Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Visitfaroeislands fyri níggjundu ferð Stevnan hevur ikki altíð itið visitfaroeislands, men hetta er níggjunda árið, at skipað verður fyri einari stevnu av hesum slag, sum ár undan ári hevur verið vaksandi Leo Poulsen Tað er Atlantic Airways, sum saman við Ferðaráðnum skip­aði fyri stevnuni, visit­ faroeislands, ið varð hildin um vikuskiftið. Hendan stevnan hevur áður itið Fly the Faroes og onnur nøvn, men síðani Ferðaráðið varð endur­stovn­ að, er tað vorðið ein partur av fyriskipanini, og tað merkir, at navnið nú er visit­faroe­ islands. – Vit hava ikki nakað ávíst tema á stevnuni, men tað er meira føroysk ferðavinna í síni heild. Men tað er huga­ ligt at síggja, at áhugin er vaksandi framvegis, og eg hugsi, at hetta er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 50 luttakarar uttanands, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Føroysku luttakararnir telja 25, og talan hevur verið um eitt sera gott samstarv millum Ferðaráðið og alla incoming vinnuna í Føroy­ um. – Saman hava vit so skip­ að fyri tiltakinum, og tað er gleðiligt at síggja, at feløg ganga aftur, sum hava sent ferðafólk til Føroya í størri og minni nøgdum gjøgnum árini. Men eisini nýggir ak­ tør­ar eru komnir á banan, og teir hava havt eitt fantastiskt upplivilsi undir Hestoynni við Norðlýsinum, sigur Magni Arge. Har vóru tey til eina konsert við Christian Blak. – Og í dag hava tey so uppivað, hvussu skjótt før­ oyska veðrið kann skifta, frá kavaælingi um morgunin til summar og sól seinnapartin, sigur Magni Arge. Tað eru tey ógvuliga hug­ tikin av. Tekur tíð Hann hevur sagt tað so mangan áður, og hann sigur tað aftur nú. – Hetta er ein tilgongd, ið tekur tíð. Tað tekur tíð at gjøta jørðina, men tað vísir seg, at tað ber spakuligan ávøkst, og eg haldi eisini, at tann dentur, ið verður lagdur á frá almennari síðu við at stuðla ferðavinnuna við fleiri pengum, og við at minka um ferðaavgjaldið, fara bæði at viðvirka til, at vit fara at fáa meira burtur úr í ferða­ vinnuni, sigur Magni Arge. Nýggir luttakarar merkir ikki neyðturviliga nýggj lond, men tað er heldur ikki tað, ið umræður. – Eg veit ikki, um nøkur nýggj lond eru við í ár, men eg síggi, at størsti parturin er úr norðurlondum, og serliga Danmark, sum er tann størsti marknaðurin. Men eg kann siga, at Italia, sum vit byrja at flúgva upp á í juni mánað, er væl umboðað, og fyri fyrstu ferð eru heili fimm ferðaløg úr Italia við, sigur Magni Arge. Hann heldur, at hetta týð­ ir upp á, at áhugin í Italia er stórur. - Her eru eisini tvey ferða­ løg úr Spania, har vit eisini flúgva, umframt umboð úr Fraklandi, so tað er alt, ið bendir á, at rutusambondini, ið vit hava sett á stovn í fjør og í ár, hevur víðkað um áhugan, sigur Magni Arge. Síggja úrslit Tað tekur sum nevnt tíð og neyðugt er at gjøta jørðina, men úrslitini byrja at vísa seg. – Ja, eg haldi tað. Spyr tú hotellini, so hugsi eg, at tey eru rímiliga væl bókað í summar, og vit síggja tað eisini á bókingunum hjá okkum, tað koma fleiri og fleiri. Eg kann ikki siga, at tað eru komnir so ógvuliga nógvir spaniólar enn, men tað koma nakrir, sigur Magni Arge. Meginparturin eru føroy­ ingar, men tað sæst ein ávís rørsla í Italia. – Vit síggja ein áhaldandi áhuga úr Danmark og aðra­ staðni, eitt nú í Noreg og Svøríki, so tað er ógvuliga positivt. Ongland hevur ligið nakað tungt í sjónum í eina tíð, men vit hava fyri fyrstu ferð fingið fimm keyparar við úr Onglandi, har tað ongantíð hava verið fleiri enn tvey áður, sigur Magni Arge. Teir eru tí ógvuliga vón­ ríkir um, at tað fer at bera enn meiri ávøkstur enn fyrr. Annars eru luttakarar úr so fjarskotnum londum sum USA og Kina. – Eg hugsi ikki, at nakar er við frá Australia, eins og seinast. Men eg hugsi ikki, at tað ger mun, hvaðani tey koma, tað sum umræður er, at tey, ið koma hava ein reellan áhuga í at senda ferðafólk til Føroya, sigur Magni Arge. Summir hava verið her áður, men teirra vitan um Føroyar sum ferðamanna­ land er vaksandi, og teirra áhugi fyri at senda ferðafolk hendan vegin er vaksandi. - Og sum eg sigi, tekur tað tíð at fáa skapt eitt slíkt álit, og tað týðir upp á, at tey halda, at Føroyar eru eitt spennandi ferðamannaland. Føroyar verða ongantíð nakað Mallorca, men eru eitt av fáu londuum í Europa, ið enn eru »unexplored«, og hevur nakað serstakt at bjóða, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, er væl nøgdur við, at visitfaroeislands hevur so stóra luttøku, og at tað almenna nú eisini er frið at spýta nakað av pengum í føroyska ferðavinnu