týsdagur 7. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Lagt til rættis: Árni Joensen
Armband móti vaml Hevur tú vaml í sambandi við
barnsburð, kanst tú royna eitt ”sea-band” armband
um handliðin. Helse skrivar, at armbandið trýstir á eitt
”akupressurpunkt”, sum tað verður rópt. Hetta hevur
skjótan og effektivan virknað hjá teimum flestu - og uttan
keðilig hjáárin. Bandið er eisini gott móti sjóverki.
Trýstsár skulu burtur Á einum miðalstórum donskum
sjúkrahúsi fáa í miðal 5% av sjúklingunum liggisár - ella
trýstsár. Men, á sjúkrahúsunum í Thisted og Næstved
hava tey gjørt alt fyri at sleppa burtur úr trupulleikanum
- bert við betri røkt og ikki við tekniskum tólum.
Vilmund Jacobsen
Tann góða tíðin, meðan
kvinna er við barn, er eisini
ein tíð, har hon finnur út av,
hvussu nærumhvørvið veit
at siga um nógv góð og væl
meinandi ráð, sum hon kann
brúka.
Hinvegin kann tað vera
ørkymlandi og frustrerandi
at hoyra ymiskar meiningar,
tengdar at aldri og sann
føring hjá teimum, sum
koma við ráðunum. Summi
ráð tykjast soleiðis avoldað
og mótstríðandi.
Men, her er eisini nógv
vitan á økinum tøk - vitan,
sum byggir á kanningar og
dygdargóð skjalprógv. Tað
nýtist tí ikki at vera so
trupult at ansa sær sjálvum
og ófødda barninum.
– Tað eru eingi skjalprógv
um ymisk ”dadduráð”, sum
tað verður rópt. Lakress
hevur ávísan týdning, um tú
hevur ov høgt blóðtrýst. Alt
við máta. Eins og hjá øllum,
sum ikki eru við barn, er tað
ikki sunt at eta einstáttað, og
sumt kann beinleiðis vera
vandamikið, um tú etur trý
kilo av einum slag.
Jarðarmóðirin, Mariette
Bang, vísir á, at kostráðini,
sum kvinnur við barn eiga at
fylgja, eru tey somu, sum
givin vera fólki í síni heild.
– Tað einasta, eg plagi at
leggja aftrat, er, at kvinnur
ikki skulu eta seks petti av
fruktum, men eisini grøn
meti.
Undantøk eru
Tað eru tó nøkur undantøk
frá vanligu kostráðgevingini,
sum kvinnur við barn eiga at
hava í huga.
– Kvinna við barn eigur
ikki at eta 100 gramm av eitt
nú
tun-ella
svørfiski,
tí
fiskurin kann vera fongdur
við
nógvum
kiksilvuri.
Heldur ikki er ráðiligt at eta
meiri enn 125 gramm av
eystursjóvarlaksi um mán
aðin, tí laksurin er fongdur
við lutfalsliga nógvum di
oxini. Livir og livralýsi kunnu
hava stórt innihald av a-
vitaminum,
sum
kunnu
skaða barnið. Tí eigur tú ikki
at taka hesi, meðan tú ert við
barn. Hinvegin kanst tú
saktans eta livurpostei. Tú
eigur ikki at drekka mjólk,
sum ikki er hitaviðgjørd og
ost, sum er gjørdur úr mjólk,
ið ikki er hitaviðgjørd. Tú
eigur ikki at drekka meiri
enn tríggjar koppar við kaffi
um dagin, og tú eigur at
avmarka
nøgdirnar
av
drykkjuvørum, sum hava
koffe’in, eitt nú te og cola,
sigur jarðarmóðirin.
Smáar og títtar
Mariette
Bang
sigur,
at
danska Heilsustýrið mælir
til, at kvinnur við barn taka
ískoyti av folsýru, d-vita
minum og jarni, eins og tær
skulu taka ríkiligt at kálki,
antin um matin ella sum
tilskot.
– Tá kvinna við barn tekur
tilskot við jarni, skal hon
minnast til, at tilskotið skal
takast einsamalt - og ikki
saman við øðrum tilskoti ella
máltíðum. Tekur tú jarn
tablettir saman við glasi av
appelsinjuice, veksur upp
tøkan orsakað av c-vita
minunum. Jarn, sum partur
av multivitaminum, riggar
ikki, tá jarnið ikki verður
upptikið optialt í kapping við
onnur evni.
Mariette Bang viðmælir,
at kvinnur við barn eta
smáar og títtar máltíðir, tá
hetta
tyngir
minni
um
blóðsukurskipanina.
- Tá tú ert við barn, hevur
tú longu eina belastaða
blóðsukurskipan orsakað av
hormonunum í kroppinum,
leggur jarðarmóðirin aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Besta byrjan hjá kvinnu við barn
Tað er hugtakandi, at eitt lítið barn kann veksa í kroppinum, meðan
mamman fer til arbeiðis, vaskar klæði og svevur. - Tú kanst hjálpa kroppi
tínum og tí ófødda við at ansa væl eftir tær sjálvari
Vilmund Jacobsen
Kvinna, sum er við barn,
eigur at ansa væl eftir
sær sjálvari, og hon eigur
at lurta eftir sínum egna
kroppi.
- Tú kanst fáa ta kenslu,
at rørsla er hørð fyri
frammanundan tyngda
kroppin, men hetta er ein
misskiljing. Rørslan skal
bara tillagast tí støðu,
kvinnan er í. Tað er gott
at røra seg. Hetta hjálpir
upp á troyttleikan, sum
aftur minkar um vandan
fyri øðrum trupulleikum.
Við rørslu kemur tú eisini
Hon leggur aftrat, at tað
eru nógvar kvinnur, sum
hava spong-og lendapínu, tá
tær ganga við børnum, men
hetta er ikki vandamikið og
merkir ikki, at kvinnur eiga
at gevast við rørslu.
- Tá sagt verður, at tú
eigur at lurta eftir tínum
kroppi, snýr tað seg um, at
tú kanska skalt gera okkurt
annað enn tað, tú plagar at
gera. Tað er ikki vist, at tú
skalt halda fram við vanligu
rørsluni á sama støði, sum
tú plagar. Tað kann vera, at
tú heldur eigur at súkkla
enn ganga - ella kanska
svimja í staðin fyri at íðka
ikki gevast at røra seg.
Sjálv hevur hon verið
við til at ment tað, sum rópt
verður ”AquaMama”, sum
er ein venjingarskrá fyri
kvinnur, ið eru við barn,
og skráin kann saktans
brúkast í einari vanligari
svimjihøll.
Rørsla í 30 minuttir
Hanne Kristine Hegaard
heldur, at er kvinna
ótrygg ella ikki von við at
venja, kann tað vera eitt
gott hugskot at luttaka
saman við venjarum, sum
hava eina heilsufakliga
útbúgving.
30 minuttir um dagin. Hetta
merkir, at kvinnan skal vera
so aktiv, at hon gerst pøst,
men kortini kann føra eina
samrøðu undir venjing.
Tað snýr seg ikki um, at
kvinna í sjeynda mánaði
skal renna hálvt maraton.
Tað eru tær fægstu, sum
gera tað. Hinvegin ræður
um, at kvinnan hevur tað
gott við sínari venjing undir
barnsburðinum, staðfestir
Hanne Kristine Hegaard.
vilmund@sosialurin.fo
Hjálpir upp á troytt
leika at røra seg
Níggju góð ráð til kvinnur við barn (og øll onnur):
• Et fruktir og grønt - fleiri ferðir um dagin
• Et fisk og viðskera úr fiski fleiri ferðir um vikuna
• Et epli, rís ella pasta og groft breyð hvønn dag
• Ansa eftir sukuri, serliga sodavatni, góðgæti og køkum
• Et lítið feitt, serliga mjólkavørur og kjøt
• Et fjølbroytt og varðveit normalvektina
• Sløkk tosta við vatni
• Minst til at røra teg - í minsta lagi 30 minuttir um dagin
• Et ikki fyri tvey
Kelda: Heilsustýrið
Níggju góð ráð
Tilskot av
jarni skal
takast einsamalt
- og ikki saman
við øðrum tilskoti
Skráin - AquaMama - er ment
í samstarvi við Giktafelagið í
Danmark og finst á heimasíðuni
www.gigtforeningen.dk