Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Tiltøk til ábøtur og málrættan av SU- skipanini 1. SU í ásetta tíð til lesandi, sum byrja teirra framhaldslestur meira enn tvey ár eftir atgongdsgevandi próvtøkuna Við lestrarskifti verður framvegis upp til í alt 12 mánaðar eyka SU. Avmarkingin í SU kemur í gildi til summarupptøkuna í 2014. 2. Økt krøv til tey lesandi um framfýsni á lesnaðinum á teimum hægru útbúgvingunum Fyri at tryggja, at SU bert verður givið teimum lesandi, ið eru lestrarvirkin, skjýt­ur stjórnin upp, við gildi frá summ­ arinum 2016, at lesandi bert kunnu vera 6 mánaðir seinkað við teirra lesnaði, áðrenn útgjaldingin av SU verður støðg­ að. 3. Málrættan av SU til miðnámsískoytisskeið Skotið verður upp, at tað framyvir bert skal vera møguligt at móttaka SU til GSK á teimum sokallaðu turboskeiðunum. Uppskotið skal galda frá summarinum 2014. 4. Hægst fimm ungdómsútbúgvingar við SU Uppskotið skal galda frá 1. januar 2015. 5. Broytt SU til heimabúgvandi Uppskotið skal galda frá summarinum 2015. 6. Hóvlig regulering av SU í tíðarskeiðnum 2014 til 2021 7. Hækkan av satsinum fyri fríupphædd fyri SU-móttakarar Flokkarnir eru samdir um at hækka satsin fyri tí lægstu fríupphæddina við 1.500 kr. pr. mánað. 8. Útgjaldan av bonusi til lesandi, ið verða liðug fyri ásetta tíð Bonusið verður útgoldið sum studningur á 2.877 kr. fyri hvønn mánað tann lesandi ger seg lidnan við lesturin fyri ásetta tíð. 9. Øktur stuðul til flutningssamsýning 10. Uppfylgjan av dóminum hjá EU-dómstólinum um SU til útlendsk lesandi 11. Tiltøk til fremjan av einari virknari lestrarfullgerð Tryggja betri rammur fyri merit, lestr­ ar­skifti og upptøku. Fak í útlandinum ella frá einum øðrum donskum læru­ stovni skal, um tey eru góðkend fram­ man­undan, tryggja merit. Tað skal vera betri merit við lestrarskifti og starvslæru. Skifti millum relevantar bachelorútbúgvingar á universitetum og á professiónsháskúlum á tí einu síðuni og kandidatútbúgvingum á hini síðuni skal gerast meira smidligt. Universitetini skulu menna fleiri kandidatútbúgvingar, sum eru rættaðar meira ímóti pro­fessi­ óns­bachelorum, soleiðis at professi­óns­ bachelorar kunnu takast beinleiðis upp og uttan ískoytisskeið 12. Økt krøv til universitetir um betringar í lestrartíðini 13. Lestrarbyrjanaroynd SU-broyting 2013 Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spurning 1 Hvat er NemID og hvussu fáa føroyingar tað? ID Svar til ID: NemID er eitt felags innrit til bæði tann almenna og privata geiran í Danmark Eitt felags innrit NemID er tað sama innritið alla staðnis. Um tú vilt nýta tína heimagreiðslu ella í samband við SU. Mátin tú ritar inn er akkurát tann sami. NemID er samansett av brúkara-id, einum loyniorði og einum lyklakorti við "lyklum" (einnýtiskotur). Til at taka við Tú kanst taka NemID við tær og brúka tað við øðrum teldum. Til dømis kanst tú brúka NemID á tíni arbeiðsteldu, á tíni Mac heima ella á einari teldu-café. Ein trygg loysn NemID er bygt upp um nakað, tú veit, og nakað, ið tú hevur. Títt loyniorð er nakað, sum bert tú kennir, og títt lyklakort er nakað, sum einans tú hevur. Sum føroyingur kann mann fáa NemID við at flyta bústað til Danmarkar og so møta upp á kommunukontórinum og fáa eitt CPR.NR., um mann ikki hevur tað, og hareftir kann mann fáa eitt NemID. Um tú skalt lesa í útlandinum, uttan fyri kongaríkið, og vilt søkja SU til góðkendan lesnað uttan at hava hvørki CPR.NR ella NemID, kanst tú fáa eitt CPR.NR., um tú sleppur inn. Við einum CPR.NR. í passinum - krevist kanska nýtt pass - kanst tú søkja um NemID sum “udlandsdansker”, og so fáa loyniorðið sent og útflýggjað við at vísa prógv hjá ríkisins staðbundnu myndugleikum og við at vísa relevant skjøl. Í Føroyum er tað hjá Ríkisumboðnum. Meira kunning: www.nemid.nu Holger og Bjørg Spurning 2 – Bústaður í Danmark til lesandi Hey! Kunnu tit siga mær, hvussu eg skal bera meg at við at søkja íbúð í Danmark/ Keypmannahavn (helst kollegiiíbúð). Eg rokni við, at eg skal byrja at lesa í september. Svar: Tað kann vera trupult at fáa íbúð í Danmark serliga í Keypmannahavn. Okkara ráð eru, at tú skalt søkja í góðari tíð. Tað er ymiskt, hvussu regluranr eru fyri, nær ein kann søkja, men vanligt er, at ein kann søkja kollegii eitt ár frammanundan, útbúgvingin byrjar. Á flestu kollegium kanst tú flyta inn upp til tríggjar mánaðir áðrenn lestrarbyrjan. Eisini mæla vit tær til at søkja so nógv kollegiir sum møguligt, altso ikki vera kræsin. Summi kollegiir hava sera langar bíðilistar. GG! Legg til merkis, at reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú leitar eftir íbúð. Tað eru nógv leinki um kollegiir í Danmark. Tó kanst tú fáa eitt samlað yvirlit á www.ug.dk á “om at finde bolig”. Kanska tú eisini kanst hugsa um onnur sløg av íbúð, t.d. privat leiga, búfelagsskapur, lutaíbúð, framleigað íbúð, eigaraíbúð. Hentar heimasíður eru : www. findbolig.nu, www.boligbutikken-for-ht.dk og www. lejebolig.dk Góða eyðnu Holger og Bjørg Spurningar