Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 5. august 2013 ella eftir nærri avtalu. Um ongin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. UMSÓKN saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í hendi innan mánadagin 27. mai 2013. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Elina N. W. Tausen, stovnsleiðara, telefon 302390 ella 214227. Eisini ber til at senda teldupost til lokjatun@torshavn.fo ella lesa meira á www.lokjatun.fo. PEDAGOGUR Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Støddfrøðingur til Setrið Á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi er eitt starv leyst at søkja Starvsøki Starvið fevnir um gransking og undirvísing í støddfrøði og/ella hagfrøði. Tann, ið fær starvið, verður knýttur at útbúgvingun­ um á Náttúruvísindadeildini, men viðkomandi fer væntandi eisini at undirvísa í øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetr­ inum. Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tengd­ ur at serøki umsøkjarans í samstarvi við ta gransking, sum er á Fróðskaparsetrinum. Tann, ið fær starvið, skal taka lut í menningini av støddfrøðiligari og hagfrøðiligari gransking á Setrinum. Tann, ið fær starvið, kemur at innganga í eitt náttúruvís­ indaligt toymi um undirvísing og gransking við vísindastarvs­ fólk á Náttúruvísindadeildini og kemur at innganga í eitt støddfrøðiligt toymi við støddfrøðingar á Námsvísindadeildini. Førleikar Treytað av førleika umsøkjarans verður starvið antin eitt adjunktstarv ella eitt lektarastarv. Adjunktstarv er 4­ára út­ búgvingarstarv. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur ella lektari krevst ph.d.­útbúgving ella samsvarandi granskingar­ førleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógvað granskingarevni, og sum hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.­ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava við­ komandi kandidat­ ella masterútbúgving. Undirvísingarroynd­ ir á universitetsstigi geva fyrimun. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, viðmæli, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýs­ ing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um tær eru til taks. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkj­ arans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjar­ ans skulu leggjast við umsóknini. Um Fróðskaparsetrið Á Fróðskaparsetrinum er ein lektari í hagfrøði og ein lektari í støddfrøði í starvi á Náttúruvísindadeildini. Granskingarøki hjá støddfrøðinginum er operatoralgebra og dynamisk system. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð­ skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt­ mála við AKF. Umsóknin verður viðgjørd og mett av eini metanarnevnd. Umsøkjarar fáa metingina av umsókn síni. Sum partur av heildarmetingini av førleikum umsøkjarans kann talan verða um at koma til eina samrøðu. Freist Umsóknarfreist er 31. mai 2013. Miðað verður at seta starv­ ið skjótast tilber. Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo ella til jorgenm@setur.fo. Eisini ber til at senda umsóknina í fýra eintøkum til niðanfyristandandi adressu Fróðskaparseturs ins: Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovuna J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj@set­ ur.fo , dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvís­ indi og Gunnari Restorff, gunnarr@setur.fo lektara í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á heima­ síðuni www.setur.fo