Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Jú, eg rokni við at bæði lóg­ gáva og kunngerð verða lýst fyrst í næstu viku. Tað sigur Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður í fiski­vinnumálum, eftir at løg­tingið mikudagin endaliga sam­tykti lóggávuna, ið skipar fiski­skapin eftir makrel og norð­havssild í summar. Hóast andstøðan legði fram fleiri broyt­ing­ar­upp­ skot, bæði um at selja part av kvotuni á uppboði og um sátt­málaviðurskiftini hjá mann­ingunum. Andstøðan vildi hava tað at standa í lógini, at fiskifør skulu hava sáttmála við føroysku mann­ ing­ar­feløgini, og manningin løn­ast sambært hesum sátt­ málum. Tá avtornaði var ein­ asta broyting í mun til upp­ runauppskotið hjá Jacob Vestergaard ein nýggj grein-5, ið setir hugtakið ”hýru­sáttmáli” innaftur í lóg­gávu­na. Hugtakið varð fyrstu ferð nýtt í samband við í fjør, og samgongan setti orðingina inn aftur í lóg­ina áðrenn 3. viðgerð. Nú stend­ur, at manningar skulu løn­ast sambært føroyskum hýru­sátt­málum. Inntøkan Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiski­ skapi eftir makreli og norð­havs­sild í ár. Nóta­ skip­ini, sum fáa størstu kvot­ur­nar, skulu gjalda 76 milliónir í landskassan. Eins og í fjør verður lagt eitt avreiðingargjald á tvær kró­n­ur kilo á alla veiðu, sum antin verður avreidd uttan­lands ella til útlendsk móður­skip. Tó so at trolarar í heimaflotanum og línuskip sleppa við avreiðingargjaldi á eina krónur kilo. Aftur at avreiðingargjaldinum er eitt veiðigjald, bæði á makrel og sild. Veiðigjaldið er 75 oyru kilo á allan makrel, ið nótaskipini og ídnað­ar­ skipini fiska. Eisini skal bólk­ urin ”trolarar við rætt­ind­um uttanfyri Før­oy­ar” rinda sama veiðigjald, 75 oyru kilo. Hinvegin skal heimaflotin sleppa undan veiðigjaldi. Leist­urin fyri sildakvotuna er tann sami, men har er veiði­gjaldið 35 oyru kilo. Sambært roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum verða tað tí nótaskipini, sum koma at rinda størsta partin av tí til­feingisgjaldi, ið landsstýrið ætlar at krevja inn í ár. Nóta­skipini skulu rinda 55 millión­ir krónur í veiðigjaldi fyri makrelin og 21 milliónir í veiði­gjaldi fyri sildina. Aftur at lóggávuni skal lýsast ein kunngerð, ið býtir kvotuna millum ymsu skipabólkarnar. Jacob Vester­gaard vil ikki upplýsa, hvussu endaliga kunngerðin sær út, men niðanfyri prenta vit útkastið til býti, soleiðis sum landsstýrismaðurin hev­ur lagt upp til, meðan mál­ið hevur verið viðgjørt. Ítróttarfelagið Hoyvík ________________________________________________________________________________ Telefon 23 11 15 – Postboks 1067 – 188 Hoyvík H71 søkir eftir høvuðsungdómsvenjara Brennir tú fyri hondbólti, avbjóðingum og góðum lívsløtum, tá ert tú møguliga nýggjur høvuðsungdómsvenjari í H71. H71 er eitt felag í støðugum vøkstri, og er vorðið eitt samheiti fyri hondbólt í lokalumráðnum. Heima í Hoyvík upplivur tú eitt samlív millum fólkið á staðnum og sjálvt felagið í ein slíkan mun, at tað er ilt at siga, hvør er meiri bundin at hvørjum. So hvørt er Hoyvíkin tí endað sum ein hondbóltsbygd burturav. H71 bjóðar eitt hugaligt og yrkisligt umhvørvi, og tað er júst í tráð við økt ambitiónsniveau og miðvísu ætlanina um at gera tað betri fyri øll íðkandi, at felagið nú heldur tað vera tíð uppá at seta ein høvuðsungdómsvenjara. Í stórum brotum verður setningurin hjá høvuðsungdómsvenjaranum at leggja grund undir eitt samansett venjingartilboð tvørturígjøgnum ungdómsdeildirnar, tað veri seg hjá gentum og dreingjum, so at allir spælarar kenna seg aftur í, hvussu tú venur og spælir hondbólt í H71. Krøv og arbeiðssetningur:  Høvuðsungdómsvenjarin skal helst hava viðkomandi útbúgving og royndir.  Tú ert ábyrgdarfullur og skalt duga at leggja lag á, bæði tá ið tað kemur til leikarar og aðrar venjarar í ungdómspartinum.  Tú mást vera stundvísur og nærlagdur, samtíðis sum tað er eitt krav at umboða H71 sámiliga. At vera hugskotsríkur eins væl og daga møguleikar og loysnir, sjálvt tá ið arbeiðsumstøðurnar skifta.  Í tøttum samstarvi við nevnd og høvuðsvenjarar felagsins skalt tú vera við til at menna ungdómsdeildina hjá H71.  Ungdómsvenjarin skal harumframt venja nøkur lið sjálvur.  Saman við nevnd og høvuðsvenjarum skalt tú vera við til at definera tín leiklut í felagnum. Høvuðsungdómsvenjarin tekur við starvinum alt fyri eitt. So er klárt at loysa Lóggávan er samtykt, og eftir er bara at lýsa kunngerðina um býtið, áðrenn skip kunnu fyrireika seg til makrel- og sildafiskiskap í summar Soleiðis býtir landsstýrismaðurin: Nótaskip (eginkvotur býttar til skipini) 73.700 tons av makreli (íroknað 6000 tons, flutt frá í fjør) 60.000 tons av norðhavssild Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 55 mió. kr Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 21 mió. kr Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur Ídnaðarskip (felagskvota við hámarki) 20.000 tons av makreli 13.000 tons av norðhavssild Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 15 mió. kr Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 5 mió. kr Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur Trolarar í heimaflotanum (felagskvota við hámarki) 23.000 tons av makreli 13.500 tons av norðhavssild Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 3,6 mió kr Flakatrolarar, rækjuskip, skip við rættindum í altj. sjógvi (felagskvota við hámarki) 16.500 tons av makreli 12.500 tons av norðhavssild Veiðigjald (makrelur) 0,75 kr/kg – skal geva 12,4 mió. kr Veiðigjald (norðhavssild) 0,35 kr/kg – skal geva 4,4 mió. kr Avreiðingargjald (sild & makrelur) 2,00 kr/kg – landskassin væntar 0 krónur Línuskip, útróðrarbátar, garnaskip og skeljabátar (felagskvota við hámarki) 2000 tons av makreli 1180 tons av norðhavssild Einki veiðigjald, hvørki á makrel ella sild Avreiðingargjald (sild & makrelur) 1,00 kr/kg - landskassin væntar 0,3 mió kr Vísindaligar og vinnuligar royndir 8500 tons av makreli 1000 tons av norðhavssild Tilsamans 143.795 tons av makreli og 103.180 tons av norðhavssild. Veiðigjald tilsamans: 112,6 mió. kr Avreiðingargjald tilsamans: 4 mió. kr