fríggjadagur 10. mai 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað eru slett ikki handils
menn, sum fíggja Kringvarp
ið, hóast tað ljóðar soleiðis,
tá
kringvarpsfólk
sleiska
fyri kapitalinum við at siga,
hvørjum tað er, sum »Kring
varpið samstarvar við« fyri
at senda frá svimjikapping
um vikuskiftið.
Tað hoyrir jú ongastaðni
heima, at kapitalurin soleiðis
keypir sær tíð í almenna
kringvarpinum. Hetta undir
grevur trúvirði hjá hesum
mentanarstovni – sum longu
er á einum skráplani.
Men tað eru jú vit hyggj
arar og lurtarar sum við lóg
og pantifúta eru tvungin til
at gjalda fleiri túsund krónur
um árið í kringvarpsskatti,
sum eru álitið hjá Kringvarp
inum.
Tí eigur Kringvarpið at
takka teimum, sum veruliga
gjalda, fyri at tey senda. So
tá KvF letur handilsmenn
soleiðis keypa sær tíð og
fáa æruna fyri, at tey í
kringvarpinum
gera
tað
arbeiða, tey fáa løn fyri – so
áttu tey í veruleikanum at
takkað kringvarpsgjaldaru
num hvørja ferð, tey senda
okkurt úr Sortudíku. Tí eigur
boðskapurin at vera hesin:
»Sendingin er stuðlað av
lurtarunum«
ella
»Sendingin er fíggjað við
kringvarpsskatti«.
Láturin rungar helst hvøllur úr
fólkaflokshølinum á Gamla Apoteki
í hesum døgum. Alment kunnugt
er tað, hvussu gott tak Jørgen
Niclasen hevur á løgmanni – at
hann einki stig tekur, sum Jørgen
ikki vil. Men at so lítið veiggj var í
tingmanning Sambandsfloksins, at
hon eisini krýpur fyri Jørgen Nicla
sen, tað hevur ikki verið so eyðsýnt,
sum hendan vikan hevur víst.
Kropp á kroppi komu tingfólk
Sambandsfólksins við umbering
um fyri, at tey noyðast at atkvøða
í móti síni sannføring. Fólkaflokk
urin vil ikki hoyra eitt orð um upp
boðsølu í sambandi við makrel- og
sildaveiðina, og harvið verður tað.
Sambandsflokkurin vildi annars
ganga við til at lata tann partin,
sum ikki var fiskaður í fjør, um
uppboðssølu hesaferð fyri at royna,
hvussu hon virkar, men nei. Sann
førd ella ikki, so sleppa sambands
tingfólkini ikki at atkvøða í móti
sannføring Fólkafloksins.
Og tí kunnu Jørgen Niclasen og
hansara fólk grína. Tey hava bukt
ina og báðar endarnar í hesi sam
gongu, sum situr so rimmar føst á
valdinum, at einki víkir frá politikk
inum hjá Fólkaflokkinum. Eins og
sambandstingfólkini, so fáa umboð
Miðfloksins og Sjálvstýrisfloksins
heldur ikki atkvøtt ímóti sannfør
ing Fólkafloksins.
Jørgen Niclasen hevur støðugt
síðani valið prógvað sítt virði sum
tann sterki floksleiðarin. Beint
sum samgongan varð skipað vórðu
royndir gjørdar innanhýsis at
koppa honum frá valdinum í Fólka
flokkinum – men tann royndin mis
eydnaðist. Annika Olsen varð sent
til »niðurbræðingar« í Almannaráð
num, sum onkur gamal revur í Fólk
aflokkinum tók til. Hon fær valla
kjansin aftur – og tað vildi eisini
verið ein taktiskur brølari hjá Fólka
flokkinum at farið at pilkað við
valdið og linjuna hjá Jørgen Nicla
sen. Fyrst og fremst løgmaður, men
nú eisini tingmanningin hjá Sam
bandsflokkinum hevur tryggjað
honum valdið.
Hóast eygleiðarar í fleiri málum
síggja, at hugsjónir kunnu renna
saman millum Sambandsflokkin,
Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, so
er tann møguleikin ikki eyðsýndur.
Hetta kundi verið ein alternativ
samgonga, sum kundi ført ein skatt
apolitikk og fiskivinnupolitikk á
breiðum politiskum grundarlag.
Men hendan alternativa sam
gongan kemur ikki í verðina, so
leingi Fólkaflokkurin hevur takið á
Sambandsflokkinum. Og tað hevur
hann leingi afturat – í øllum førum
so leingi, sum nú eisini tingmann
ingin liggur skerfløt fyri Jørgen
Niclasen.
Sambandið atkvøður eftir
sannføring Fólkafloksins
– og prógvið
kemur við
postinum!
Næmingarnir í Hoydølum,
sum skulu til endaliga próv
tøku í ár, verða teir fyrstu,
sum fáa prógvið sendandi
heim við postinum.
Tað sigur Mikkjal Helms
dal, rektari, í eini hóttan til
næmingarnar, har hann ger
greitt, at tað verða eingi til
tøk fyriskipað seinasta skúl
adag, tað verður ikki skipað
fyri prógvhandan, og skúlin
fer ikki at taka lut í fyriskip
anini av pisufundinum, um
næmingarnir uppføra seg
sos um teir plaga – og sum
handilsskúlanæmingar
gjørdu týsmorgunin.
Tað var eitt stórt upptak
hjá vaskifólki og umsjónar
fólki í Studentaskúlanum –
og tað hevur kostað skúla
num í tíggjutúsundavís í
umvælingum og upptaki,
sigur rektarin, sum hartar
sínar næmingar í Hoydølum
fyri nøkrum árum síðani at
verða byrjaðir upp á tápu
liga atsókn móti Handils
skúlanum, sum aftur hevur
fingið
handilsskúlanæm
ingar at gera tað sama.
Tí ger hann púra greitt,
at destruktivi atburðurin
hjá
næmingunum
skal
steðga nú – og at studenta
skúlanæmingarnir,
sum
byrjaðu hetta, nú eiga at
verða teir, sum steðga.
Mikkjal hevur fyrr nokt
að næmingum prógv fyri
at parkera ólógliga – so
hann meinar tað uttan iva
í álvara!
Eingin pisufundur...
atkvøða eftir sannføring...
»Føroya Løgting fer í næstum
at broyta ferðslulógina so
leiðis, at tey sum koyra við
ellisakførum sleppa at koyra
eitt sindur fullari enn tey,
sum koyra í nýggjari bilum.
Tað er felagið Føroya Ellis
akfør, sum hevur heitt á løg
tingið um at broyta lógina,
tí tað er so keðiligt ikki at
sleppa at drekka einar tvær,
tríggjar øl, tá teir koyra við
gomlu bilunum.
Tí fer løgtingið at hækka
promillumarkið fyri ellisak
før frá 0,2 promillu til 0,8 pro
millu, sum tað var í gomlum
døgum.«
Hetta er altso ein joke!
Men tó ein paralellur til tað,
sum løgtingið samtykti mik
udagin, at menn í summum
bátum sleppa at sigla fullari
enn menn í øðrum bátum.
Johan Dahl, landsstýris
maður, ætlaði at promillu
markið fyri at sigla skuldi
vera tað sama sum at koyra
bil. Men tað vildi tingið
ikki, tí løgtingið vil, at man
skal kunna sigla eitt sindur
fullari við smærri bátum enn
við størri bátum – soleiðis at
mann kann tilpassa seg til
sjóvarfallið – og drekka øl!
Munnu tey verða heilt
appelsinfrí, tá tey atkvøða í
løgtinginum?
Ellisakfør sleppa at
koyra við kenning
»Sendingin er fíggjað
við kringvarpsskatti«
Skuggar
fyri krún
uni í heilsu
verkinum
Hans Pauli strøm
Tíðargrein á síðu 15
Nakað
so rasandi
Magnus Tausen
Eygamálið á síðu 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000