mikudagur 8. mai 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
so góðtrúgvin, at hann lat tað upp í
hendurnar á beiggja sínum, at ansa
eftir unnustu síni. Tað gjørdi beiggin
so fæ virðiliga at hann gifti seg við
henni og ein av eftirkomarum teirra
var Kristian Djurhuus løgmaður. H.
A. Djurhuus kom ongantíð sjálvur
at verða giftur, men livdi saman við
Olivinu, dóttir teirra, sum høvdu
havt vertshúsið frammanundan
uttan at nakar fekk ilt av tí.
Helgi Jacobsen fer rættiliga
víða, og í sambandi við ætlanirnar
hjá Hotel Føroyum um at opna
kafe í fabrikkini hjá Őström, leitar
hann eisini aftur til tíðina hjá hesi
verksmiðju og øllum tí vinnuliga
og fólkalívsliga, sum hekk uppi við
henni. Eina tíð høvdi Jacob Lützen
& Sønner niðursjóðingarvirki har
og framleiddu millum mangt annað
haruragout í blikkum við uppskrift
uttaná. Eins og Helgi Jacobsen
transformerar tað hendingaríka
lívið frá Rybergshandilstíðini til
tað, sum í dag fer fram í Hvonn, so
ger hann eisini eina roynd at mana
fram lívið rundan um fabrikkina
hjá Őström í síni tíð og tvinna tað
upp í tað, sum í dag hendir hesum
nýggja mentunarhúsinum, sum
hýsir bæði Steinprent, fundar
virksemi, framsýningum og skjótt
eisini nýggjasta alvanum hjá Hotel
Føroyar samtakinum við altjóða
navnunum Butique og Café.
Á ein rættiliga subliman hátt
eydnast tað eisini Helga Jacobsen
at fáa blómuvirksemið hjá Fa.
Trónd Hansen og tað vælrøktaða
havapettið
hjá
tónaskaldinum
Petur Alberg at hanga saman við tí,
sum kom at henda niðan fyri amt
mansgarðin, tá hesi glashús komu
at verða matstova. Eitt nú etika,
ein framúrskarandi sushimatstova,
eisini í altjóða høpi.
Tað mest áhugaverda í bókini
er um hotell- og matstovuvirksemi
frá tí gamla vertshúsinum til í dag.
Sjómannaheim hava altíð havt ein
ikki sørt paternalistiskan hugburð
til síni viðskiftafólk, sjómenn, sum
tey vildu halda uttan fyri alla ringa
ávirkan meðan teir vóru í landi.
Eldsbrunin í 1950, tá ein brenni
vargur setti eld á bæði Hotel Føroyar
og úti á Tinganesi fær sjálvsagt sín
stóra lut í hesi søgu. Eisini verða tær
legendarisku løgmansveitslurnar,
sum fóru fram í veitsluhølinum á
Hotel Føroyum niðri á Kongabrúnni
lýstar væl. Men tær høvdu, sum
alt í hesum heimi, eisini sína tíð.
Eftir uppskoti frá Paula Ellefsen,
løgmannni, avtók landsstýrið tær í
1981. Við hesum mistu nógv av teim
um á landsins hægstu rók møgu
leikan, í hvussu so er einaferð um
árið, saman við konum sínum, at
tína fram í dýrasta skrúð og eta
og drekka væl fyri rokningina hjá
skattaborgarunum. Hin vegin kom
Hotel Føroyar framvegis at verða
karmurin um kong- og drotninga
veitslur í stórum stíli og tá var einki
spart.
Tann kulinariski sjefarkitekturin
aftan fyri hesar veitslur og borðhald
var tann legendariski Meinhard
Jensen, sum á mangan hátt í sínum
matmentanarliga framburði var
nógv framman fyri sína tíð í mat
listarligum kreativiteti. Hann ser
veraði hummarar og annan góðan
mat úr føroyskum jørðildi væl
áðrenn tað gastronomiska norður
lendska matkonseptið var upp
funnið. Matarskráirnar til drotn
ingadøgurðarnar eru til skjals í
bókini.
Umframt
stjórar
og
onnur
starvsfólk so lýsir Helgi Jacobsen
eisini onkrar gestir, eitt nú ameri
kansku mjørkadalshermennirnar,
sum búðu har ta fyrstu tíðina.
Tann gesturin, sum hevur gist
longst á hotellinum. Man vera
løgtingsmaðurin Poul Petersen,
sum búði har í fleiri ár. Ein dag
var Poul Petersen ússaligur og
orkaði ikki upp. Meinhard Jensen
hevði tann dagin fingið fatur á
longu og longulivur og gjørdi tað
til døgurða. Hann sendi eina gentu
upp til Poul Petersen og blað hana
siga, hvat hann hevði sett á borðið.
Poul Petersen var skjótur á føti
og gjørdist púra frískur av hesum
døgurða. Men longulivur skal eis
ini verða avbera góður matur og
tilgjørd so fesk, sum tað yvirhøvur
ber til.
Søgan hjá tí nýggja Hotel Før
oyum verður lýst bæði tá tað gekk
væl og tað gekk minni væl, men øll
sum høvdu við tað at gera, vistu at
íløgan var ov stór til at bera seg.
Hotellið fór á húsagang og reistist
uppaftur úr eldinum sum Hotel Borg
til tað aftur kom undir veingirnar á
Tryggingarsambandinum og øðr
um góðum áhugaðum, sum tað
Hotel Føroyar, sum tað er í dag við
landsins bestu matstovu og einum
sera virðiligum vínkjallara, sum
tann í tíni tíð so kondi vínkennarin
úr Vestmanna Pauli Joensen lynti
undir. Hann hevði framman und
an við Kræsnum gómum, lært
nógvar føroyingar at skyna á víni,
so teir vandu seg við annað enn
vínið við tarvinum og Matteus.
Eg minnist, at verfaðir mín - ein
ágrýtin sambandsmaður, helt at
hann tryggur kundi leska seg á
sambandsveitslunum, tí har drukku
teir bara Matteus.
Hotelsøgan, sum Helgi Jacobsen
lýsir hana í síni heild áhugaverd um
ikki fullkomin, og Helgi Jacobsen
kemur eisini inn á menningina
av tí matmentanarliga tilvitnum,
sum hevur broytt seg munandi frá
teimum sera væl umtóktu veldigu
dupultpaneraðu kotelettunum við
reyðkáli og brúnari sós á Perluni,
sum nógv elskaðu, til tey meira
gourmetkendu og fyri ikki at siga
esoterisku matupplivilsini, sum
byrjaðu á matstovuni Gourmet
og sum í dag eru at finna á mat
mentanarligu háborgini KOKS.
Um eg ikki fari heilt skeivur,
so var tað ofta umborð á ferða
mannaskipunum millum londini,
at fólk lærdu at eta fínt og drekka
afturvið. Men ein kundi eisini
kenna mannagongdirnar, so ein
ikki drakk vínið hjá síðumanninum,
sum eg einaferð gjørdi. Tað er ein
søga um ein norðing, sum var á
ferð við Norrønu og hevði sett seg
at eta av tí kalda borðið umborð á
Norrønu. Har var nógv at velja í,
so onkur sum kendi hann, dugdi tí
ikki at skilja, hví hann eitt sindur
seinni satt og fekk sær at eta í
kafeteriuni umborð. “Jú”, segði
hann, “ har í matstovuna fór hann
ikki aftur, tí hann hevði bert fingið
sær eitt sindur av sild og eina hálva
breyðflís upp á tallerkin, og so
skjótt sum hann hevði etið tað, kom
tænarin og tók tallerkin frá honum”.
Til hetta er at siga, at eitt, sum mær
ongantíð dámdi umborð á gomlu
Norrønu var spikið. Tað var skorið
alt ov tjúkt, sum stórir sukurmolar,
ið vuksu í munninum. Spik skal
skerast so tunt sum gjørligt, tá
verður tað til gloypubitar, sum øll
kunnu eta, eisini fremmandafólk.
Nú eg havi høvi til tað, vil eg eisini
finnast at einum upplivilsi, sum eg
hevði á Café Vágar. Eg fekk mær ein
dag ein temunn úr kannuni, sum
stóð á borðinum. Teið smakkaði
sum tvaðið frá einum hosum við
einum farra av kaffiráka. Ein
drekkamunnur skal verða góður,
øllum øðrum fær ein gron av.
Bókin meira av tí góða er sera
áhugaverd og søguligu krumspring
og kombinatiónir av nútíð og fortíð
hjá Helga Jacobsen eru í støðum
fasinerandi.
Helgi Jacobsen:
Hotel Føroyar, meira av tí góða
Sprotin 2013, Tórshavn
313 bls. við nógvum myndum
ikki
r!!!
Á træbrúnni uttan fyri Hotel Djurhuus. Myndin er tikin í 1911. Kristian
Edvard og konan Anna Katrina, sum stóðu fyri Vertshúsinum, tá
Dia á Vertshúsinum ikki orkaði meira. Drongurin til vinstru er
sonur teirra, Hans Andreas, nevndur Dia á Vertshúsinum, yngri,
og gentan á fanginum á Onnu Katrinu er Jona – ella Birran
Í 1957 avgjørdi Tryggingarsambandið at byggja nýggjar
skrivstovubygningar og nýtt hotell, og hetta arbeiðið
var liðugt á sumri í 1959, tá hotellið kundi lata upp aftur
í stásiligum hølum og arbeiðsligari umstøðum