fríggjadagur 3. mai 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 50 · 3. mai 2013
2
VIKUSKIFTI
Matur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 1986 lat Roca-familjan í norðurspanska
býnum Girona upp matstovu í einum
arbeiðarakvarteri. Matstovan hevur
síðani ment matarlepan, sum blandar
traditionellar rávørur og nútímans
matgerð, og var í vikuni kosin heimsins
besta matstova í atkvøðugreiðslu, sum
tíðarritið Restaurant samskipar.
Seinastu trý árini hevur Noma á
Norðuratlantsbryggjuni í Keypmanna
havn havt heiðurin sum heimsins besta
matstova, men hesaferð gjørdist Noma
nummar tvey á listanum.
Mamman lærdi teir
Matstovan El Cellar de Can Roca liggur
í einum býi nakað norðanfyri Barcelona
í landnyðringspartinum av Spania, og
tað eru tríggir brøður – Josep, Jordi and
Joan – sum reka matstovuna. Teir lótu
matstovuna upp við síðuna av barrini,
sum foreldur teirra høvdu.
Í 1997 fekk matstovan fyrstu
Michelin-stjørnuna og hevur
nú tríggjar. Beiggjarnir siga,
at teir lærdu katalanska
matgerð frá mammuni, men
teir hava síðani ment uppskriftirnar og
rættirnar, so at matstovan nú er fremst
í øllum heiminum.
Heiðurin hjá El Cellar de Can Roca
er ein sigur fyri Norðurspania, tí mat
stovan liggur bert 50 kilometrar frá El
Bulli, sum var heimsins besta matstova,
áðrenn Noma fór við heitinum.
Kærleikin
blómar á
YouTube
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Johannes Jensen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Inna
Törnroos
Ein matstova í einum katalanskum arbeiðarakvarteri
í Norðurspania, sum verður rikin av trimum
brøðrum, er kosin til heimsins bestu matstovu
Eg veit ikki, hvussu tað er hjá tykkum, men
eg vakni hvønn morgum við ljóðinum frá
YouTube. Synirnir, sum eru seks og átta
ára gamlir, hava lært seg at tendra telduna,
skriva »www.youtube.com«, og síðani
fyrstu bókstavirnar í yndistónleikinum ella
filmunum.
Mangan havi eg hug at koyra oyraproppar
í, meðan eg fái mær morgunmat.
YouTube er ikki bara yndismiðilin hjá
yngra ættarliðnum. Í mars fór brúkaratalið
upp um eina miljard um mánaðin.
Tað, tey flestu fara inn á, eru filmar, sum
eru hjartanemandi – elskulig djór, børn,
kærleikspør og so tey, sum ikki hava havt tað
so gott í lívinum, men har vend er komin í.
Tvey dømi, sum tey flestu helst hava sæð,
er, tá Paul Potts og Susan Boyle syngja fyri
dómarunum í »Britain's Got Talent«. Hvør
feldi ikki eitt tár, tá Paul Potts sang Nessun
dorma hjá Puccini?
Av tí at eftirspurningurin er so stórur eftir
slíkum sólskinssøgum, eru nógvar óektaðar
eisini at finna – tit hava kanska sæð filmin
har ein geitalamb verður bjargað av einum
grísi – higartil hava 7,7 miljónir sæð hann –
men hann er tíanverri ikki veruligur. Sama
við yrkingini, ein gamal maður lat eftir sær
á ellisheiminumm og sum var deild um allan
heimin.
At vit vilja síggja elskulig børn, djór
og kærleika er so sera menniskjaligt. Tað
vekir djúpar kenslur í okkum og vón um
eitt rættvísari samfelag, har øll hava somu
møguleika til eydnu.
Við modernaðari tøkni eru hesir filmarnir
á YouTube tað sama, sum vit áður fingu í
søgum og sagnum.
Og so elska vit eisini at deila hesar filmar
nar við onnur – eg eisini – tit mugu bara
googla »Mukhtars Fødselsdag«, um tit ikki
hava sæð tað áður (4,4 miljónir hava longu
verið inni). Ein tárdryppandi filmur um ein
busførara í Keypmannahavn – meira sigi eg
ikki.
So segði
hann...
Nú eru tey
heimsins bestu
– Tað verður skjótt soleiðis, at
kringvarpsfólk fara at ganga í
húsini við einari bússu og biða fólk
koyra í, so at Kringvarpið fær sent
Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting
Stór frøi á El Cellar de Can Roca, sum nú er heimsins besta matstova