týsdagur 7. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Randi Jacobsen
Størsta
filmsverkætlan
í
Føroyum nakrantíð er útsett
eitt ár.
Ætlanin var annars, at
upptøkurnar,
sum
gerast
skulu í Gásadali og í Vágum,
skuldu byrja í mai í ár, men
tilgongdin gjørdist drúgv
ari enn mett, og tí eru upp
tøkurnar útsettar til næsta
ár.
Ein orsøk er, at allur pen
ingurin ikki er fingin til vega
enn. Filmurin er mettur at
kosta yvir 30 mió. krónur. Eitt
sindur vantar í, sigur Guðrið
Højgaard, stjóri í Ferðaráð
Føroya.
Nokkso stórur partur av
peninginum er komin úr Før
oyum.
Fleiri útlendskir framleið
arar hava vakt verkætlanini
ans, tí hetta er ein óvanlig
søga, og beint nú fara sam
ráðingar fram um at gera
filmin á enskum máli og
ikki norðurlendskum máli,
sum alla tíðina hevur verið
ætlanin. Skal filmurin ger
ast á enskum máli, verður
kostnaðurin væl hægri. Hin
vegin gevur tað fleiri hyggj
arar.
Filmsleikstjóri er Richard
Hobert, sum er millum kend
astu filmsleikstjórar í Svøríki.
Fleiri av filmum hansara
hava fingið virðislønir. Út
valdu sjónleikararnir bera
kend nøvn.
Sonn søga
Richard Hobert fekk søguna
um Frans í Gásadali frá
Daniellu
Sandberg,
sum
býr í Svøríki og er ættað úr
Sørvági.
Hon fekk søguna frá pápa
sínum.
Søgan um Frans í Gásadali
er ein søga um at yvirliva hjá
fátækrafólki fyri meira enn
tríhundrað árum síðan. Tað
er eisini ein søga um tol
lyndi.
Foreldrini hjá Frans vóru
barnleys, og framtíð teirra
var í vanda, tí hvat skuldi
verða av teimum, tá ið kreftir
nar fóru at ganga undan.
Ein dagin fóru tey bæði
til Sørvágs, har eitt franskt
skip lá. Ørindini vóru, at hon
skuldi gerast við barn.
Konan var við barn og
átti sonin, sum fekk navnið
Frans. Ikki óhugsandi varð
hann kallaður upp eftir
pápaupphavi sínum.
Eingin, sum sá niður á tey
fyri tað, tí tað vóru ikki ráð
hjá nøkrum at skammast.
Søgan um Frans í Gásadali
er ikki skrivað niður, men
hon livir framvegis á manna
munni.
randi@sosialurin.fo
Stórfilmurin um Frans í Gásadali verður ikki tikin upp í ár, sum ætlað. Upptøkurnar eru útsettar til
næsta ár, tí tíðin gekk undan, og møguliga verður filmurin á enskum og ikki á norðurlendskum máli
Gásadalsfilmurin útsettur
68% siga ja til samkynt hjúnaband
Nýggj kanning hjá Gallup Føroyum vísir, at meira enn tveir
triðingar av føroyingum taka undir við, at samkynd kunnu ganga
saman í borgarligt hjúnaband í Føroyum. Uppskot um at dagføra
hjúnabandslógina verður lagt fyri løgtingið beint eftir Ólavsøku
Í kanning, sum Gallup Før
oyar hevur gjørt fyri LGBT
Føroyar, taka heili 68% undir
við, at samkynd kunnu
ganga saman í borgarligt
hjúnaband. Tað vil siga,
kunnu vígast á ráðhúsum og
sýsluskrivstovum, men ikki
í kirkjum og samkomum.
Harafturímóti siga einans
27% seg vera móti hesum.
5% siga seg ikki vita hvat
tey halda um málið.
Í øllum økjum í landinum,
í øllum aldursbólkum, í øll
um útbúgvingar- og lønar
bólkum er meiriluti fyri eini
broyting í hjúnabandslógini,
soleiðis at samkynd verða
javnsett við aðrar borgarar.
Tá spurningurin verður
býttur út á kyn, siga heili 72%
av kvinnum ja til at javnseta
samkynd og hinskynd í
hjúnabandslógini,
meðan
tað eru 65% av monnum,
sum siga ja.
– Hetta er eitt fantastiskt
úrslit og eitt gjøgnumbrot í
stríði okkara fyri javnrætti.
Hetta prógvar tað vit í
LGBT leingi hava havt var
hugan av, nevniliga at fólkið
í Føroyum er nógv meira
rúmligt enn politiska lands
lagið ber boð um, sigur Sonja
Jógvansdóttir, nevndarlim
ur í LGBT Føroyum.
Lógaruppskot
eftir Ólavsøku
Rigmor
Dam,
Bjørt
Samuelsen
og
Poul
Michelsen fara at leggja
fram lógaruppskot beint
eftir Ólavsøku. Uppskotið
snýr seg um at dagføra nú
verandi
hjúnabandslóg,
so samkynd eisini kunnu
ganga saman í borgarligt
hjúnaband. Í lógaruppskot
inum verða kirkjur og sam
komur undantiknar at víga
samkynd.
– Henda kanningin vísir
heilt greitt, at Føroya fólk
ynskja at javnseta hinskynd
og samkynd í hjúnabands
lógini. Vónandi fer løgtingið
at taka hetta til sín og sam
tykkja uppskotið við eins
greiðum meiriluta sum tann
vit síggja í fólkinum, sigur
Eiler Fagraklett, nevndar
limur í LGBT Føroyum.