hósdagur 22. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 76 - 22. apríl 2004
Reiðarin hjá Havborg
tekur undir við at
veiðirættindini hjá
rækjuflotanum áttu
at verið betri – sam-
stundis investerar
hann 55-60 milliónir í
tveir nýggjar trolarar
sum verða leveraðir í
juni
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Rækjuskipið hjá leirvíking-
um, Havborg, er til fiski-
skap við Svalbard har tað
gongst hampiliga væl sam-
bært reiðarínum. Samstun-
dis verður roknað við at teir
báðir nýggju trolararnir
sum reiðaríið byggir í Ís-
landi, verða leveraðir í juni.
»Havborg fór til fiskarí
fyri umleið trimum vikum
síðani og tað hevur higartil
gingið hampiligt,« segði
Tummas Justinussen, reið-
ari. Nær teir fjúrtan menn-
inir kunnu rokna við at
sleppa heim aftur hevði
hann tó einki boð uppá.
Hinvegin læt hann skína
ígjøgnum at hann tekur
undir við nógvum av tí sum
rækjuvinnan hevur ført
fram í seinastuni viðvíkj-
andi støðuni í rækjuvinnuni
og mistum veiðirættindum.
»Nú er Havborg okkara
fyrsta roynd í rækjuvinnuni
so vit kunnu ikki tala so
nógv vegna hesa vinnuna,«
segði Tummas Justinussen.
»Men eg kann væl fylgja
hugsanini um at rækjuflotin
er burturúr ringast fyri í
okkara
fiskiflota
hvat
veiðirættindum viðvíkur –
uttan mun til hvør ið eigur
skuldina av at so er. Hvussu
er og ikki, tað er ringt at
skylda upp á onnur enn
okkum sjálv fyri støðuna
sum er íkomin; hetta sjálv-
sagt í kombinatión við teir
vánaligu prísirnar á rækj-
um.«
»Tak til dømis Grønland,
bæði á eystur- og vestursíð-
uni… Tað er føroyingar ið
grundløgdu og bygdu upp
rækjuvinnuna har – og har
eru framvegis nakrar av
teimum bestu fiskileiðun-
um sum vit hava mist øll
rættindi til. Hetta má
onkursvegna kunna fáast í
rættlag aftur.«
Tummas Justinussen rek-
ur saman við pápa sínum
Osmundi Justinussen og
øðrum reiðaríini Havborg,
Sæborg og Polarstjørnan.
Umframt rækjuskipið Hav-
borg umfatar virksemið trý
fiskiskip ið royna undir
Føroyum.
Um góðar tveir mánað
koma so tveir nýggir trolar-
ar, Stjørnan og Polarhav,
sum eru bygdir í Íslandi;
teir lasta 100 tons hvør og
kosta góðar 55-60 milliónir
tilsamans. Í vár 2003 seldu
leirvíkingarnir Polarhav og
Stjørnuna til Sørvágs við
loyvum, og keyptu ístaðin
Akraborg og Varðborg við
loyvum; hesir vórðu tó
lagdir umframt trolarin
Brilliant, og tey trý veiði-
loyvini verða so umsett til
teir báðar nýggju trolararn-
ar.
Vinnusíðurnar
Vinnusíðurnar
Vinnusíðurnar
Íslendsk
fiskasøla letur
upp dóttir-
felag í Kina
B. Tyril / PRnewsMedia.com
Tað íslendska fiskasølufel-
agið Icelandic Group hevur
stovnað eitt nýtt dóttirfel-
ag, Icelandic China, í býn-
um Qingdao. Stjóri í tí
nýggja dóttirfelagnum er
Hans Bragi Bernhardsson,
sum fyrr hevur starvast við
Íslands
Sendistovu
í
Peking.
»Hans er væl kunnigur
um tann kinesiska markn-
aðin og tosar flótandi
kinesiskt,« sigur Icelandic
Group í einum tíðinda-
skrivi.
Icelandic Group hevur í
nøkur ár keypt vørur úr
Kina og hevur samstarvað
við kinesiskar fyritøkur
innan framleiðslu av fiska-
vørum. Gjøgnum ta nýggju
skrivstovuna í Qingdao
skal hetta samstarv menn-
ast víðari, skilst.
Icelandic Group Plc er
eitt móðurfelag ið kontroll-
erar eitt altjóða netverk av
framleiðslu og sølu fyri-
tøkum innan fiskivinnu við
fokus á frystan fisk.
Royna eftir rækjum og keypa nýggjar
trolarar til fiskarí undir Føroyum
Rækjutrolarin Havborg roynir í løtuni við Svalbard
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Nr. 76 • hósdagur • 22. apríl 2004 • 78. árg.
Nú ber til hjá arbeiðs-
takarum og privat-
fólki at leiga sær
arbeiðstól til upp-
gávur sum annars
krevja nógva arbeiðs-
orku ella stórar
íløgur. Fyritøkan
Lyfta v. Eyðun
Egholm í Havn er nú
blivin ein føroysk
deild hjá donsku
fyritøkuni Nordjysk
Lift A/S í Hjørring
LYFTUVOGNAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyritøkan Lyfta v. Eyðun
Egholm í Havn er nú blivin
ein
føroysk
deild
hjá
donsku fyritøkuni Nord-
jysk Lift A/S í Hjørring. Í
hesum sambandi er Eyðun
blivin
starvsmaður
hjá
Nordjysk Lift, við ábyrgd
av føroysku deildini, sum
enn eitur Lyfta. Hetta má
sigast at vera eitt spennandi
og nýskapandi tiltak.
Vit skulu vera amboðs-
deildin hjá arbeiðstakarum
í Føroyum, sigur Eyðun
Egholm
frá
fyritøkuni
Lyfta, sum hevur speciali-
serað seg í at leiga út
arbeiðstól
í
ymiskum
støddum frá 200 gr. til 22
tons ella meira.
Eyðun, sum fyrr var
annar av eigarunum í el-
fyritøkuni El & Tele, sigur,
at hann í teirra arbeiði sá, at
tørvur var á eini fyritøku,
har
arbeiðstakarar
og
privatfólk kundu leiga sær
arbeiðsamboð
til
tær
ymisku arbeiðsuppgávur-
nar, hann hugsaði tá serliga
um lyftir og lyftivognar.
Tað kann til dømis vera
privatmaðurin, sum skal
mála sær húsini ella gera
ábøtur har tað fleiri staðir
er ringt og óhøgligt at koma
til. Ella tað er arbeiðstak-
arin, sum skal byggja eina
høll. Líkamikið hvat upp-
gávan er, so ber til at leiga
sær arbeiðsamboð til ta
ávísu arbeiðsuppgávuna.
Fólk kunnu t.d. leiga sær
ein lyftuvogn og sjálvi
brúka hann, bert skulu tey
ansa eftir at vognurin
stendur á vegi ella føstum
undirlagi, og annars fáa
neyðuga vegleiðing.
Lyfta virkar sum ein
deild hjá Nordjysk Lift A/S
í Føroyum. Stjóri er Per
Nielsen í Hjørring. Alt
bókhald verður gjørt á
høvuðsdeildini í Hjørring,
haðani eisini rokningarnar
verða útskrivaðar og sendar
beinleiðis til kundarnar í
Føroyum.
Meira enn 1.000 ymisk
sløg
Nordjysk Lift A/S ráða yvir
meira enn 1.000 ymiskum
sløgum av arbeiðstólum,
sum teir leiga út til entre-
prenørar, byggifyritøkur og
privatfólk í øllum Danmark
og nú eisini í Føroyum
Nevnast kann t.d. at teir
vóru høvuðsleverandørar
av lyftum og teleskop-
lessarum tá Parkin í Key-
pmannahavn bleiv inni-
lokað. Teir hava fyrr leigað
amboð til Føroyar.
Teir hava m.a. trukkar,
gravimaskinur,
blandi-
maskinur,
betonfresarar,
betonslíparar, skeriamboð,
brekkarar, stein-flísa-grót-
skeriborð, stillads, og lyftir
upp til 48 metra hædd til
leigu.
Eyðun sigur, at hetta
samstarv
gevur
fleiri
møguleikar, og úrvalið
verður nógv størri.
Handverkarar og byggi-
fyritøkur hava tikið væl
ímóti hesum tilboði, nú
sleppa teir frá at gera íløgur
í arbeiðsamboð, sum teir
annars ikki so ofta hava
brúk fyri.
Eisini sleppa teir undan
at brúka tíð og orku upp á at
seta stillads upp, um teir
heldur leiga ein lyftuvogn.
Fólk, sum biðja ein
handverkara til eina ávísa
arbeiðsuppgávu, skulu ikki
gjalda óneyðugar arbeiðs-
tímar fyri skeiv ella mangl-
andi amboð. Nú kunnu tey
fáa júst tey amboðini, sum
hóska til ta ávísu arbeiðs-
uppgávuna.
Lyfta A/S, heldur til í
Fjalsgøtu 13 í Havn, og
telefonnummarið
er
503150. Hetta er til onnur
hølir eru útvegaði.
Ein høll skal byggjast til
at hýsa virkseminum hjá
fyritøkuni, og gongst sum
ætlað verður tað verðuleiki
innan eitt ár, sigur Eyðun
Egholm.
Framleiðslan
av VW
Touran
Sølan av VW Touran
gongur so gott, at
bilarnir nú eisini verða
framleiddir leygardag.
Møguliga verður eisini
neyðugt at byrja nátt-
ina til mánadag
Kelda: Motor Magasinet
GM met-
yvirskot
General Motors trí-
faldaðu samlaða vinn-
ingin í 2003 til meira
enn 2, 6 milliardir
krónur
Kelda: Motor Magasinet
Honda í
Thailandi
Honda arbeiða við eini
verkætlan um at gera
ein bil í Thailandi.
Íløgan er ein milliard
krónur,
og
bilurin
kemur á marknaðin í
2007
Kelda: Motor Magasinet
Lyfta v. Eyðun Egholm:
Leiga arbeiðstólini
heldur enn at eiga tey
Lyfta v. Eyðun Egholm í Havn er nú blivin ein føroysk deild hjá donsku fyritøkuni Nordjysk Lift A/S í Hjørring. Í hesum sambandi er Eyðun blivin starvsmaður
hjá Nordjysk Lift, við ábyrgd av føroysku deildini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
19
18