mikudagur 8. mai 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað eru skjótt liðin trý ár
síðani Torkil Veyhe flutti til
Danmarkar í lestrarørindum.
Hegnið at súkkla kastaði góð
úrslit av sær bæði her heima
og í oyggjaleikahøpi, so tað
var gaman í, at hann fann
sær eitt felag í Danmark, har
súkklurisar sum Bjarne Riis,
Bo Hamburger, Rolf Sørensen
og Michael Rasmussen hava
fingið sína uppaling.
Áðrenn vit flyta okkum
nærri inn á hvussu tað gong
ur hjá Torkili í løtuni, so
spyrja vit henda fryntliga
unga mannin hvussu yrkis
leiðin sum súkklari byrjaði.
– Tað var ein vinmaður
mín, sum vandi súkkling.
Sjálvur hevði eg ikki serliga
stóran áhuga fyri súkklingini,
men eg vildi fegin gera tað
sama sum hann, so eg fór so
við til nakrar venjingar sum
10 ára gamal. Eg bleiv tó skjótt
bitin av kappingarandanum,
og í mun til liðítrótt var tað
persónliga avrikið, sum taldi.
Gekk tað ikki væl, ja, so kundi
eg ikki takka øðrum enn
mær sjálvum, sigur Torkil,
sum eisini dámar væl avbjóð
ingina við at altíð royna at
gera tað betri í dag, enn hann
gjørdi í gjár.
Fýra ár eftir at alt byrjaði
– tá ið hann var 14 ára gamal
– byrjaðu teir vaksnu eisini
at fáa Torkil sum fylgisvein á
harðliga barda bassaltinum.
– Tað størra gjøgnumbrot
ið var tá ið eg var 16 ár. Tá
vann eg mína fyrstu kapping
hjá teimum vaksnu, sum var
FM í einkultstarti, og byrjaði
eg tá av álvara at gera um
meg í føroysku kappingini. Tá
eg var 17 ára gamal var eg við
á oyggjaleikunum á Rhodos,
har eg koyrdi meg til eitt 8.
pláss, greiðir Torkil frá.
Tók tað meiri í álvara
Tað var tá ið Torkil var 14
ára gamal, at hann byrjaði
at taka súkklingina í størri
álvara.
– Tá vóru ikki serliga nógv
ir tímar, men nóg mikið til at
fáa ein hampiligan form. Tey
næstu árini vaks mongdin
av venjing støðugt og tá ið
eg var 17 ára gamal byrjaði
eg at venja meiri skipað og
fekk fatur á einum donskum
venjara, sigur Torkil, sum tá
vandi fimm ella seks ferðir
um vikuna.
Síðani Torkil kom inn í
myndina á landsliðnum hava
oyggjaleikir verið hildnir
tríggjar ferðir, men bara tvær
ferðir hevur súkkling verið
við. Á leikunum í Álandi í
2009 var súkkling nevniliga
ikki við. Men hann var við
á Rhodos í 2007 og á Isle of
Wight í 2011.
– Á Rhodos í 2007 gekk av
bera væl. Tað var fyrstu ferð
eg var við og hevði tí ikki
tær stóru vónirnar, men eg
má viðganga, at eg tók meg
sjálvan á bóli. Eg kom heim
við einari silvurmedalju fyri
lið á landavegsteininum og
fekk eitt persónligt 8. pláss á
einkultstartinum. Í 2011 vildi
eg tí gera tað enn betri, men
ágrýtnið at fáa betri úrslit
gav afturslag og eg endaði
við at raka ein form av yvir
venjing og fekk tí so at siga
einki burturúr teimum leik
unum annað enn eina ábend
ing um, hvat kroppurin hjá
mær klárar, sigur Torkil.
Hann ætlar sær heilt
greitt við á oyggjaleikirnar
á Bermuda í summar, og
sum liður í fyrireikingunum
súkklar hann nú kappingar í
Danmark hvørt vikuskifti.
– Málið er heilt greitt at
fáa eina medalju á oyggja
leikunum og eisini at fáa eitt
gott úrslit í liðkappingini, so
leiðis at vit vónandi kunnu
fáa eina madalju fyri lið, eins
og vit fingu tað á Rhodos.
Vit hava eitt gott lið við í
ár. Tvær royndar kreftir í
Gunnari
(Dahl-Olsen)
og
Boga (Kristiansen) og ein
sera vælkoyrandi og ungan
Jóanis Albert (Nielsen), vísir
Torkil á.
Ávegis danskar tindar
Tað var í 2010, at Torkil flutti
til Danmarkar í lestrarørind
um. Hann súkklar við súkklu
felagnum í Odder, sum er
ein lítil býur tætt við Århus,
har hann býr. Felagið hevur
súkklarar í øllum aldurs
bólkum og eisini nakrar
súkklarar í fremstu røð, men
í mun til continental-lið, sum
tað verður rópt, hevur felagið
ikki fíggjarliga orku at gera
sáttmálar við súkklararnar.
Sjálvur súkklaði Torkil
upprunaliga í B-bólkinum,
men ein røð av sera góðum
úrslitum hava ført við sær, at
hann nú brádliga er fluttur
upp í A-bólkin.
– Tað hevur gingist ógvu
liga væl í Danmark higar
til. Kappingin hevur verið í
gongd í fýra vikur og vit hava
súkkling Torkil Veyhe
ítróttur
Súkklar ímóti
teimum bestu
í Danmark
Vit kenna hann best sitandi á eini súkklu. Øll ungdómsárini heima í Føroyum vísti
hann sína styrki við at skúgva fleiri av garvaðu súkklarum okkara til viks. Hann er
nú vorðin 23 ára gamal og súkklar í donskum felagi. Hann ger tað framúr væl.
Hann hevur í ár súkklað sjey kappingar, har av hann hevur vunnið tvær, fingið tvey
3. pláss og eitt 4. pláss. Við góðu úrslitunum hevur hann nú tryggjað sær uppflyting
í sokallaða A-bólkin, har nakrir av teimum frægastu súkklararnir í ríkinum eru
– Tá ið eg var 16 ár, vann
eg mína fyrstu kapping
hjá teimum vaksnu, sum
var FM í einkultstarti,
og byrjaði eg tá av
álvara at gera um meg
í føroysku kappingini,
sigur Torkil Veyhe