Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. mai 2013 · Nr. 50 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvsfólk til Trivnaðardepilin eind 3 Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til eind 3 Eind 3 savnar tænasturnar til borgarar við autismu í Suðurstreymoy og Sørvági v.m. Talan er um sambýlir, stuðulstoymi, stuðul í heiminum og umlætting. Talan er um • 1 fulltíðarstarv við arbeiðstíðum, sum fevna um alt samdøgrið, dag-, kvøld-, nátt- og vikuskiftisarbeiðstíðir. Starvið verður at seta sum skjótast, ella eftir nærri avtalu. Fyribilsstarvsstaður er í Pætursgøtu 3, Hoyvík. • 1 starv á 15 t/v sum stuðul í Sandoynni, stuðulin hevur til endamáls, at skipa gerandisdagin og frítíðina hjá ungum drongi. Fyribilsstarvsstaðurin er í Sandoynni, men møguleiki er at gera nýtslu av ymsum tilboðum á meginøkinum. Størvini Arbeiðið fevnir um at virka fyri, at borgarin við autismu fær tann neyðuga stuðulin og umsorganina, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Førleikakrøv Viðkomandi hevur námsfrøðiliga útbúgving. Um eingin søkir við útbúgving, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki. Vit vænta • Tú ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiði á arbeiðsplássinum •Tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri •Tú hevur kt-førleika á byrjunarstøði •Tú tolir broytingar bæði í mun til arbeiðsuppgávur og broyting, tá talan er um arbeiðsstað Trivnaðardepilin kann bjóða Vit bjóða eitt starvsøki, sum er í støðugari menning og broyting, har alla tíðina verður strembað fram ímóti at geva eina betri tænastu til borgarar. Vit bjóða eisini eitt starvsøki við møguleika fyri persónligari og fakligari menning, ein virknan starvsfólkahóp og samávirkan á gerandisuppgávur. Setanartreytir Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðar­ depilin eind 3. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Meiri fæst at vita um størvini við at ringja til Poulu Djurhuus, eindarleiðara, tlf.: 297415 Umsókn Umsókn saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: starv@av.fo Til ber eisini at senda umsókn sum bræv til: Almannaverkið Trivnaðardepilin eind 3 Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096 110 Tórshavn Vinaliga merkið brævbjálvan “umsókn Eind 3” Umsóknin skal verða okkum í hendi áðrenn 17. mai 2013 kl. 12.00. Starvslýsing Trivnaðardepilin Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum, sum árliga veita 14000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga. Starvsfólk til Trivnaðardepilin Eind 9 verkstøð og verkhús Søkt verður eftir 1 starvsfólki til Eind 9, starvstaður er verkstaðið á Bakka í Vági.. Talan er um: 1 starv á 30 tímar um vikuna, dagtímar at seta sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Starvið Er á vardum verkstaði við 18 borgarum við serligum avbjóðingum. Á verkstaðnum verður dentur lagdur á framleiðslu og annað mennandi arbeiði. Arbeiðið er at skipa dagin, so at borgarin fær ein mennandi og innihaldsríkan dag. Dentur verður lagdur á, at borgarin lærir at meistra og megna egið lív. Førleiki • Námsfrøðiliga ella líknandi útbúgving • Tænastusinnað/ur og setur borgaran í miðdepilin • Áhugað/ur í at fremja skynsamar broytingar í eindini • Evni at samstarva og náa mál í felag • Kunnleika um menningartarn, autismu og fjølbrek Vit vænta • At tú dugir at leggja arbeiðsuppgávur til rættis, eftir førimuni hjá tí einstaka borgarnum • Er handaliga væl fyri • Er tolin og dugir at læra frá tær • Sær týdningin av góðum samstarvi • Kann arbeiða sjálvstøðugt, bæði við framleiðsluvørum og við sosialt mennandi arbeiði, saman við teimum, sum eru á verkstaðnum • Er opin fyri at luttaka á skeiðum/fundarvirksemi, ið mennir stovnin • Er kropsliga og sálarliga væl fyri • Hevur KT-førleika á byrjunarstøði Løn og setanartreytir Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðardepilin eind 9. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag Umsókn: Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og CV skulu sendast til Almannaverkið Trivnaðardepilin Smyrilsvegur 20 Postrúm 3096 110 Tórshavn Stílað: Umsókn Eind 9 Eisini ber til at senda umsóknina við telduposti til: starv@av.fo og viðmerkja ” Umsókn um starv - Eind 9” Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til eindarleiðaran Poulinu Johannesen tlf. 297630 ella varaeindarleiðaran Katrin Haraldsen tlf. 297442. Umsóknin skal verða okkum í hendi áðrenn 17. mai 2013 kl. 12.00. Starvslýsing Trivnaðardepilin Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum, sum árliga veita 14000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga. Sp/f PO Brokers Millum Gilja 149 - Box 1186 FO-188 Hoyvík Tel. +298 356222 Fax +298 356223 Mobile +298 226222 pobrokers@pobrokers.fo www.pobrokers.fo Norðhavið til sølu Um hóskandi boð fæst, verður Norðhavið selt við øllum loyvum. Í stuttum um skipið: Skipið er bygt í Svøríki í 1986. Longd 13 m, breidd 4 m og dýpd 1,6. Hevur ein Caterpillar motor á 302 BHP frá 1986, yvirhálaður í 2010. Væl útgjørdur á brúnni. Væl útgjørdur á dekkinum við rustfríum íslendskum línuspæli og rustfríum pavnum. Leitið til sølu Um hóskandi boð fæst, verður Leitið selt við øllum loyvum. Í stuttum um skipið: Skipið er bygt í Danmark í 1959. Longd 13 m, breidd 4,5 og dýpd 1,7. Hevur ein Mitsubishi motor á 318 BHP frá 2007. Gear, aksil og tangar frá 2007. Nýggj tól á brúnni. Nógv onnur útgerð er eisini við í keypinum.