fríggjadagur 3. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein lætti tá tú situr
við bókini í hondini
Tað sigur Helgi Jacobsen, høvundur av bókini »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, sum samstundis heldur, at
ringasta kenslan er at sita seinasta dagin, at handritið skal latast úr hondum og hugsa um, at eingin møguleiki
longur er at gera eina seinastu rætting
Leo Poulsen
Hann er eftir hondini við at
gerast ein av vetranunum, tá
tað ræður um bókaskriving,
tí longu í 1982 kom hansara
fyrsta bók út. Og í gjár varð
so hansara seinasta verk lagt
fram á móttøku á Hotel Før
oyum.
– Talan er um eina bí
legging, sum eg havi arbeitt
við ógvuliga intenst síðani
seinnapartin av oktober 2012,
sigur Helgi Jacobsen.
Tað
vóru
Sprotin
og
Johannes Jensen, stjóri á
Hotl Føroyum, sum settu seg
í
samband
við
Helga
Jacobsen.
– Í slíkum førum tosi eg
við
arbeiðsgevaran
um,
hvussu vit grípa málið ann.
Hvat skal við og hvat skal
fara aftur við borðinum. So
skrivi eg eitt útkast, eitt slag
av arbeiðsskjali, sigur Helgi
Jacobsen.
Tað hendi so eisini í
hesum føri. Men tað krevur
rættiliga nógv tíðarkrevjandi
reserch.
– Tað er í veruleikanum
eitt privilegium at fáa eina
slíka uppgávu, tí tú lærir
ógvuliga nógv um samfelag
ið og samfelagssøgu, sigur
Helgi Jacobsen.
Tað var í oktober í fjør, at
tað rann saman millum
Sprotan, Johannes Jensen og
Helga Jacobsen, so tað skuldi
ganga skjótt fyri seg.
– Eg byrjaði veruliga
seinast í oktober, og so
arbeiddi eg intenst til eiaferð
fyri hálvum øðrum mánað
síðani, tá bókin so fór til
prentingar,
sigur
Helgi
Jacobsen.
Meira av tí góða
Ein av stóru spurningunum
í sambandi við bókina var,
hvussu hon skuldi eita.
– Tað umhugsaði eg ógvu
liga gjølla. Eitt stað á vgnum
arbeiddu vit við, at navnið
Hotel Føroyar als ikki skudi
verða við í heitinum, men
hesum sluppu vit kortini ikki
undan, sigur Helgi Jacobsen.
Hann leitaði í hvørjum
króki av heilanum, men tað
var ikki fyrr enn hann ein
dagin heilt av tilild læs eina
grein hjá kenda danska
sexologinum, Joan Ørting.
– Tað var ein grein um ein
fyrilestur, hon hevði hildið í
Føroyum, sum snúði seg um
tað góða við kynslívinum.
»Det gode liv« nevndi hon
fyrilesturin, og tað legði
grundina undir heitið á
bókini, »Hotel Føroyar -
meira av tí góða«, sigur Helgi
Jacobsen.
Hann tosaði so við Leif
Sørensen og hinar kokkarnar
á Koks fyri at hoyra, um tað
kundi væntast meira av tí
góða matinum, sum Koks nú
stendur fyri.
– Og har søgdu teir mær,
at teir í veruleikanum ikki
rúktu annað, enn føroyingar
altíð hava brúkt, men at teir
bara høvdu lagt nakað aftrat.
Tí kann roknast við, at vit
fara at fáa meira av tí góða
eisini í framtíðini, sigur Helgi
Jacobsen.
So saman við fyrilestri
num hjá Joan Ørting og
gourmet matgerðini á Koks
kom heitið á bókini.
– Tað var eitt sindur
tilvildarligt, men øll fullu fyri
heitinum beinanvegin, og so
var tað avgjørt, sigur Helgi
Jacobsen.
Ein bók av søgum
Bókin er ikki ein kronologisk
gjøgnumgongd
av
Hotel
Føroyum frá degi eitt og
fram til dagin í dag.
– Eg vildi hava eitt faktult
grundarlag fyri bókini, og tí
granskaði eg nógv í søguni,
sum í veruleikanum byrjaði
her í Vágsbotni. Við Ryberg
byrjaði tað góða lívið, og í
smáum søgum verður so
greitt frá lívinum frá før
oyska gestablídninum fyri
250 árum síðani fram til
dagin í dag, sigur Helgi
Jacobsen.
Bókin kemur eisini rund
an um Henry Stanley, sum í
1800 talinum kom til Føroya
á granskingarferð.
– Har fann eg eina frá
greiðing um, tá hann skuldi
upp á Slættaratind. Har
stendur í frágreiðingini, at
teir lógu nátt í útjaðaranum
av Tórshavn, sum var á
Kjalnesi. Tá Kollafjørður nú
er en partur av Tórshavn,
passar tað jú á sín vís, sigur
Halgi Jacobsen.
Nú kann tað so vera sínar
sakir, um hetta var stytsti
vegurin norður á Slættara
tind, men soleiðis var so mett
tá.
– Hann hevði tríggjar
skrivarar við sær, og teir
kundi greiða frá, at ongantíð
hevði Henry Stanley sovi so
væl og bleytt, sum hesa
náttina á Kjalnesi, og ong
antíð hevði hann fingið betri
morgunmat, enn hendan
mogunin. Og serliga var tað
drýlurin, sum var góður,
sigur Helgi Jacoben.
Ein onnur søga var, tá
Sørin Olsen skuldi hava
skeinkiloyvi til Vertshúsið.
– Sørin Olsen og Tillich,
amtmaður, vóru góðir vin
menn, og áttu eitt nú eina
slupp saman. Tað var Tillich,
sum skriaði loyvisgearanum
eitt tilmæli um, hví tað var
gott, at eitt skeinkiloyvi varð
útskrivað. Millum annað fór
hetta at koma svørtu søluni
av brennivíni til lívs, av
bygdafólk kundu fara inn á
Vertshúsið at fáa sær ein
ráka, og so fór eisini at minka
við fólki í einahaldlinum,
sigur Helgi Jacobsen.
Strævið – men gott
Arbeiðið við at skriva hesa
bókina hevur verið ógvuliga
intenst, og stundir hva ikki
verið til nakað annað.
– Eg haldi, at eg einaferð
hesar mánaðirnar havi átikið
mær at verið orðstýrari til
eitt tiltak um fiskivinnu
politikkin, men annars hevur
tað verið reserch og skriving
á skránni hvønndag, sigur
Hegi Jacobsen.
Og tað ljóðar ógvuliga
strævið, men soleiðis nýtist
tað ikki altíð at verða.
– Tá eg skrivaði bókina
»Hvaluri er mín«, gjørdu eg
og konan av at fara til
Suðurspania í tveir mánaðir
at skriva. Konan var sekreter,
og so skivaðu vit umleið tveir
tímar um morgunin og so
tveir tímar, meðan siestan
var, sigur Helgi Jacobsen.
Hesar fýra tímarnar um
dagin var arbeitt ógvuliga
itenst, men tað merkti eisini,
at tíð var til at slappa av og
sóla sær.
– Hesar tveir mánaðirnar
høvdu vit vitjan av familju
einar 14 dagar, so tað var
fínasta slag. Vit arbeiddu í
einum góðum umhvørvi mið
skeiðis millum Malaga og
Gibraltar, og meðan vit arb
eiddi var tað intenst, men so
undu vit so eisini slappa av
út a seinnapartarnar og
antin gera mat sjálvi, ella
fara út at eta, sigur Helgi
Jacobsen.
Soleiðis hevur ikki verið
við »Hotl Føryar - meira av tí
góða«.
– Tað er ein ógvuliga góð
kensla, tá tú situr við lidnu
og prentaðu bókini í hondini,
men tað er eisini ein ógvuliga
ring kensla, tá bókin er farin
avstað til prentingar, og
seinasti møguleikin er farin
at gera rættingar. Eingin bók
er lítaleys, so tað besta ein
kann vóna, at okkurt árstal
er eitt ár við síðuna av, sigur
Helgi Jacobsen, sum longu
hevur eina aðra bók klára at
koma út í heyst, umframt at
ein onnur er í stoypiskeiðini.
Tað hevur verið intenst at arbeiða við bókini »Hotel Føroyar - meira av tí góða«, men Helgi
Jacobsen hevur longu eia nýggja bók klára og eia aðra í stoypiskeiðini
Mynd: Álvur Haraldsen