Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen – Nú skal tað verða, at tey menn­ingartarnaðu fáa sína egnu rødd. Tað sigur Sigrun Wardum, forkvinna í felagnum Javni. Nevndin hevur fyrireikað eina viðtøkubroyting, so vald verður undirnevdin Spyr meg, sum skal hava formann og tveir nevndarlimir. Javni velur eitt fólk at luttaka á nevnd­arfundunum í Spyr meg at hjálpa teimum við at skipa fundin og skriva. For­ kvinnan í Javna hev­ur rætt til at møta á nevndar­fund­ unum í Spyr meg, eins og formaðurin ella forkvinnan í Spyr meg fær rætt til at møta á fundum hjá starvsnevndini, men uttan atkvøðurætt. Tað er við støði í Indepen­ dent Living hugtakinum, at hetta stigið verður tik­ið. Tað er eitt rák, sum hev­ur íblástur í tiltikna rasu­stríð­ num í Amerika í seksti­árun­ um. Rasustríðið bleiv skjótt ført yvir á aðrar minni­ luta­bólkar so sum fólk við virkis­tarni av ymiskum slagi. Megin­hug­tøkini eru frælsi at velja, sjálv­ræði og tign. Tey menningartarnaðu fólk­ini skulu hava ein pall, har tey sjálvi sleppa at greiða frá sínum ynskjum og áhuga­ málum. Sigrun Wardum dugir ikki at hugsa sær til, at tá ið málið kemur fyri á aðalfundinum leygardagin, at nakar fer at atkvøða ímóti. Tíggju ella ellivu fólk við menningartarni stilla upp til nevndarvalið. Formaðurin verð­ur valdur beinleiðis á aðal­fundinum. Tað hevur verið eitt stórt arbeiði at fyrireika Spyr meg. Tvey skeið hava verið hildin fyri menningartarnaðum fólk­um, tað fyrra umborð á Norrønu í fjør og tað seinna á Føroya Fólkaháskúla herfyri. Tey vórðu har skúlað til at kenna síni rættindi og at kunna arbeiða í nevnd. Onkuntíð stinga seg vænt­ andi upp mál, har andsøgn er millum hugsanina hjá Javna og Spyr meg. Tað kann eisini hugsast, at nevndin ikki verð­ur samd. Sigrun Wardum sigur, at nevndin mangan hevur ásannað, at tørvur er á einum slíkum felag. – Tá ið vit hava verið í sam­band við myndugleikar um okkurt viðvíkjandi teim­ um menningartarnaðu, eru vit spurd, hvat tey menn­ ingar­tarnaðu sjálv halda, hava vit einki havt at svarað, í tey vórðu ikki spurd. Tað er ikki minst við­víkj­ andi bústaðarmøgu­leikum, at tey menningartarnaðu hava ymiskar meiningar. Summi vilja búgva fyri seg sjálv, og onnur vilja heldur búgva saman við øðrum. – Vit eru ógvuliga spent, hvussu hetta fer at eydnast, og vit hava eisini roynt at fáa fleiri fólk við menningartarni at koma á aðalfundin, sigur Sigrun Wardum. Tey menn­ ingar­tarnaðu skulu hoyrast Aðalfundurin hjá Javna leygardagin fer at broyta viðtøkurnar hjá Javna, so tey menningartarnaðu kunnu stovnað egna felagið Spyr meg Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Støddfrøðingur til Setrið Á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi er eitt starv leyst at søkja Starvsøki Starvið fevnir um gransking og undirvísing í støddfrøði og/ella hagfrøði. Tann, ið fær starvið, verður knýttur at útbúgvingun­ um á Náttúruvísindadeildini, men viðkomandi fer væntandi eisini at undirvísa í øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetr­ inum. Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tengd­ ur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta gransking, sum er á Fróðskaparsetrinum. Tann, ið fær starvið, skal taka lut í menningini av støddfrøðiligari og hagfrøðiligari gransking á Setrinum. Tann, ið fær starvið, kemur at innganga í eitt náttúruvís­ indaligt toymi um undirvísing og gransking við vísindastarvs­ fólk á Náttúruvísindadeildini og kemur at innganga í eitt støddfrøðiligt toymi við støddfrøðingar á Námsvísindadeildini. Førleikar Treytað av førleika umsøkjarans verður starvið antin eitt adjunktstarv ella eitt lektarastarv. Adjunktstarv er 4­ára út­ búgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur ella lektari krevst ph.d.­útbúgving ella samsvarandi granskingar­ førleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.­ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava við­ komandi kandidat­ ella masterútbúgving. Undirvísingarroynd­ ir á universitetsstigi geva fyrimun. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, viðmæli, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýs­ ing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkj­ arans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjar­ ans skulu leggjast við umsóknini. Um Fróðskaparsetrið Á Fróðskaparsetrinum er ein lektari í hagfrøði og ein lektari í støddfrøði í starvi á Náttúruvísindadeildini. Granskingarøki hjá støddfrøðinginum er operatoralgebra og dynamisk system. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð­ skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt­ mála við AKF. Umsóknin verður viðgjørd og mett av eini metanarnevnd. Umsøkjarar fáa metingina av umsókn síni. Sum partur av heildarmetingini av førleikum umsøkjarans kann talan verða um at koma til eina samrøðu. Freist Umsóknarfreist er 31. mai 2013. Miðað verður at seta starv­ ið skjótast tilber. Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo ella til jorgenm@setur.fo. Eisini ber til at senda umsóknina í fýra eintøkum til niðanfyristandandi adressu Fróðskaparseturs ins: Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovuna J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj@set­ ur.fo , dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvís­ indi og Gunnari Restorff, gunnarr@setur.fo lektara í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heima­ síðuni www.setur.fo