Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarfelagið Hoyvík H71 søkir eftir høvuðsungdómsvenjara Brennir tú fyri hondbólti, avbjóðingum og góðum lívsløtum, tá ert tú møguliga nýggjur høvuðsungdómsvenjari í H71. H71 er eitt felag í støðugum vøkstri, og er vorðið eitt samheiti fyri hondbólt í lokalumráðnum. Heima í Hoyvík upplivur tú eitt samlív millum fólkið á staðnum og sjálvt felagið í ein slíkan mun, at tað er ilt at siga, hvør er meiri bundin at hvørjum. So hvørt er Hoyvíkin tí endað sum ein hond­ bóltsbygd burturav. H71 bjóðar eitt hugaligt og yrkisligt um­ hvørvi, og tað er júst í tráð við økt ambitiónsniveau og miðvísu ætlanina um at gera tað betri fyri øll íðkandi, at felagið nú heldur tað vera tíð uppá at seta ein høvuðsungdómsvenjara. Í stórum brotum verður setningurin hjá høv uðsungdómsvenjaranum at leggja grund undir eitt samansett venjingartilboð tvørturígjøgnum ungdómsdeildirnar, tað veri seg hjá gentum og dreingjum, so at allir spælarir kenna seg aftur í, hvussu tú venur og spælir hondbólt í H71. Krøv og arbeiðssetningur: • Høvuðsungdómsvenjarin skal helst hava viðkomandi útbúgving og royndir. • Tú ert ábyrgdarfullur og skalt duga at leggja lag á, bæði tá ið tað kemur til leikarar og aðrar venjarar í ungdóms­ partinum. • Tú mást vera stundvísur og nærlagdur, samtíðis sum tað er eitt krav at umboða H71 sámiliga. At vera hugskotsríkur eins væl og daga møguleikar og loysnir, sjálvt tá ið arbeiðsumstøðurnar skifta. • Í tøttum samstarvi við nevnd og høvuðs­ venjarar felagsins skalt tú vera við til at menna ungdómsdeildina hjá H71. • Ungdómsvenjarin skal harumframt venja nøkur lið sjálvur. • Saman við nevnd og høvuðsvenjarum skalt tú vera við til at definera tín leiklut í felagnum. Høvuðsungdómsvenjarin tekur við starvi­ num alt fyri eitt. Umsóknarfreistin er leygardagin hin 1. juni 2013 Um spurningar ella ivamál, tá vinarliga set teg í samband við Sunnevu Jakobsen, formaður í H71, á telefonnr. 231115 ella um teldubræv á sunneva@liv.fo. Sum ískoyti kanst tú fara inn á heimasíðu felagsins www.h71.fo, har til ber at finna aðrar upplýsingar um felagið. Hevur tú hug at søkja við tað sama, ert tú vælkomin at senda umsókn merkt “Høvuðsungdómsvenjari” til Hondbóltsfelagið H71 Hoyvíkshøllin Postsmoga 1067 FO-188 Hoyvík ella sunneva@liv.fo H71 gleðir seg at móttaka tína umsókn ella at hoyra frá tær skjótast til ber. Virðingarfylst, Sunneva Jakobsen, H71 Bygma Balslev vegurin langi Postboks 3309 FO 110 Tórshavn tel 34 50 00 fax 34 50 01 www balslevfo balslev@balslevfo Bygma Balslev - Vegurin Langi - tel 34 50 00 - www.balslev.fo - balslev@balslev.fo BYGMA BALSLEV SØKIR sølufólk til byggibúðina Vit søkja eitt dugnaligt sølufólk til Byggibúðina. Tú kemur at arbeiða innan fleiri av deildunum í byggibúðini, har tú á vinarligan hátt skal vera við til at vegleiða kundunum. Tú kemur at hava ábyrgdina av ávísum deildum í handlinum, har tú skal bíleggja vøru og hevur ábyrgd av, at deildin livir upp til okkara mál. Vit vænta at tú hevur relevantar royndir ella útbúgving til starvið í Byggibúðini, tað kann verða royndir frá handli ella kanska sum handverkari. Persónurin Tú ert opin, útatvendur og aloftast er í góðum lag. Tú ert tænastusinnaður og ikki bangin fyri nógvum uppgávum. Tú ert eitt dugnaligt sølufólk Tú kennist við flestar av vørunum í Byggibúðini. Dugir at arbeiða við teldu Vit bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum í eini fyritøku sum veksur. Eitt jaligt og óformelt arbeiðspláss. Løn eftir kvalifikatiónum. Vit ynskja at tú byrjar skjótast gjørligt, men kunnu eisini bíða eftir tí rætta. Um tú vil vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Alex Hentze á 345032. Send eina umsókn til alex@balslev.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 24. mai 2013. Eydnuhjól fyri Felagið Skarðsbygd Eydnuhjól verður í bygdarhúsunum í Haraldssundi hósdagin 9 mei kl 16:00 Nógvir góðir vinningar, so sum súkkla, málningur, lomb í heyst, gávukort á 1500 kr døgurðamatur og mangt annað. Nevndin Hús í Norðdepli til sølu Matr. nr. 110 Grundøki: ca. 1.400 m2 Húsini: ca. 120 m2 í tveimum hæddum + stórt bilhús. Kunnu gerast til tvær íbúðir við smáum broytingum. Hetta eru eini sera vælhildin sethús, gjørt úr betong, síðurnar móti eystri og vestri eru úr timbri, takt við isopal. Garður er kring húsini og øki sera væl røkt og pláss fyri fleiri bilum Prísuppskot kr. 990.000,00 - lánsgj. ca. kr. 4.500,00 pr mðr. yvir 20 ár. Húsini hava sera gott útsýni. Hetta eru eini hús sum skulu síggjast. tlf. 457791 / 222252 Sosialurin 341800