetta stig­ ið hjá kring­varps­stýr­i­num og kring­ varps­stjór­an­um sum eina reina og grova – og helst tiltrongda – pro­vo­ ka­ti­ón í­móti pol­it­isku skip­an­ini, sum sein­astu árini hevur latið nið­ur­bræð­ ing­ina av Kringvarpinum stað­ið við. All­ir flokk­ar eiga á­byrgd­ina. Fólk­a­flokk­urin hevði menta­mála­ ráð­harr­an, tá tann skilagóða pol­i­tiska semjan um at niðurlaga lýs­ing­ar­nar í Kringvaprinum varð gjørd. Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokk­ur­ in hava havt ment­a­mál­a­ráð­harr­ar, sum bara hava snakk­að – og nú, tá alt er koyrt fast við eini vi­sjóns­leys­ ari leiðslu í kring­varp­i­ og kring­varps­ stýr­i­, hvørs suksékriteriið bara er at fáa frið, er tað Sam­bands­flokk­ur­in, sum eigur ment­a­mál­a­ráð­harran, sum vónandi – mótsætt undanfólkunum í MRR – skjótt tekur sær um reiggj og fær skil á stovn­i­num soleiðis, at pláss eis­ini verð­ur fyri øðrum miðlum, enn nið­ur­pínda Kringvarpinum. At tað sansar at hjá Kringvarpinum fíggjarliga er einki nýtt. Hetta er ein gongd, sum øll onnur eisini hava kent seinnu árini. Privatu miðlarnar hava sannliga eisini mist innøkur í nógv størri mátistokki, enn Kringvarpið. Munurin er bara, at privatu miðlarnir laga seg til broyttu umstøðurnar, tað megnar Kringvarpið ikki, hóast sveiggini í inntøkunum eru peanuts í mun til sveiggini hjá teimum privatu miðlunum. Soleiðis, sum Kringvarpið upp­før­ ir seg, so sorlar hesin almenni skatta­ fíggj­aði stovn­ur­in alt miðla­lands­ lag­ið í Føroyum. Hetta má sjálvandi steðg­ast, og tí fegnast vit um, at fólk í pol­it­isku skipanini nú tykjast taka mál­ið í álvara. Vit tora nú at hava álit á, at málið verð­ur reist í løgtinginum, og at tingið steðg­ar moralsku niðurbræðingini av Kring­varp­i­num, sum leiðsla og kring­ varps­stýri hava sett í gongd. Vit ynskja eitt trygt og gott og sterkt kring­varp. Men lýsingar- og sponsorfígging kann ikki sameinast við lisens­fígging. Løgtingið ræður fyri fíggjarliga grundarlagnum hjá Kringvaprinum, men tingsins avgerð skal privata pressan í Føroyum ikki bløða fyri. – Hóast einki verkfall hev­ur verið seinastu átta ár­ini, hevur framleiðslan í fleiri umførum ligið still or­sak­að av vantandi frá­boð­an­ar­freist. Hetta kostar bæði ar­beiðs­gev­ar­um og løn­ takarum pengar – og tað hev­ur eingin áhuga í. Tað sigur Føroya Ar­beiðs­ gev­ar­a­felag í sambandi við broy­ting í semingslógini, sum felagið hevldur vera eina skilagóða broyting, ið líkist nógv donsku lógini. Vinnuhúsið skrivar, at tað, sum al­menningurin higartil he­vur fingið at vita um nýggju semingslógina í stóran mun hevur verið støðan hjá ein­støkum fakfeløgum. Al­ menna orðaskiftið hevur tí ver­ið heldur einsháttað, held­ ur felagið. – Tí veruleikin er, at vant­ andi fráboðanarfreistin kost­ar báðum pørtum, tá ið sam­ráð­ ingar eru. Orsakað av vant­andi fráboðanarfreistini taka fleiri arbeiðsgevarar fyri­varni fyri møguligum verk­falli og steðga virk­semi­num nakrar dagar áðrenn, eitt møguligt verkfall kann lýs­ast. Hetta ger, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, hóast nógv er at gera, sigur Føroya Ar­beiðs­gevarafelag, sum sigur, at manglandi fráboðan­ ar­freist­in í Føroyum kostar løn­tak­a­runum minst tvær mill­iónir krónur um dagin. – Fakfeløginix hava eisini lyndi til at siga, at nýggja sem­ ings­lógin ger seg inn á fría sam­ ráðingarrættin, og at »vápnið« hjá fakfeløgunum - verk­fallið - verður skert. Hetta er langt frá all­ur sann­leik­in. Latið okk­um sam­anbera donsku sem­ing­s­ lógina við føroyska upp­skot­ið til semingslóg. • Danska sem­ings­lóg­in hev­ur víðfevndan sam­an­ teingingarrætt, sum tá­ verandi javnaðarstjórnin sam­tykti longu í 1934 - før­ oyska uppskotið hev­ur sera avmarkaðan sam­an­teing­ing­ ar­rætt. • Danska semingslógin ­hev­ur ásetingar um ur­at­ kvøðu - hendan er ikki við í før­oyska uppskotinum, hó­ast hon er við í galdandi sem­ ingslóg. • Danski semingsmaðurin kann útseta verkfall í tvær vik­ur tvær ferðir - føroyski sem­ings­maðurin í eina viku eina ferð. • Danska semingslógin fekk fráboðanarskyldu á tveir dagar inn í 1958, hon er nú fimm dagar - føroyska upp­skot­ið leggur upp til tveir dagar. Eisini í 1958 var tað ein javnaðarstjórn, sum fekk fráboðanarskylduna inn. • Danski sem­ings­stovn­ ur­in er fult fíggjaður av tí al­menna - føroyska upp­skot­ ið leggur upp til, at eis­ini partarnir á ar­beiðs­markn­að­i­ num rinda ein part. – Uppskotið til nýggja før­ oyska semingslóg er sostatt als ikki so víðgongt, sum fak­ fel­øg­ini vilja gera tað til. Tað er ein dagføring av tí 85 ára gomlu semingslógini, sum vit hava í dag, og sum tíðin langt síðan er farin frá, sigur Før­ oya Arbeiðsgevarafelag, sum heldur, at fakfeløgini síggja trøll á alljósum degi - hetta er ein sera lagalig sem­ings­lóg. Verkfalsvápnið er ó­skert og somuleiðis sam­ráð­ing­ar­rætt­ ur­in. Kostar løntakarum pengar Spurningin skal lands­stýr­ is­mað­urin í mentamálum svara, tá hann skal í samráð í Ment­a­n­a­r­nevnd­ ini í løgtinginum. Í kjal­ ar­vørr­inum á umstríddu spons­or­avtaluni mill­um Kringvarpið og smá­part­a­ felagið Progress vil nevnd­in hava Bjørn Kalsø at svara, nær hann ætlar at á­seta reglur í kunngerð um lýs­ ingar og sponsorering. Ment­an­ar­nevnd­ in spyr, hvørja støðu lands­stýr­ is­mað­ur­in hev­ ur til, at eitt priv­at felag skal skaffa s p o n s ­o r ­ peng­ar til KvF aft­ur­ fyri provisjón. Eisini vil nevnd­in hava at vita, um landsstýrismaðurin held­ur tað vera rætt, at Stýrið fyri KvF einki visti um av­tal­una. Bjørn Kalsø skal eisini út­greina fyri nevnd­ini, hvat Kring­varp fæst fyri tær 55- 60 mill­i­ón­ir­nar, ið stovn­ ur­in hev­ur at a­r­beiða við í­dag. Og lands­stýr­is­mað­ur­ in skal somuleiðis svara, um hann hevur nakra ætla um at tryggja eina støðuga veiting til Kring­varp­ið, so stovnurin slepp­u­r und­an lýs­ingar- og spons­or­peng­um. Sam­ráð­ið í Ment­an­ar­nevnd­ini verður týsdagin. Hvat vil Bjørn við Kringvarpinum Góðu tingfólk – steðg­ið nú ørskapinum við Kringvarpinum Misskilt public service