fríggjadagur 3. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Tað er nakrar fáir gravsteinar á
Svínaryggi, sum eru heilt ólesiligir.
Men ein sólskinsdag skein sólin
soleiðis á ein av hesum, at tað bar til
at finna fram til, hvør ið “átti” hann.
Hetta vóru tvær møðgur, sum báðar
doyði í 1888.
Tann eldra var Anna Elisabeth
Nicolajdóttir, doypt í Havnar kirkju
13.11. 1816. Hon giftist 24. 10 1844 í
Havn við Hans Petersen úr Nólsoy
f. 14.10 1820. Hann var matrósur og
gekk burtur í 1858.
Tey áttu trý børn:
A. Susanna Winther Petersen f.
1.1. 1845. Hon fekk navnið Winther,
tí hon var fødd á vetri. Sama navn
fingu hennara systkin, sum vóru
fødd á sumri.
Hon giftist í 1868 við Samuel
Frederik Rubeksen f. 1845, sonur
Rubek Heinesen, gamla Rubekk.
Sámal giftist inn í Smiðansstovu.
Tey bæði fingu fýra børn:
1. Bergitta Johanna Poulina f.
1868. Giftist í Danmark.
2. Hans,1871-1962. Giftist í 1900 í
Havnar kirkju við Thominu Elisa
beth Hansinu Hansen, 1870-1961, av
Toftum. Hon misti pápan, Tummas,
og abban, Hanus við báti av Toftum
stóra skaðadagin 30. apríl 1870,
tá ið fleiri aðrir bátar eisini blivu
burtur. Thomina var ikki fødd tá,
og varð uppkallað eftir pápanum
og abbanum
Børn teirra vóru:
a. Johan Marius Frits (1901-
1966). Giftist við Christinu Sofíu
Thomsen úr Skopun f. 1900.
Hann sigldi við fyrsta Tjaldrinum
og arbeiddi so í nógv ár hjá Balslev.
Hann roykti eisini matvørur fyri
Heina Kjøt.
b. Julia Maria fødd og deyð í
1903.
c. Sámal Sofus 1904-1976. Giftist
við Agnas Olsen, f. 1904, av Toftum.
Systir hennara, Elsa, doyði fyri
kortum, 103 ára gomul. Hon plagdi
at vera í húsi hjá Agnas.
Áðrenn Sámal var liðugur við
barnaskúlan fór hann til Keyp
mannahavnar at vera hjá fastrini
Anne Sofie, sum var blivin einkja.
Árið eftir kom hann heim aftur.
Sámal var millum annað í Vágs
botnhandlinum, har hann umframt
annað arbeiði lossaði lossijaktir.
Í 1933 fór hann at arbeiða í Ís
felagnum, sum Johan Evensen,
Otto Bech og Hans í Funningsstovu
stovnaðu. Ísfelagið hevði frysti
goymslur fyri fólk, og var hetta tá
eitt stórt framstig hjá fólki. Í 1947
fór hann at arbeiða hjá Wensel Pet
ersen og var har, til hann gjørdist
70 ár.
Sámal hevði tónleik sum ítriv.
Hann var í 1922 við til at stovna
GHM. Sámal spældi á stóru
trummu.
3. Rubek Sofus, doyði sum ný
føðingur saman við tvíbura í 1877.
4. Anna Sofía Louisa f. 1881.
Giftist fyrst við Rubek Nielsen,
framvegis eitt kent navn, og síðan
við Hans Vilhelm Simonsen, hand
ilsmann í Havn.
d. Poul Juul Rubeksen f. 1907.
Hann fór ungur at sigla við Tjaldri
num. Hann fór í kokkalæru og fór
so aftur við Tjaldrinum. Hann fór
síðan við Mærsk og so aftur við
Tjaldrinum. Poul Juul doyði 45 ára
gamal í 1953, ógiftur.
e. Sofus Winther f. 1910. Doyði
í uttanlandasigling í 1939. Fyrr
umrøddur í hesi røð.
f. Thomas Hans 1913-1983. Giftist
við Gudrun Djurhuus (1922-2010).
Hon var bóndadóttir av Húsagarði,
og stóð til garðin. Thomas Hans
varð tískil kendur sum “hyrdin”.
B. Peter Winther Petersen f. 1848.
Giftist við Malenu Susannu Simon
sen f. 1852 í Norðragøtu.
Tey fingu trý børn:
1. Anna Elisabeth Winther f.
1880. Hon giftist við Dánjal Hans
Marius Arge f. 1878 á Argjum, sjó
maður. Tey fingu sjey børn.
2. Sigrid Poulina Winther, 1885-
1900.
3. Hans Erik Winther, 1894-1899.
Smiðansstova
Caroline Heinesen, mamma William,
skrivaði í sínum endurminingum
eisini um Smiðansstovu:
Når man skule gå ud i Vågsbotn
ad Bryggebakken, kom man først
forbi Smiensstue til venstre. Det
var Hanus í Smiensstovas barn
domshjem. Der boede en gammel
bedstemor, lille og rund, så kom
konen i huset, den hed Sanna, hun
var som et forklædt mandfolk,
robust og munden gik altid på
hende – hendes stemme var så grov.
[Hetta var vist Susanna, sum er á
gravsteininum].
Deres 3 børn var Gitte, som blev
gift i København, Hanus [í Smið
insstovu] og Anna Sofia, som er
gift med Vilhelm Simonsen. Hun er
en dygtig kone. Der var en broder
til Sanna, som hed Peter Winther,
han var så rar. Han blev også gift
og boede oppe i Husegård, der hvor
Anton Arge nu bor. Hans kone var
fra Gøte, de havde 2 døtre og en lille
søn, som var Peters stolthed. Han
var også sød. Så blev hans yngste
datter syg og døde, hun var lige 14
år. Drengen blev også syg og Peter
vågede over ham nat og dag, det
tålte han vist ikke.
Min broder Martin brugte ham
som et slags vækkeur. Martin
havde ondt ved at vågne om morg
enen, så han havde et hul i vindues
karmen, hvorigennem han stak en
sejlgarnssnor, bandt så snoren om
den højre hånd, så stillede Peter
Winther neden under vinduet og
trak i snoren. Hånden blev på den
måde løftet ½ alen fra sengen, så
vågnede jo Martin, men sæt nu
at Peter ikke havde været klar i
hovedet, kunne Martin næsten
have mistet hånden. Den ældste
af Peters døtre er gift ude på Arge
med en mand, der hedder Daniel,
man kalder ham Bonden på Arge.
Line, Sofus’ mor ude i Bø, er også
en søster til Peter.
Petur Alberg skrivar eisini í
síni dagbók um Petur Winther, og
hvussu tað gekk á hann, tá ið son
urin doyði. Tað endaði við, at hann
varð innlagdur á hospitalið.
C. Nicolaj f. 1852. Hann doyði
longu árið eftir.
D. Nicolina Winther, f. 1854. Helst
uppkallað eftir deyða beiggjanum.
Giftist við Johan Marius Jacobsen
f. 1857 í Kaldbak. Hann var skipari
og druknaði í 1900.
Hann var saman við einum
øðrum manni farin inn á Strendur
við vøru við einum deksbáti hjá
Jens Olsen, keypmanni.
Komin inn á Strendur mátti
farast í land við einari jollu, men
á veg umborð aftur datt Johan
Marius úr jolluni, og hann fekst
ikki aftur.
Nakrar
dagar
seinni
komu
strandingar til Havnar við líkinum,
sum var komið aftur í aftur.
Tey áttu trý børn. Umrøddi Sofus
var eitt teirra. Hann var annar teirra
sum bjargaðist við Puritan í 1920.
HENDUR IÐ SLEPTU
Smiðansstova: Ein partur av
søguni hjá Rubeksenættini
Smiðansstova verður vanliga sett í samband við Rubeksenættina. Sámal
Rubeksen giftist inn í Smiðansstovu, sum hevur eina serliga søgu
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá Henry Young og øðrum
fiskimonnum úr Grimsby á
Svínaryggi.
ANNA ELISABETH
PETERSEN
F. 1816
D. 14.6. 1888
SUSANNA WINTHER
RUBEKSEN
F. 1.1 1845
D. 3.6. 1888
Thomina og Hanus í Smiðansstovu
Her í Bringsnagøtu, har vegurin nú gongur út á Reyn,
lá Smiðansstova,