Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, helt eina mergjaða flaggdagsrøðu í Vest­manna. Hóast hann er var­a­maður Fólkafloksins á tingi, so fingu samgongan og Fólkaflokkurin ein ord­ans frammaná frá hon­um. Um hann er vorðin jav­n­að­ar­ mað­ur ­ella tjóðvelidsmaður, meld­ar søgan einki um. Men les­arin kann gera sínar egnu met­ingar: »Føroya fólk hevur hetta sein­asta hálvtannað árið ver­ið eygleiðari til nógvar broyt­ingar í samfelag okkara, summ­ar góðar, og summar als ikki umhugsaðar og bara trum­l­aðar ígjøgnum av okkara hægstu mynd­ug­ le­i­kum. Her kann nevnast skatt­alættin, ið ein­ans var latin teimum heilt fáu í sam­ felag­num. Meiningin var, at man skuldi fáa gongd í bú­ skapin aftur við at økja um privatnýtsluna, men hetta hev­ur sligið feil, tey við lág­um og miðal inntøkum fáa ongan skattalætta, og hava tískil ikki ráð at brúka meira, meðan tey há­løntu gjalda teirra lán niður, ella brúka hes­ar eyka pengar til m. a. at ferðast fyri. Er hetta rætt? Mítt svar er noy! Vit skulu hava eina tjóð, har øll kunnu liva und­ir somu villkorum, eisini fíggj­ ar­korum. Pensjónslógin, ið væntandi verð­ur samtykt seinri í ár, set­ ur meiniga uppspararan í nógv verri støðu enn fyrr. Pen­sjóns­ skatt­urin hækkaði 5% frá 35% upp í 40%, eisini verða kap­it­ al­pen­sjón­ir avtiknar, og fólk verða tvungin at spara upp í lív­rentu og lutapensjón, ið við­ førir, at Landið kann mót­rokna uppsparingina í fólk­a­pen­sjón­ ini. Hetta gevur ein eyka skatt á 18%, so samlað kemur tann m e i ­ n­igi før­oy­ ing­urin at g j a l d a 58% í s k a t t i av teirra pen­sjón. Øll ráð frá IMF og heims­ bank­a­num siga, at ein fyritreyt fyri einari burðardyggari pen­ sjóns­skip­an er, at tað loysir seg at spara upp til pensjón. Halda tit, at tað loysir seg at spara upp undir nýggju pen­ sjóns­lógini? Mítt svar er Noy! Halda tit, at henda skipan fer at vera haldbar? Mítt svar er Noy! Nógv positivt er eisini at hóma, og er hetta merkt av sjálv­ari náttúruni, meira pel­ a­gisk­ur fiskur, ið kann geva ­Før­oya landi munandi hægri inn­tøkur, um rætt verður borið at, men tíanverri er eisini her okk­urt spinnandi galið: tey, sum hava nokk av kvotum, fáa meira, og hava sentraliserað fisk­i­vinnuna í tveimum støð­ um í landinum. Her verður ikki hugsað um, at tað, ið livir í havi­num, er fólksins ogn, ikki ogn hjá nøkr­um útvaldum. Bygdir sum Vestmanna kundu blóma, um hetta ríkidømið var deilt javnt millum før­oy­ingar, og so at siga allar bygd­ir/býir kundu blóma, og møguliga eisini havt fólk­a­vøkst­ur.« (brot úr flaggdagsrøðuni, sum kann lesast á facebooksíðni hjá Paula Trond Petersen) Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Gunvør Balle Kjak síða 24 Kring­ varp­ið á vandakós Ivan Eginson eysturland Kjak síða 25 Kapp­ ing fyri smá­tjóðir Tá tað eru onnur, sum gjalda gildið, so er tað so nógv lættari at tiltuska sær serrættindi – so sum góðar nevnd­arsamsýningar. Slíkt hava vit hoyrt um fyrr. Vit kenna tað frá politikarum, sum hava dugað væl at fingið sær sersømdir uttan um beinleiðis lønina, so tær sær penari út. Tí hækkar teir lønina ov nógv, so sæst tað beinan vegin. Í staðin hava tær lóggivið sær feitar pensjónir, sum lættliga blíva 15 ferðir so góðar, sum tær vóru, um tað bara minti um vanligar almennar lønarsáttmálar. Bankar hava dugað væl at lívgað sín­um, og Tryggignarfelagið Føroyar er einki undantak í so máta. Í blaðnum fríggjdagin vístu vit á, at fyrr­verandi stjórin í felagnum, sum fekk 3,3 milliónir krónur í løn aft­ur­fyri av egnum ynski at siga seg úr starvi, og sum síðani av nevndini varð skotin upp fyri umboðsráðnum sum fyrsti nevndarlimur, sum ikki var valdur í umboðsráðið, fær um 1,2 milliónir krónur um árið fyri at vera nevndarformaður í høv­uðs­fel­ ag­num og nevndarlimur í ymsum und­ir­nevndum. Tryggingarfelagið Føroyar er eitt sí­n­a­millum tryggingarfelag. Tað merk­ir, at fólk, sum tekna tryggingar í fel­ag­num, eiga felagið. Talan er ikki um eitt partafelag, har tann, sum eigur mest í partapeningini hev­ur størstu ávirkanina á felagið. Men tað eru fólk, sum koritni hava stórt vald á felagnum. Og hvussu ber tað til? Demokratiið í felagnum er ikki so eyð­sýnt. Evsta vald sigst vera um­boðs­ráðið, sum verður valt av trygg­ing­ar­takarunum. Valluttøkan er ikki stór – kanska serliga tí, at val­lut­tøku­tilgondin er so fløkt – har nærmast lagt verður upp til trygg­ ing­ar­tak­ar­an um ikki at atkvøða. Eitt so stórt felag, sum Trygg­ing­ ar­fel­ag­ið Før­oy­ar átti at sæð eina æru í, at so nógv­ir trygg­ing­ar­tak­ ar­ar, sum gjørligt, greiddu at­kvøðu. Tað kundi til dømis verið gjørt við at at ein aktøvðuseðil varð send­ ur hvørjum tryggingartakara, so hvør trygginartakari kundi at­kvøtt í mun til síni tryggingargjøld. Men tað tykir ikki sum um, at valdselitan hev­ur á­huga í, at avgerðartilgongdin hev­ur støði í hesum. Argumentini eru mong og há­ floygd. Men tað skerst ikki burt, at trygg­ing­ar­tak­ar­in hevði sæð størri virði í felagum, um tað lívgaði eitt sindur meira hjá teimum á nið­uastu meinigu tryggingargjaldarunum – teimum sum gjalda gildið – heldur enn at forgylla tey á ovastu hædd. Eitt »fólkins felag«, sum Tryggingarfelagið Føroyar, átti at gingið undan at víst ábyrgd og hógv og harvið virðing fyri teimum, sum gjalda. Tá fólkið gyllir formannin Soleiðis skrivar Tórbjørn Jac­ob­sen á Facebook: – Nostalgi'in fær ein hvøkk. Tað kann koma fyri, og tað hendi í dag. Vit vóru nakr­ir, sum leitaðu okkum inn í losjuna Skjøldur og Glyvra Bio í dag, mest fyri at síggja hvussu ringt skilið var vorð­ið, og tað er so út av lagi, at har gerst eftir øllum at døma onki. – Hetta var í áratíggju stað­ið, har sum alt kundi henda. Losjufundir, dansur, bar­dag­ar, fríggj, politiskir fund­ir, krist­i­lig­ir fund­ir, kyk­mynd­a­fram­sýn­ing­ ar, av­hald og drukk. Eitt multihús - alt á einum mat­ r­i­k­uli. So segði ­hann, her lærdi­ man to­talt frá­hald í syðra end­a­num og í norð­ara part­inum bar seinri til at læra seg kynstrið at smakka sær á. Tolerancan var øgilig – ja, næstan full­kom­in. Tí hev­ur tað verið við sorg­blídni, at man hevur eyg­leitt nið­ur­ bræð­ing­ina í eina tíð, og tað ring­asta er helst, at táið ein skansi fell­ur, kemur onki lík­inda tilboð í­staðin. Tað er kanska ein komm­unalur spurn­ingur, sum fólksins tæn­arar (eisini ung­dómsins tæn­arar) kunnu gera nakað við? Glyvra Bio hoknar Tey við stórum valdi áttu eisini at dugað at víst hógv Pauli sigur NOY til Fólkaflokkin Glyvra Bio var í áratíggju staðið, har alt kundi henda, skrivar Tórbjørn Jacobsen á Facebook. Nú er ikki nógv eftir av húsinum