mikudagur 8. mai 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Bókaútgáva verður í Skúl
anum við Ósánna í morgin,
Kristi
himmalsferðardag
klokkan 15.
Tað er bókin »Úrmælingur
í 20. øld - Óla Jákup millum
Garðarnar«, sum Líggjas í Bø
hevur skrivað, ið verður løgd
fram og ummæld av Jóannes
Hansen.
Nógvar
áhugaverdar
myndir og eisini tekningar
frá Rukkulakkanum, sum
oftani hevði umrøður av Óla
Jákupi, eru við í bókini. Eisini
eru áhugaverdar lýsingar av
hesum framfýsna og eld
hugaða manni, sum hevði so
nógv uppá hjarta.
Tað sigst, at um Rukku
lakkin okkurt árið ikki hevði
tekningar ella viðmerkingar
um Óla Jákup, var lagið ringt
á honum.
Skáin sær soleiðis út:
Steinbjørn O. Jacob
sen, bjóðar vælkomin
Klaksvíkar Hornorkestur
spælir nøkur løg.
Steinbjørn O. Jacobsen, hug
leiðir um abban, Óla Jákup
Jacobsen
Felagssangur
Jóannes Hansen, lærari, um
mælir bókina
Líggjas í Bø, rithøvundur,
hevur nakrar hugleiðingar í
sambandi við bókina
Felagssangur
Aftaná verður boðin ein
kaffimunnur, har eisini ber
til at ogna sær bókina og fáa
hana signeraða.
Mentamálaráðið boðaði í gjár frá, at
tey nú fara at byggja eitt nýtt sjón
varpssendinet til Kringvarp Føroya
– eitt talgilt net, sum millum annað
førir við sær, at fleiri fólk mugu
dagføra sína móttøkutøkni, um
tey í framtíðini skulu kunna síggja
sjónvarp.
Sum hyggjarar kunnu vit bara
fegnast um, at Mentamálaráðið
raðfestir hesa tænastuna til Føroya
fólk. Vit hava mangan funnist at
Mentamálaráðnum fyri drál og aft
urhald og fyri ikki at tora at taka
neyðugar avgerðir í sambandi við
Kringvarpið, sum so aftur hevur
so stóra ávirkan á umstøðurnar
hjá privatu miðlunum. Hetta hevur
serliga snúð seg um útsøluna av
lýsingum og sponsoravtalum, sum
seinastu tíðina hava dikið dik á seg
í Kringvarpinum.
Men nú halda vit, at Mentamál
aráðið beinleiðis oyðslar, tá tað
almenna nú skal byggja eitt nýtt
talgilt sjónvarpssendinet. Tí tað
almenna eigur longu eitt slíkt net.
Netið hjá Televarpinum, sum Føroya
Tele eigur – og Føroya Tele er jú ein
almennur stovnur undir Vinnumál
aráðnum – sum hevur latið sínum
eigara – landskassanum – 30 milli
ónir krónur í vinningsbýti.
Sjálvandi átti Vinnumálaráðið
bara at givið Televarpinum veiting
arskyldu og goldið ta upphædd, sum
skal til, soleiðis at sjónvarpsrásin
hjá Kringvarpinum sæst í øllum
Televarpsmóttakarum. Kringvarp
Føroya fer valla undir at senda fleiri
rásir. Tí klára vit ikki at framleiða
føroyskt sjónvarpstilfar til eina rás,
so er heldur ikki neyðugt, at ein al
mennur stovnur, sum Kringvarp
Føroya skal senda fleiri útlendskar
rásir, sum Kringvarpið longur
frammanundan sendir.
Sjálvt um Føroya Tele er eitt
partafelag, so er stovnurin ogn hjá
landinum. Ongar ætlanir eru um
at broyta tað – og tí er einki meira
nátúrligt, enn at sjónvarpsnetið hjá
Kringvarpinum og hjá Televarpi
num verður eitt og sama net.
Kringvarpið eigur ikki sendinetið.
Tað ger Mentamálaráðið, og Føroya
Tele umsitur tað longu sum er.
Tí tykir tað, sum um mentamála
ráðharrin fer um ánna eftir vantið,
tá hann fer undir at byggja enn eitt
landsfíggjað talgilt sendinet. Hetta
hevði svarað til, at Dimmalætting,
sum ikki longur hevur eina prent
smiðju, fór at byggja sær eina, held
ur enn at lata blaðið prenta á einari
longu eksisterandi prenstmiðju.
Vit vildu ynskt, at Mentamál
aráðið heldur nýtti pengar til at
tryggja fíggjarliga grundarlagið
undir Kringvarpinum, so tey sleppa
undan at selja seg til kapitalin fyri
hægstbjóðandi og harvið so líðandi
máa støði undan trúvirðinum hjá
hesum fyrr respekteraða mentan
arstovni.
Landið eigur longu eitt
talgilt sendinet til Kringvarpið
Nú stendur øllum føroyingum
í boði at fáa sær ein talgildan
“postkassa”. Í tíðindaskrivinum
stendur “Nýggi talgildi post
kassin letur upp fyri møguleik
anum hjá tær at fáa øll brøv
frá TAKS send til Mínboks, tín
persónliga talgilda postkassa.”
Eisini stendur: “Við Mínboks
veitst tú altíð, hvar tíni skjøl
eru.” Og hvørja ferð bræv kem
ur í “postkassan” hjá tær, koma
eini boð við orðunum: “Tú hev
ur fingið nýggjan post í Mín
boks.”
Sum sæst, háttar orðið
“Mínboks” sær ikki málsliga,
sum tað eigur. Orsøkin er tann,
at Mínboks er sett saman av
tveimum orðum; fyrra orðið er
“mín” og seinna “boks”, og við
at seta orðini saman ber ikki
til at benda fyrra orðið, t.e. “til
Mínaboks”, “við Míniboks” og “í
Mínaboks”.
Hetta er eitt dømi um, at
tvey orð verða samanskrivað
fullkomiliga uttan fyrilit fyri
føroysku bendingarskipanini. Á
enskum hevði hetta borið til, og
tí bendir hetta á, at navnasmið
irnir – tveir føroyskir stovnar –
hava hugsað á útlendskum og
ikki á føroyskum.
Minsta krav átti at verið,
at nøvn, ið kunnu røkka út til
nærum hvønn borgara í land
inum, eru í samsvari við før
oyskar málreglur og ikki gera
seg inn á sjálva málskipanina.
“Boks” er heldur ikki gott
føroyskt orð. Hetta snýr seg
heldur um eina postsmogu, har
ið hvør brúkari fær sín post,
sum hann sjálvur fer eftir. Tí
hevði borið til at nýtt orðið
“Postsmogan” ella “Postklivin”
í staðin fyri “Mínboks”, t.d. “tú
hevur fingið nýggjan post í
Postsmoguna”. Men tað eru
nógvir møguleika, tí føroyskt
er ikki so fátækt mál, at tað
ikki ber til at finna hóskandi
navn, ið kann bendast.
Tá ið nøvn skulu evnast til,
ber til at leita sær ráðgeving. Á
Málstovuni, tel. 312397, er møg
uligt hvønn gerandisdag at fáa
ókeypis málsliga leiðbeining.
Mínboks
Um ánna eftir vatni
Í sambandi við sendingar hjá
Rás2 úr Milano fyri nøkrum
vikum síðani, burturlutaði
Rás2 flogferð fyri tvey fólk
við Altantsflogi til Milano í
summar. Hepni vinnarin av
kappingini var Marin Ras
mussen í Runavík.
Nú hevur Rás2 nýggja
kapping um flogferð fyri
tvey fólk til Milano í summ
ar. Kappingin heldur fram
til fríggjadagin á middegi, og
seinnapartin
fríggjadagin
verður vinnarin kunngjørd
ur á Rás2.
Fyri at verða við í kapp
ingini skalt tú senda sms-boð
við innihaldinum »sos mil
ano« til 1940. Hvørt sms-boð
kostar 10 krónur umframt
vanligan takst.
Marin vann Italia-ferð
Bókaútgáva: Úrmælingur í 20. øld
Barna
áskoðanin
ymisk?
Jógvan Philbrow
kjak á síðu 12
Hvussu
menna vit
røktar
heimini?
Bergun Kass
kjak á síðu 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!