týsdagur 7. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Disney-røð keypir
føroyskan tónleik
TÓNLEIKUR So hava teir gjørt tað
aftur. Bárður Háberg og Óli
Jógvansson hava smíðað enn eitt
altjóða hitt. Hesaferð er tað Disney
Channel, ið fer at brúka eitt av teirra
løgum sum eyðkennislag til eina
nýggja sjónvarpsrøð
Rólant Waag Dam
- Skulu vit tosa um eitt
gjøgnumbrot, so er hetta
nokk tað. Tað sigur Bárður
Háberg, sum saman við Óla
Jógvanssyni
hevur
sang
skrivaraverksmiðjuna Baroli
Music. Teir hava skrivað eitt
ótal av sangum, fleiri av
hesum hava stórar popp
stjørnur í eitt nú USA, Kina,
Japan og Italia tikið til sín og
útgivið, og umleið ein hálv
millión eintøk av teirra sang
um eru seld kring knøttin.
Nú hava teir enn einaferð
tryggjað sær eina ómetaliga
týdningarmikla avtalu. ”Liv
& Maddie” er arbeiðsheitið á
nýggjari
skemtirøð,
sum
verður sýnd á Disney Chan
nel í summar ella í heyst. Og
tað eru menninir í Baroli
Music, Bárður og Óli, sum
hava gjørt eyðkennislagið til
hesa røðina.
Hetta er greitt eftir fleiri
drúgv útveljingarumfør, har
lagið ”Better In Stereo” hjá
Bárði og Óla hevur verið í
beinleiðis kapping við fleiri
av førandi sangskrivarunum
í Los Angeles, sum vanliga
gera tilfar og tónleik til
Disney.
– Hetta hevur verið ein
drúgv tilgongd, tí í Disney
eru tað so sera nógvar deildir,
sum hava sítt at skula sagt.
Eitt eyðkennislag er í stóran
mun ein brandingarspurn
ingur av sendirøðini, og tí
skulu allir partar hoyrast,
greiðir Bárður frá.
Fyri hálvumøðrum mán
aði síðani fingu teir í Baroli
Music at vita, at lagið teir
høvdu gjørt, taldist millum
tey, ið vóru upp á tal sum
eyðkennislag
til
nýggju
sendirøðina.
– Síðani fingu vit at vita,
at vit taldust millum fýra tey
síðstu, trý tey síðstu og at
enda bara tvey tey síðstu. Tá
var tað ringt at trúgva, at
okkara varð valt fram um øll
hini.
Fíggjarligan týdning
Bárður Háberg og Óli Jógv
ansson hava áður greitt frá,
at tað er ógvuliga ymiskt
nær og hvussu pengarnir
fyri ávísar framleiðslur, teir
hava gjørt, fella. Men við
avtaluni við Disney Channel
er greitt, at taksametrið fer
at telja munandi skjótari nú.
Hvørja ferð ein partur
verður sendur ella endur
sendur, so verður lagið hjá
Baroli Music spælt. Og tað
merkir, at tað fellur ein
ávísur partur í kassapparatið
hjá Bárði og Jógvani.
- Hetta átti í øllum førum
at givið okkum eitt gott
fíggjarligt
grundarlag
at
arbeiða víðari frá, sigur
Bárður.
Sendirøðin verður í fyrsta
umfari send í USA, men
síðani verður hon eisini at
síggja á hinum umleið 40
Disney-rásunum, sum eru
kring knøttin.
Annað samstarv
við Disney
Avtalan, sum Baroli Music
hevur gjørt við Disney Chan
nel, er ikki einasta samstarv
ið millum føroyingarnar og
stóru altjóða fyritøkuna. Í
summar fer Disney at brúka
lagið ”Future Sounds Like Us”
í samband við eitt stórt
lýsingarátak. Hetta er eisini
eitt lag, sum Baroli Music
hevur skrivað og framleitt,
og sum var við á eini
soundtrackútgávu, ið herfyri
lá nummar 26 á Billboard200
listanum í USA. Á somu
útgávu høvdu teir eisini eitt
annað lag við. Hetta er í
sjálvum sær ógvuliga stórt,
men nú hava Baroli-menn
inir so yvirhálað seg sjálvar
við avtaluni um eyðkennis
lagið.
Áður hevur Baroli Music
eisini samstarvað við Disney-
stjørnuna Stefanie Scott, ið
hevur ein av høvuðsleiklut
unum í Disney-sendirøðini
”A.N.T Farm” og hevði ein
høvuðsleiklut í filminum
”Frenemies”, sum eisini varð
vístur á Disney-rásini. Sam
starvið við Stefanie Scott
fevndi millum annað um
sangirnar ”FYI” og ”The Girl I
Used To Know”, ið Baroli
Music skrivaðu og fram
leiddu.
Avtalur sum hesar og
tann, sum Baroli Music nú
hevur gjørt um at gera eyð
kennislagið til nýggju Dis
ney-sendirøðina, eru ómeta
liga avgerandi, tí amerikanski
marknaðurin er heimsins
størsti.
– Men eingin er betri enn
seinasti sangurin, sum tey
hava gjørt. Heldur ikki ein
maður sum Timbaland. Tað
er eisini galdandi fyri okkum,
sigur Bárður Háberg.
Baroli Music samstarvar
sum er við altjóða viðurkend
feløg sum Universal Music,
The Kennel Publishing, A
vex, Sony og Phrased Diffe
rently.
Skulu vit tosa um
eitt gjøgnumbrot, so er
hetta nokk tað
Bárður Háberg
17 ára Dove Cameron hevur høvuðsleiklutin í nýggju
Disney-røðini og fer eisini at syngja eyðkennislagið
hjá Bárði og Óla, ið somuleiðis verður útgivið
sum staklag á millum annað Disney Radio
Bárður Háberg og Óli Jógvansson sita í Føroyum og arbeiða við tónleiki, sum verður brúktur kring allan knøttin