Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skipað varð fyri nógvum til­tøkum í samband við há­ tíðarhaldið, bæði í húsinum og eisini uppi á takinum. Seinnapartin var almenn móttøka við røðum og fram­ førslum. Høgni Hoydal, limur í formansskapinum í Norður­ landaráðnum, sigur í eini heilsu til Norðurlandahúsið: – Húsið hevur drigið ment­ an. list og sam­starv úr øllum hinum Norðurlondunum til Føroya – og úr øllum heimi. Norðurlandahúsið hev­ur lagt rásir til føroyska ment­ an, list og samstarv út í hini Norðurlondini og út í allan heim. – Norðurlandahhúsið hev­ur skapað mentan, list og tiltøk um alt Føroya land. Húsið hevur verið opið fyri øllum – og hevur hýst alskyns til­tøkum fyri øll samfelagsøki og allar samfelagsbólkar. Norður­landahúsið hevur latið heimin upp í Føroyum. Og hevur gjørt Føroyar størri í heim­inum. – Norðurlandahúsið gjørd­ist ein korall í Norður­at­ lantshavi. Eins og ein korall, ið er vaksin úr lívrunnum tilfari. Har óteljandi skap taka seg upp. Sum dregur lív og virksemi afturat sær úr øllum ættum. Har ein ørgrynna av vøkstri og ymiskum verum finna lívs­ umstøður og skapa nýggj sam­bond. Eitt yðjandi lív, sum heldur á og leggur afturat við møguleikum fyri hvørt ættarlið. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, segði í síni føð­ ingardagsheilsan: – Norðurlandahúsið hevur øll árini givið føroyingum lut í markleysa heiminum bæði til mentan og list. Tað hevur brýnt okkara vit, tað hevur argað okkara sansir, tað hev­ ur flutt okkara mørk. – Og Norðurlandahúsið hevur so sanniliga vunn­ið sín tilverurætt bæði í norð­ ur­lendska mentanar­sam­ starvinum og sum mest týð­ andi mentanarhús í Før­oyum og í Havn. – Norðurlandahúsið er ein serstøk byggilistarlig perla í býnum, og sum tíðin ikki tykist rína á. Vit eru øll góð við Norðurlandahúsið. Men húsið er bert karmurin. Við skiftandi stjórum hevur Norðurlandahúsið megnað at fylt karmin við mentan og list innan so at siga allar listasjangrur, bæði føroyskari og útlendskari, og samstundis verið eitt portur hjá føroyskum listafólki til norðurlendska og altjóða pallin. – Tað er einki at taka seg aftur í, at Norðurlandahúsið sum depil hevur havt ser­ staka stóran týdning fyri Havn­ina. Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Norðurlandahúsið hevur altíð verið gott, bæði um praktisk viðurskifti og um felags verkætlanir. Ein stór­ ur mentanardepil sum hesin smittar eisini av upp á annað mentanarligt virksemi í bý­ num. Ein mentanardepil fyllir 30 Mikudagin fylti fremsti mentanarpallur okkara 30 ár. Norðurlandahúsið var fult av fólki allan føðingardagin.