fríggjadagur 10. mai 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 10. mai 2013
2
VIKUSKIFTI
Íbúð
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 1959 keypti Andy Warhol eini hús
á Lexinton Avenue í New York fyri
341.000 krónur. Nú eru húsini aftur til
sølu, og tú kanst keypa tey fyri 33 milli
ónir krónur.
Andy Warhol, sum var listamaður
og hevur gjørt heimskend verk, búði í
15 ár saman við mammu síni í húsun
um. Húsini, sum ikki eru serliga stór,
eru í fimm hæddum, og í niðastu hædd
ini hevði Warhol atelier, har hann fram
leiddi og seinni goymdi síni verk.
Sambært New York Times verða
húsini roknað sum fyrsta listaverk
smiðjan hjá Warhol, og har vóru eitt
nú hansara verk av suppudósum og
bananum framleidd.
Virða Warhol
Sambært James Warhola, sum er
skyldmaður hjá Warhol, búðu eitt skifti
25 kettur, sum allar vórðu kallaðar Sam,
í húsunum.
Síðani Andy Warhol flutti úr hús
unum, hevur tað havt tveir ymiskar
eigarar og er sett í stand. Seinastu eig
ararnir hongdu verk hjá Warhol upp
í húsinum fyri at virða og varðveita
Warhol-andan í húsunum.
Eigararnir hava tó ikki latið húsini
upp fyri fjepparum ella almenningi,
men húsameklarin Lawrance Comroe,
sum stendur fyri søluni, sigur, at nýggi
eigarin skal virða, at húsið hevur tilknýti
til Andy Warhol og hansara list.
Nakrir
tankar ein
summardag
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Olevina Sundsskarð / Mynd: Ólavur J. Hansen
klumman
Barbara
Holm
Húsini í New York, har listamaðurin
Andy Warhol skapti nógv av sínum
verkum, eru nú sett til sølu
Í skrivandi stund siti eg í Keypmannahavn
í ársins fyrsta sóldegi, og nú eru summar
klæðini komin fram. Men saman við
shortsunum kemur eisini óttin. Óttin fyri
at ikki passa inn. Óttin fyri at vera kiksað,
ljót ella fyri at vera avdúkað fyri tað man
er – ein kvinna, sum ikki líkist modellunum
á forsíðunum.
»Mær dámar nógv betri veturin, tí tá
kann man lata seg væl í uttan tað er løgið«,
segði ein vinkona mín í dag. Hon helt fyri, at
við sólini kemur eisini tørvurin á at lata seg
úr. Vísa seg fram, og harvið missa møgu
leikan fyri at goyma seg. Allar sótu vit og
nikkaðu við, og kendu væl til trupulleikan
við tí fyrsta sóldegnum.
Hendan vinkonan er í mínum eygum
ógvuliga vøkur. Hon er tað, sum aðrar
kvinnur vilja vera. Men í hennara egnu
eygum er hon alt ov kiksað til at lata seg í
shorts.
Løgið, hugsaði eg. Hvør hevur í veru
leikanum tikið tað avgerð, at appelsinhúð
ella kritahvít bein er nakað ljótt, nakað
kiksað, nakað, sum skal goymast burtur?
Í Kuba eru kvinnurnar rundar, stórar,
klænar, lítlar, ja í veruleikanum í øllum
støddum, og tær vera allar virdar og sæddar
sum vakrar. Her í Danmark og í Føroyum
skulu vit helst hava eitt nøkunlunda BMI
tal; vit skulu venja, so búkurin og lørini eru
í form; vit skulu ongantíð vera heilt hvítar
(heldur ikki í mai?), og vit skulu undir øllum
umstøðum ikki hava appelsinhúð.
Eg hugdi rundan um meg í Keypmanna
havn í dag, og eg sá ikki eina kvinnu, sum
var eins og hinar. Allar vóru tær serstakar á
hvør sín hátt. Summar við stórum bróstum,
summar minni. Summar væl vandar, aðrar
eitt sindur leysar. Summar við appelsinhúð,
og aðrar við strekkmerkjum. Ja, allar høvdu
tær okkurt, sum ikki passaði inn í tað per
fektu myndina, sum onkur hevur uppstillað
til okkum.
Men hvør er tað so, sum hevur
bestemmað, at hesi tingini ikki er nóg góð?
Hví eru vit ikki sum kvinnurnar í Kuba, og
bara góðtaka okkum júst sum vit eru?
Ja, tað kann allarhelst skrivast ein heil
PHD ritgerð um hetta evnið, men eg haldi, at
veruleikin er sera einfaldur.
Eingin varnast mínar feilir, um eg ikki
sjálv varnist teir. Tað er eingin universell
lóg sum sigur, at strekkmerkir, heingiboppir
ella appelsinhúð er av tí ringa – tað er bara
nakað, sum vit sjálvar halda og tí útstrála til
øllum rundan um okkum.
Tí má niðurstøðan vera tann, at vit skulu
læra okkum at ikki bara góðtaka okkum
sjálvar, men at dyrka tað! Dyrka appelsin
húðina, tey leysu lørini, tað hvítu húðina og
tann ótrimmaða búkin, og síðani signalera til
øll rundan um okkum, at tað er okey at vera
kvinna.
So segði
hon...
Warhol-hús
til sølu fyri
33 milliónir
– Hann er júst soleiðis, sum vit kenna
hann. Munurin er bara, at hann
ikki fær rørt seg og samskiftir
umvegis teldu
Sunniva B. Simonsen, mamma Emil
Fyrrverandi íbúðin hjá Andy Warhol er prýdd við verkum hjá listarmanninum