Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 76 - 22. apríl 2004 Nr. 76 - 22. apríl 2004 17 Nú Baltalond gerast limir í ES fær rækjuvirkið á Oyri nýggja atgongd til hart tiltrongda rávøru, sum kreppurakt føroysk rækjuskip ikki kunnu veita - men kann rækjuflotin geva sær vónir um betri veiðirættindi undir føroyskum flaggi? RÆKJUVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Rækju- og skeljavirkið hjá partafelagnum O.C. Joen- sen hevur ikki óvæntað fingið sín lut í teimum væl kendu trupulleikunum inn- an rækjuvinnuna á okkara leiðum. Men hóast virkið mátti enda árið 2003 við stórum millióna undirskoti, er alt annað enn øskukalt á Oyri. O.C. Joensen er fram- vegis stórveitari í Stóra Bretlandi og stendur fyri nærum einum tíggjunda- parti av øllum kaltvatns rækjum ið bretar innflyta, hóast virkið í veruleikanum bara arbeiðir við hálvari kraft. Sambært stjóran, Hans Johannes á Brúgv, sum júst hevur verið í Íslandi fyri millum annað at kanna møguleikarnar at keypa rávøru frá tí íslendskt stýrda baltiska rækjuflotanum, eru vónirn- ar góðar um at virkið klárar skerini og kemur at venda verandi halli til vinning. »Alt hetta er ikki heilt ókomplicerað,« staðfesti Hans Johannes á Brúgv og vísti til at rækjuprísirnir í stóran mun liggja púra utt- an fyri alla avgerandi før- oyska ávirkan. »Teir lækk- andi prísirnir kunnu síggj- ast í ljósinum av at kanadi- arar, íslendingar, norðmenn og grønlendingar hava undiroyst marknaðirnar við mongdum sum hava trýst prísirnar niður. Júst av hes- ari orsøk krevjast størri nøgdir nú enn fyrr fyri at fáa nakað burturúr í rækju- vinnuni.« Nakað heilt annað er so at føroyingar kunnu meira ella minni sjálvir avgera hvussu stóra orku vit leggja í og hvussu vit raðfesta við millumtjóða samráðingar um handils- og veiðirætt- indi. »Vit koma ikki uttan um politiskar tættir sum hand- ils- og veiðirættindi,« helt Hans Johannes á Brúgv fram, »serliga í mun til ES, men eisini í mun til lond sum Kanada, Grønland, Ís- land og Noreg. Føroysk rækjuskip hava fyrr havt veiðirættindi á sera góðum fiskileiðum og hóast hesi eru gloppin okkum av hondum eigur tað at vera møguligt at endurvinna onkur teirra; hvat viðvíkur øðrum handilsligum rætt- indum sum umfata rækju- vinnuna, so áttu møguleik- ar fyri at bøta um eisini at verið har.« Flaggaðu út Herfyri setti Landsstýrið eina nevnd ið skal arbeiða skjótt at kanna støðuna í rækjuvinnuni og koma við tilmælum um hvørjar ábøt- ur ið kunnu gerast; í hesum sambandi man lítil ivi vera um at okkara rækjuvinna bíðar í spenningi eftir ein- um útspæli. Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri, vil enn ikki siga nakað um hvørji tilmæli hann roknar við koma frá nevndini, men sambært Hans Johannes á Brúgv ynskja fleiri innan vinnuna at tann føroyski rækjuflotin fær møguleikan at fara undir hentleikaflagg. »Fleiri meina at um okk- ara rækjufloti ikki kann fáa frægari veiðirættindi undir føroyskum flaggi so má flotin fáa møguleikan at fara undir fremmand fløgg. Eitt annað ynski sum hevur ljóðað í seinastuni er at skipini fáa møguleika at sigla undir FAS (Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini) í kombinatión við at rækju- vinnan verður raðfest hægri við komandi handilssam- ráðingar, og fær størri kvot- ur hjá ES.« Men okkara grannar íslendingarnir hava gingið sínar serligu leiðir fyri at vinna á rækjuvinnu trupul- leikum. Longu fyri fleiri tíggju-árum síðani flagg- aðu íslendingar nógv rækjuskip út og skrásettu meginpartin undir baltisk fløgg. Sambært upplýsing- ar verða ídag sera stórir partar av baltiskari rækju- vinnu stýrdir úr Reykjavík; íslendingar hava soleiðis bygt sínar strukturar í rækjuvinnuni í samstarvi við baltar og alt hetta er onkursvegna innbygt í handilsavtalur við ES, so at íslendingar kunnu fram- leiða baltiskar rækjur í Íslandi og selja tær til ES uttan toll. Nú ið Estonia, Latvia og Lituania gerast limir í ES tann 1. mai, verð- ur ikki roknað við at bygn- aðurin í baltiskari rækju- vinnu verður stórvegis broyttur, hóast tað er greitt at møguleikarnir hjá føroy- ingum at koma inn á ES marknaðin betrast. Tað er soleiðis eisini skilagott fyri føroyingar at røkja góð sambond við íslendingar á tí rækjuvinnu- liga økinum. »Vit hava leingi verið undir ávirkan av fallandi prísum á heimsmarknaðin- um aftur við einum alsamt hækkandi kostnaðarstigi… Á ein hátt sigur tað seg sjálvt at onkustaðni á leið- ini kann roknistykkið ikki ganga upp. Hetta hevur so fyri okkara viðkomandi borið í sær minkandi at- gongd til rávøru; tann før- oyski rækjuflotin er nevni- liga minkaður niður í næst- an einki og tey fáu skip sum eru eftir kunnu ikki sum er nøkta tørvin her. Tí mugu vit fegnast um at Baltalond- ini nú gerast limir í ES tí hetta gevur møguleikar at keypa inn rækjur frá íslend- ingum sum jú stýra stórum pørtum av baltiskari rækju- vinnu.« Ein langfarafloti Eitt er at trupulleikarnir við atgongd til rávøru nú verða loystir; hetta er tó ikki nak- að sum í sjálvum sær gevur høvi til tann stóra veistlu- rómin. Ein lykla táttur sum sambært Hans Johannes á Brúgv má adresserast í og við at altjóða rækjuprísir neyvan koma at hækka í næstu framtíð, er ein avtala millum Føroyar og ES sum Íslendingar bjóða føroyingum baltiskar rækjur at selja bretum Vinnusíðurnar Vinnusíðurnar Vinnusíðurnar Lydia Dahl hevur arbeitt í meira enn 30 ár hjá O.C. Joensen Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com avmarkar okkara útflutning av lidnum rækjuvørum til so lítið sum 3000 tons um árið; hetta mótsvarar bert eina góða helvt av fram- leiðslu orkuni hjá O.C. Joensen. »Realistiskt dugi eg ikki at síggja nakrar ábendingar um at rækjuprísirnir fara at hækka í næstum,« segði Hans Johannes á Brúgv. »Eftir er so at gera enn meira fyri at búskaparliga optimera okkum bæði tá tað snýr seg um innkeyp, framleiðslu og sølu; tað merkir at vit mugu effektivisera og rationalisera allastaðni har tað er møguligt, í enn størri mun enn vit longu hava gjørt, í tann mun tað ber til. Men samstundis merkir alt hetta at vit, fyri at kunna fáa vinning burturúr, mugu arbeiða við størri nøgdum. Trupulleikin er at vit sleppa ikki upp um tey 3000 tonsini, hóast vit kunnu framleiða nærum dupult so nógv. Har vóna vit so at hetta hámarkið verður lyft upp við nøkrum túsund tonsum.« Hyggja vit til samanber- ingar eftir almennum hag- tølum frá coldwater rækju- vinnuni, so sæst at kanadi- arar lógu á odda við 26.560 tonsum av pilkaðum rækj- um, næstir teimum komu íslendingar við 23.400 tonsum, síðani norðmenn við 19.250 tonsum, so grønlendingar við 16.450 tonsum. Tey 3.000 tonsini føroyingar framleiddu umboðaðu umleið 60 pros- ent av tí sum føroyingar til- samans veiddu av rækjum, nevniliga 14.000 tons av rávøru, ella umleið ein tíggjundapartur av tí sum kanadiarar veiddu. »Hvat rækjuvinnuni sum heild viðvíkur, so mugu skipini fáa møguleikar at fiska meira, har sum rækjur eru at fáa - rækjuskipini eru ein langfarafloti eins og til dømis flakatrolarar; lands- stýrið selir ávíst tonsatal av millum annað svartkjafti til aðrar tjóðir sum viðføra rættindi í Barentshavinum til flakatrolarar. Ein lang- farafloti er ein langfarafloti og so má rækjuflotin koma í tann bólkin; sum slíkur eigur hann eisini part í svartkjafti sum verður handlaður via kvotur.« Virði í marknað Søgan aftan fyri O.C. Joen- sen er long og byrjar afturi í 1890unum, ikki langt aftan á at tann kongaligi einahandilin varð avtikin í Føroyum. Tá fekk gamli Ole Christian Joensen handilsloyvi og fór í holt við vinnuligt virksemi. Hann var sera ágrýtin og framsíggin og longu í 1930unum fór hann í holt við at framleiða sild. Fyri- tøkan keypti í 1957 ta um- bygdu sluppina ‘Agnas Louise’ ið varð brúkt til sildaveiði. Í 1968 keypti virkið ‘Poppy’ ið fyrst fisk- aði sild og seinni jákups- skel. Í 1979 varð skeljatrol- arin ‘Nordheim’ keyptur og hann er framvegis í tæn- astu. Í 1986 fór virkið undir framleiðslu av rækjum og í 2003 keypti virkið rækju- trolaran ‘Kappan’ sum í løtuni liggur við bryggju og bíðar eftir frægari útlitum. Eftirkomararnir hjá Ole Christian Joensen eiga partafelagið O.C. Joensen sum árliga umsetir fyri umleið 135 milliónir krón- ur. Lønar útgjaldingarnar til tey umleið 80 starvs- fólkini liggja um árligar góðar 20 milliónir og egin- peningurin í fyritøkuni er umleið 35 milliónir. Fram- leiðslan av rávøru liggur um góð 9000 tons av rækj- um og 4000 tons av jákups- skel; hetta gevur góð 3000 tons av pilkaðum rækjum, 300 tons av jákupsskel sum liðugtvøru og 500 tons av rækjumjøli ið verður fram- leitt úr skali. Leiðslan á virkinum hev- ur góðar vónir um framtíð- ina, hóast støðuna í rækju- vinnuni – og hóast eitt hall fyrra árið og eitt fleiri milliónir stórt undirskot í fjør. »Roknskapirnir fyri í fjør eru ikki rættiliga lidnir enn, men tað er rætt at vit høvdu eitt stórt undirskot,« ásann- aði Hans Johannes á Brúgv. »Hetta er ikki gott, men 2002 og 2003 vóru tvey ógvuliga vánalig ár av fleiri orsøkum: fallandi prísir, hækkandi kostnaðir av rakstri, óstøðugleiki í at- gongd til rávøru og ójøvn framleiðsla… Vit vóna, og rokna við, at botnurin er náddur og at gongdin spakuliga er við at venda.« Stjórin vísti á virðið í tí stóra marknaðarparti O.C. Joensen hevur arbeitt upp í Bretlandi. »Vit sita á umleið níggju prosentum av tí bretska marknaðinum fyri kalt- vatns rækjur; okkara grundfesta positión á tí bretska catering marknað- inum herundir tað álit keyparnir hava á okkara framleiðslu, umboðar eitt stórt virði og loyvir okkum at seta vónir til framtíðina. Vit eru vissuliga enn ikki komin burtur úr hesari hørðu tíð við lækkandi marknaðarprísum og hækkandi kostnaðarstigi men O.C. Joensen er eitt væl konsoliderað virki og útlitini fyri framman eru hóast alt ikki so galin.« Álitisverdur veitari Hevur tann bretski markn- aðurin roynst dyggur síðani O.C. Joensen fóru undir at framleiða rækjur til útflutn- ings, so er tó ‘BRC Stan- dard - Food Issues Higher Level’ ella í vanligari talu ‘high risk’ góðkenningin sum O.C. Joensen fekk fyri kortum, nakað ið alla tíðina má uppihaldast undir áhaldandi og hørðum eftir- liti. Krøvini í góðkenning- ini eru sera strong, og skalt tú til dømis inn á fram- leiðslu økið hjá rækjuvirk- inum á Oyri er tað sum at koma inn á eitt hátrygdar lívfrøðiligt laboratorium, har alt frá topp till tá, í ein- um múri av fleiri eftirlits liðum, má dekkast til, skift- ast út og hvørt av sínum. »Keypararnir eru ótrú- liga strangir hvat viðvíkur reinføri í framleiðsluni; teir senda rættiliga ofta ófrá- boðaðar inspektørar og kontrollantar á vitjan og har er eingin bøn. Ikki eitt rusk skal kunna koma í matvøruna, og rækjurnar skulu kunna etast beinleið- is uttan at verða kókaðar ella nakað… Soleiðis eru bara krøvini, og okkara framleiðsla er eisini væl lagað eftir teimum aftan á øll hesi árini.« »Vit hava ídag ikki ætl- anir um at skapa eitt egið vørumerki til bretskar brúkarar; slík marknaðar- føring er ógvuliga kostnað- armikil og har eru stórar matvøru fyritøkur ið sita tungt á tí marknaðinum við nøkrum sterkum vøru- merkjum ið brúkarin væl kennir til. Hinvegin hava vit eina styrki sum ein álitisverdur veitari av cold- water rækjum til stórkøkar, so vit hava eitt catering vørumerki… Í veruleikan- um er kundin meira áhug- aður í um rækjurnar eru fiskaðar í íshavinum heldur enn at tær júst eru fram- leiddar í Føroyum.« »Coldwater rækjur eru reinasti matur ið kann finnast… Tær verða jú fiskaðar í íshavi og eru nakað smáar og hóska ikki altíð líka væl til matgerð sum tær stóru warmwater rækjurnar ið verða fiskaðar í heitari sjógvi út fyri Thailand og aðrastaðni. Tað ber jú ikki so væl til at fáa tær smáu rækjurnar upp á eitt grillspjót ella at hava tær sum frituru stoktan part av einum høvuðsrætti; men tær eiga at kunna brúkast til meira enn smyrjibreyð og rækju cocktailar.« Í aðru viku veksur ES, ið er høvuðsmarknaðurin hjá føroysku fiskavørunum, við 75 mió fólkum; víðkanin av ES kemur í gildi 1. mai og kemur sjálvandi eisini at ávirka føroyska fiskivinnu. VINNUHÚSIÐ 1. mai verður ES víðkað við tíggju londum. Hetta er ein stór europeisk hending sum kemur at fáa stóra ávirkan á før- oyskan fiskaútflutning, skrivar Vinnuhúsið. Fiskivinna kring heimin er sum heild nógv broytt síðstu árini, og saman við globaliseringini av búskapinum og handlin- um er týdningurin hjá fiskivinnuni í altjóða handli bara øktur. Londini sum gerast limir í ES frá 1. mai 2004 eru: Land Mió. íbúgvar Cypern 0,7 Estland 1,4 Letland 2,4 Litauen 3,5 Malta 0,4 Poland 38,6 Slovakia 5,4 Slovenia 2,0 Tjekkia 10,3 Ungarn 10,0 Hesi londini eru ógvu- liga ymisk í stødd og tað eru tey eisini hvat fiski- vinnu viðvíkur. Í londum sum Malta og Cypern hevur fiskiskapur stóran mentanarligan týdning, men millum tey nýggju limalondini er tað bara Poland og tey trý balt- isku londini sum hava eina fiskivinnu av týdn- ingi. Í Polandi arbeiða umleið 40.000 fólk í fiskivinnuni, í Letlandi arbeiða 12.000 fólk í fiskivinnuni, í Estlandi 10.500 fólk og í Litauen 3.500 fólk. Felags fyri Poland og tey trý baltisku londini er at tey øll útflyta fisk fyri størri virðir enn tey inn- flyta. Størsti parturin av tí innflutta fiskinum verður virkaður og út- fluttur aftur til tey ríkaru ES londini. Tað lága kostnaðarstigið í londun- um ger tey rættiliga kappingarfør til virking av fiskavørum. Sum ES limir koma hesi londini sjálvandi at hava fría marknaðar atgongd fyri allar vørur eisini meirvirkaðar triðjalandsvørur. Tey koma eisini at fáa bein- leiðis atgongd til allar stuðulsskipanirnar í fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Londini hava eina høgt útbúna arbeiðsmegi við siðvenju at virka fisk, samstundis sum tey hava eitt kostnaðarstig sum er munandi lægri enn í fiskivinnutjóðunum fyri norðan. Harafturat er tað nógvastaðni í hesum londunum stórt arbeiðs- loysi og týdningurin av ynskjunum um at varð- veita arbeiðspláss í fiski- vinnuni skal als ikki undirmetast. Eygleiðarar vænta at trýstið á at keypa rávør- una úr Norður Atlans- havinum til virkingar í hesum nýggju ES lond- unum kemur at økjast munandi í komandi árum. Felags marknaðar skipanin hjá ES vil stuðla undir eina slíka gongd. Lond sum Noreg og Føroyar merkja hetta í skapi av ongum tolli á rávørur men tolli og inn- flutningsloftum á góðsk- aðar vørur. Um hendan gongdin í ES umboðar møguleikar ella hóttanir fyri fiski- vinnulondini í Norður Atlantshavi, velst alt um eyguni sum hyggja. http://www.industry.fo Vinnusíðurnar Vinnusíðurnar Vinnusíðurnar ES víðkan broytir handilsmynstur fyri fiskavørur Hans Johannes á Brúgv, stjóri hjá O.C. Joensen. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com Rækjuskipið Kappin liggur í løtuni stillur. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com C M Y K 17 16