Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Amerikanskar rock­ legendur á Vágsbø Legendarisku amerikansku rocksangararnir Joe Lynn Turner, Bobby Kimball og Bill Champlin fara at framføra heimshitt sum Street Of Dreams, Africa og Look Away á Summar Festivalinum Tríggir kendir amerikanskir rocksangarar, sum hava verið sangarar í bólkum sum Rain­ bow, Deep Purple, Chicago og Toto framføra við bólki á Summar Festivalinum í august. Sangararnir fara at fram­ føra nakrar av kendastu sangunum, teir hava sungið gjøgnum árini, og lagt er upp til eitt stórsligið rockkvøld á Vágsbøi. Joe Lynn Turner Joe Lynn Turner er ein veru­ lig rocklegenda. Í næstan 30 ár hevur hann sungið rocksangir sum solistur og í kendum bólkum. Eftir tíðina sum sangari í bólkinum Fandago seinna partin av 70’unum, var til­ tikni gittarspælarin Richie Blackmore eftir Joe Lynn Turner og fekk hann at verða sangara í bólkinum Rainbow. Og við framúr góðu røddini hjá Joe Lynn Turner og fantastiska gittarspælinum hjá Richie Blackmore fekk Rainbow eitt dagført ljóð og var framhaldandi eitt stórt rocknavn fyrra partin av 80’unum. Við Joe Lynn Turner á odda hittaði Rainbow við sangum sum Street Of Dreams, I Surrender og Stone Cold, og samanlagt hevur Rainbow seld 30 milliónir fløgur kring heimin. Joe Lynn Turner hevur eftir tíðina í Rainbow verið virkin í nógvum ymiskum samanhangum. Eitt skifti – og á einari útgávu – var hann sangari í Deep Purple, og hann hevur eisini givið tónleik út við Yngwie Malm­ steen. Joe Lynn Turner hevur framvegis ein framúr góða rockrødd, sum føroyingar nú sleppa at uppliva live fyri fyrstu ferð. Bobby Kimball Bobby Kimball munnu flestu føroyingar kenna. Orkufullu sangarin var oddamaður í rockbólkinum Toto, tá ið bólkurin hevði sína stórtíð, og tað var Bobby Kimball, sum legði rødd til stór hitt sum Africa og Hold The Line. Bobby Kimball var tann perfekti sangarin til Toto, sum fann sítt egna ljóð og var stórt navn um allan heimin, tá ið bólkurin seldi milliónir av sínum útgávum. Samanlagt hevur Toto selt 35 milliónir eintøk av sínum fløgum. Bobby Kimball hevur eisini givið tónleik út sum solistur, og seinnu árini hevur hann ferðast kring allan heimin og havt fram­ førslur. Hann hevur eisini verið í Føroyum og hevði eina framúr góða konsert her. Bobby Kimball er í góðum formi, nú hann ferðast víða­ hvar og hevur framførslur við stóru Toto-hittunum. Bill Champlin Bill Champlin er virdur sangari og sangskrivari, og kring heimin er hann best kendur sum sangari í poppbólkinum Chicago, har hann var oddamaður í 28 ár. Chicago var eitt av størstu poppnøvnunum í USA í 1970’unum, og sambært tíðarritinum Billboard var Chicago tann bólkurin, ið stóð seg best á hitlistunum í hesum tíðarskeiði. Chicago hevur selt slakar 40 milliónir eintøk av sínum útgávum, hevur havt fimm plátur ovast á hitlistum og 21 top-10 stakløg. Millum stóru hittini, sum Bill Champlin hevur sungið, kunnu nevnast Look Away og I Don’t Want To Live Without Your Love. Bill Champlin hevur eisini spælt í øðrum bólkum – eitt nú Sons Of Champlin – og hann hevur givið fløgur út sum solistur. Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av sangum til bæði sínar útgávur og útgávur hjá øðrum. Hann hevur fleiri ferðir verið heiðraður fyri sangir, og millum tónleikarar verður hann roknaður sum ein av teimum stóru popp­ sangarunum og sang­skriv­ arunum. Norðurlandahúsið hevur »Opið Hús« Í dag, mikudagin 8. mai eru 30 ár liðin, síðani Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu. Dagurin verður hátíðarhildin við at hava “Opið Hús” frá kl. 14.00 til 24.00, og øll áhuga eru hjartaliga vælkomin. Á skránni vera nógv ymisk tiltøk við serligum denti á norðurlendska mentan. Nakað av tí, sum kann upplivast í Norður­ landahúsinum miku­dagin er finskur tango tónleikur, norðurlendskir stutt­film­ ar, framsýning av lista­ verkum, sum húsið eigur, norðurlendskir brellbitar, føroysk ævintýr, fram­ sýning av glasfuglunum hjá Trónda Paturssyni, sum júst eru heimkomnir úr Washington, frum­ sýning av dansileikinum “Regn” hjá Det Ferösche Compagnie, konsert við 10 norðurlendskum sang­ skriv­arum, føroyskur dans­ur o.a. Sum partur av føð­ing­ ardagshaldinum letur ein serstøk uttandurað sýn­ ing upp í miðbýnum í Tórshavn týsdagin 7 mai. Sýningin, ið ber heiti “Minnist tú?”, er ein mynda­ røð við tiltøkum úr 30 ára søgu húsins. Endaspurturin verður ein konsert leygarkvøldið 11. mai, har føroyingar á fyrsta sinni fáa høvi at hoyra nýggja bólkin BYRTA. Afturat teimum verða Brynjolfur (DJ), og íslendsku bólkarnir Úlfur Úlfur og Sísí Ey. Húsið hevur hesi sein­ astu 30 árini havt stóran týdning fyri mentan og list í Føroyum og hevur verið karmur um nógv fjøltáttað tiltøk, sum hava ríkað føroyingar við bæði heimligum og altjóða mentanarligum upp­liv­ ing­um. Mikudagin 8. mai fara vit at hátíðarhalda tey 30 farnu árini, men Norðurlandahúsið hevur nógvar ætlanir fyri fram­ man, sum vónandi kunna viðvirka til menning og frambur á føroyska ment­ anarpallinum framyvir. Bobby Kimball Bill Champlin