Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Fyri at luttaka í kappingini Solomon Hammer Trail á góðar 160 kilometrar er krav, at luttakararnir innan tey seinastu trý árini hava klárað minst eitt av fylgjandi: • Rennikapping á 100 kilometrar á max. 10.30 • Runnið í minsta lagi 150 kilometrar í eini tímakapping • Adventure-kapping, sum varar í minst eitt samdøgur • Ironman-kapping • Eina av The North Face Ultra-Trail du Mont Blanc-kappingunum Henda útgerðin er krav á túrinum: • Veskubelti á minst 1 litur • Pannulykt við eyka battaríum • Plástur • Koppur til suppu og drykk, sum verður bjóðað á túrinum • Floyta • Húgva ella keppur • Fartelefon FAKTA: Vil merkja spenning Stuðulin heimanfrá er alt­ avgerandi fyri, at Pól Sund­ skarð kann takast við ekstrema ítróttin, sum fer við nógvar tíð. – Eg hevði ongantíð kunna vant so nógv og lut­tikið í kappingum, um eg ikki fek dyggan stuðul frá bak­land­ inum, sigur Pól Sundskarð og staðfestir somuleiðis, at tað neyvan hevði verið møguligt hjá sær at verið ultrarennari, um børnini vóru smá. – Børnini eru vaksin og flutt heimanfrá, men hetta hevði als ikki verið møguligt, um so var, at eg hevði smá­ børn heima. Renningin fer við ótrúliga nógvari tíð, so tað hevði ongantíð riggað, sigur Pól Sundskarð. Hóast hann um vikuskiftið megnaði at gjøgnumføra harð­astu kappingina, hann nakran­tíð hevur luttikið í, um­hugsar hann á ongan hátt at steðga her. – Mær dámar so væl at seta mær sjálvum avbjóð­ ingar, og tær skulu gjarna vera ekstrem­ari fyri hvørja ferð. Har liggur ein ávísur spenn­ingur. Tað er aftur handan kenslan har, av at klára tað, mann ynsk­ir, so leingi viljin er til staðar, sigur Pól Sundskarð og vísir á, at renningin hev­ur stóra ávirkan á hann sálar­liga og at tað er ein av høvuðs­ orsøkunum til, at hann er ultrarennari. – Tú lærir at hugsa posi­ tivt. Á teimum longu tein­ unum, har eg eri púra einsa­ mallur, er lætt at geva upp, men tá er tað, at eg royni at kempa og hugsi um, at eg klári tað, eg veruliga vil. Í renn­ingini lærir tú, at býtir tú nøkur ting í teg, røkk­ur tú teimum málunum, ið tú setir tær. Hesin hugsanar­hátt­urin hjálpir mær ofta í ger­andis­ degnum, sigur Pól Sundskarð, sum longu hevur ætlanir um at luttaka í enn eini ekstrem­ ari kapping, sum sjálv­andi er enn harðari enn tann, hann lut­tók í um vikuskiftið. – Næst á skránni er ein kapping í Grikkalandi seinni í ár. Eg vil ikki siga so nógv um tað júst nú, men eg kann siga so mikið, sum at eg eri sloppin gjøgnum nálareyga at vera við í eini kapping, har ein­ans 350 rennarar úr øllum heiminum sleppa at vera við, sigur Pól Sundskarð. Eg havi eisini hatta ekstrema, hvat mati viðvíkur. Alt feitt verður skorið burtur og sukur røri eg ikki. Til dømis kemur tað ikki upp á tal hjá mær at eta eitt lagkøkustykki – Mær dámar so væl at seta mær sjálvum avbjóðingar, og tær skulu gjarna vera ekstremari fyri hvørja ferð. Tað er aftur handan kenslan har, av at klára tað, mann ynskir, so leingi viljin er til staðar, sigur Pól Sundskarð Tíðarfreistir og cutoffs 1. umgangur 7 km: 1 tímar 2. umgangur 32,7 km: 5 tímar 3. umgangur 58,4 km: 9 tímar 4. umgangur 84,1 km: 14½ tímar 5. umgangur 109,8 km: 20 tímar 6. umgangur 135,5 km: 25 timer 7. umgangur og mál: 30 tímar