Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur koyrt sjey kappingar. Eg havi vunnið tvær av kapping­ unum og hini úrslitini hava ávikavist verið tvey triðja­ pláss og eitt fjórðapláss. Tískil loyvi eg mær at hava góða vónir til oyggjaleikirnar í summar, sigur Torkil. Fyri at flyta upp í A-bólkin skal ein savna sær 32 stig í røðini av kappingum, og tað hevur Torkil gjørt – í øllum førum næstan. – Leygardagin súkklaðu vit í Sønderborg. Áðrenn byrj­an søkti eg um at byrja í A-bólkinum hóast eg »bara« hevði 30 stig, men í veru­leik­ anum skuldi hava 32 stig. Tað fekk eg so loyvi til, sigur Torkil. Venur dúgliga Í minsta lagi fimm dagar um vikuna er Torkil á súkkluni annaðhvørt til venjing ella til kapping. Hann býr í Århus, men hann er ein av mongum í felagnum, sum leggja leiðina til Odder at venja. – Vit eru fimm javnt góðir súkklarar, sum møtast 2-4 ferðir um vikuna fyri at venja harða venjing, sigur Torkil og leggur afturat, at tað er ymiskt, hvussu hart allir venja. Meginpartin av yrkis­ leið­ini sum súkklari hevur Torkil súkklað á drúgvu mót­ brekkunum í Føroyum og ein hugsar kanska, at hann burdi verið ein fjallaklintrari, sum tað verður rópt í súkkling um teir, sum gera seg galdandi í fjøllunum. – Tað fyrsta árið var ein til­venjing, men kropsliga verðið eg roknaður sum ein tungur súkklari og eri eg tí nógv betur egnaður at koyra á fløtum – júst sum í Danmark. Venjingin í Før­ oy­um hevur gjørt meg til ein sera sterkan súkklara og hevur givið mær styrki tá ið tað umræður langar og harðar teinar, sigur Torkil. Vit spyrja hann, um hann ikki hevur nakrar veikleikar – um tað er nakað, sum hann kundi hugsað sær at betrað seg í. – Mín endaspurtur er einki at rópa hurra fyri og eg missi ofta nógv pláss tá ið eg komi á mál í einum saml­ aðum bólki. Hevði eg megnað at styrkt tann partin hevði eg somuleiðis blivið ein nógv betri allround-súkklari, metir Torkil. Góð úrslit í kappingum Sum áður nevnt hevur Torkil vunnið tvær av fimm kapp­ ing­um í B-bólkinum og um viku­skiftið hevur hann súkklað tveir teinar við A-bólk­inum. Hann greiðir so­ leiðis frá fyrstu kappingini, sum var leygardagin: – Vit skuldu súkkla seks stór og trý lítil umfør upp á íalt 160 km. Tað var fitt av vindi og tað gjørdi tað eyka trupult. Tað vóru 55 við frá byrjan, og frá byrjan av vóru vit eini 20, sum komu leysir frá restini. Tá vit vóru komnir umleið í helvt, komu vit 10 mans avstað frá útbrotinum, men blivu tíverri fangaðir aftur, so vit aftur vóru 20. Á sein­asta stóra umganginum royndu fleiri at ríva seg leysar og tað var um at eyndast hjá mær at koma av­ satað. Magin byrjaði tíverri at ganga undan, og tá vit fóru út á tey lítlu umførini var útselt og eg bleiv settur frá út­brot­inum. Tað vóru fleiri aðrir tó eisini, so tað endaði við at eg kom inn á einum 12. plássi, sigur Torkil. Sunnudagin varð súkklað í Rødekro. Teinurin var 144 km og 65 súkklarar vóru við. Hóast Torkil fleiri ferðir royndi at koma frá feltinum, so eydn­aðist hetta ikki, og hann kom á mál saman við rest­ini av feltinum og fekk eitt 34. pláss. Ætlar sær sáttmála Torkil hevur nú bart seg upp í A-bólkin, har flestu súkkl­ararnir eru á einum continental-liði, ið er eitt lið, har súkklararnir hava sátt­ mála. Tað er henda vegin, ið Torkil ætlar sær. – Eg vil siga, at eg havi ein realistiskan møguleika at koyra á einum continental- liði í framtíðini, men so skal eg eisini bliva eitt vet betri enn eg eri nú. Tað hevði utt­ an iva verið eitt feitt upp­liv­ ilsi at verið á einum tílíkum liði, men beint nú er tað ikki eitt beinleiðis mál. Eg vil held­ur koyra mínar egnu møgu­leikar, sigur Torkil, og vísir á, at á einum somikið góð­um liði er tað ikki altíð, at ein hevur møguleika til tað, tí at har er vandi fyri at tú skalt súkkla sum hjálpari hjá teim­um heilt góðu. Eg bleiv skjótt bitin av kappingarandanum, og í mun til liðítrótt var tað persónliga avrikið, sum taldi. Gekk tað ikki væl, ja, so kundi eg ikki takka øðrum enn mær sjálvum Føddur: 9. januar 1990 Heimbýur: Tórshavn Bústaður: Århus Felag: Odder CK Torkil Veyhe Ein vanlig vika á súkkluni hjá Torkili: Týsdag: 2-2½ tíma, 50-70 km Hósdag: 2-2½ tíma, 50-70 km Fríggjadag: 1 tíma, 30 km Leygardag: Kapping, 3-3½ tíma 115-135 km Sunnudag: Kapping, 3-3½ tíma 115-135 km