Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mai 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni 3. AirPlay-hátalarar 5. Hi-fi avspælari við streaming 7. Tráðleysir pc-hátalarar 4. Tráðleysur tónleikaavspælari 6. Forstyrkjari/receiver við innbygdum streaming 8. Tráðleysir hi-fi-hátalarar dømi: Philips Fidelio dømi: Marantz NA7004 dømi: Logitech Z906 dømi: Sonos dømi: Pioneer VSX-1022 dømi: Dynaudio Xeo 3 Tað finst nú eitt stórt úrval av hátalarum – bæði stereo og alt-í-einum-loysnir – sum stuðla uppundir AirPlay. Ein AirPlay-hátalari kemur sjálvvirkandi fram sum ljóðeind til iPhone, iPad og iTunes. So er bara at velja eindina og løgini. Fyrimunir Stórt úrval av hátalarum í fleiri prís- og góðskuflokkum, og allir geva skjóta og lætta atgongd til ljóð á Apple-eindum. Vansar Avmarkað nýtsluøki. Ikki allir AirPlay- hátalarar stuðla øðrum tøknum sum t.d. DLNA, og teir hava ikki altíð atgongd til tónleikatænastur sum t.d. Spotify. Ljóðgóðskan umvegis AirPlay er avmarkað upp móti cd-góðsku. Her er alternativið til tín, sum hevur eitt vanligt stereoanlegg, har tú ætlar at skifta fløguspælaran. Ein tráðleysur, netbaseraður hi-fi tónleikaavspælari. Hesir kunnu streama tónleik beinleiðis frá netinum (nakrir stuðla eisini AirPlay), men eru mest ætlaðir til há­ upp­loystar fílur frá harðdiskinum. Tón­leikin kanst tú rip’a frá fløgusavninum ella keypa og downloada á netinum. Tað finnast í dag hópin av tónleikahandlum á netinum, har til ber at keypa háupploystar fílur (24 bit/96 kHz), og skalt tú spæla hesar, noyðist tú at hava ein spælara, sum megnar at endurgeva góðskuna. Fyrimunir Til tín, sum vil hava bestu ljóðgóðskuna. Háupploystar tónleikafílur eru hi-fi-alterna­ tivið til komprimeraðar MP3-fílur og rúm er fyri betri ljóðgóðsku enn henni, sum fløgan kann geva. Vansar Kostar nógv. Hi-fi avspælarar eru út­gjørdir við dýrum D/A-konvertarum og analongum útgangstrinum, og hetta togar prísin upp­ eftir. Ein annar vansi er, at brúkara­vinar­ ligheitin ikki er heilt tann sama, sum á mun­ andi bíligaru Sonos og AirPlay. Men eisini her eru undantøk. Legg til merkis: Hóast talan er um tráðleysan spælara, so kann ein ethernet-kaðal gera munin, tá talan er um há­upp­loystar fílur. PC-hátalarar frá Logitech fáast við egnum Bluetooth-adaptara, og verða við hesum til tráðleys anlegg. Z906 er størsta skipanin við kompaktum men krútsterkum hátalarum, sum hartil hava THX-góðkenning til nýtslu saman við PC. Fyrimunir Tú fært betri ljóð úr tínum pc, samstundis sum hátalararnir kunnu nýtast til far-eindir so sum snildfonir og teldlar. Snilt, um tú bara skalt hava eitt sindur feitari ljóð, tá tú t.d. hyggur at filmi ella spælir spøl á tínum teldli. Vansar Hátalararnir eru ikki tráðleysir, men teir fáa signal umvegis forsterkaran, sum er partur av bashátalaranum. Tað er bert uppkoplingin til høvuðseindina, sum er tráðleys. Sonos er eitt gott dømi um eina tráðleysa ljóðskipan, sum riggar, og sum brúkar tráðleysa tøkni til download, streaming og stýring av anlegginum. Tað, sum er serligt við Sonos, er, at tólið nýtir vanliga Wi-Fi netið til at samskifta við aðrar eindir, men samstundis nýtir sítt egna læsta net til at flyta ljóð millum ymsu eindirnar. Tað ger, at anleggið koyrir sera væl og kann nýtast í fleiri rúmum. Sono finst í fleiri útgávum við øllum frá tónleikaavspælarum til forsterkarar og komplettar hátalaraloysnir. Fyrimunir Sonos er eitt sera stabilt multiroom-system, sum gevur nógvar møguleikar. Tað stuðlar uppundir nýtslu av eitt nú WiMP og Spotify. Tað er lætt at stýra umvegis controller- app’ina, ið fæst til bæði iPhone og iPad. Vansar Sonos stuðlar ikki uppundir háupploysiligar fílur (24 bit/96 kHz), men er avmarkað uppeftir til cd-góðsku (16 bit). Streaming-tøknin er nú innbygd í øllum møguligum – frá bíligum sorround- receivarum til dýrar stereoforsterkarar. Forsterkarin loggar seg á netið og fær atgongd til savnið, sum er goymt á harðdiskinum. Nakrir teirra stuðla eisini nýtslu av Airplay ella DLNA/UPnP og kunnu stýrast við teldli ella snildfon. Fyrimunir Til tín, sum byggja eitt umfatandi anlegg, kann tað vera eitt gott hugskot at keypa ein forsterkara, sum hevur innbygd tráðleyst ljóð – so sleppur tú undan eyka boksum. Vansar Ein forsterkari verður neyðturvuliga partur av eini størri skipan, og tí kann hetta ikki nýtast, um tú bara vilt hava betri ljóð í kamarinum ella køkinum. Dynaudio Xeo 3 er ein fult aktivur tráðleysur hátalari. Teir báðir stereohátalararnir innihalda forsterkara, aktivt býtisfiltur og D/A-konvertara, sum syrgja fyri sera góðari ljóðgóðsku. Hátalararnir kopla seg ikki á vanliga tráðleysa netið, men samskifta ístaðin umvegis egna sendaran hjá Dynaudio á eini rás á 2,4 GHz-bandinum – hetta røkkur á leið 50 metrar. Lítli sendarin hevur tríggjar ljóðinngongdir, íroknað optiska og USB- talgilda inngongd. Kelduval og ljóðstyrki verður stýrt frá fjarstýring. Fyrimunir Loysnin frá Dynaudio gevur góða ljóðgóðsku, og hon kann bindar til aðrar ljóðkeldur so sum sjónvarp og Blu-ray. Vansar Hátalaraloysnin er ikki fullkomuliga tráðleys. Tú kanst ikki streama tónleik beinleiðis til hátalararnar frá snildfonini ella teldlinum – alt má umvegis koplingskassan. Xeo 3 kann heldur ikki nýtast til háupploystar tónleikafílur.