Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 10. mai 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Á Berstorffsgade mitt í danska høvuðs­ staðnum – millum Tivoli og Hoved­bane­ gården – liggur kenda Andersen Bakery, sum bjóðar fólki kondittaravørur, sum tey gera nógv burturúr. Ein av teimum, sum hjúklar um kakur­nar hjá Andersen Bakery, er Olevina Sundsskarð úr Klaksvík, sum er kondittari. Eftir at hon tók útbúgving sum bakari heima í Klaksvík, flutti hon fyri sjey árum síðani til Danmarkar fyri at útbúgva seg víðari til kondittara, og seinastu árini hevur hon arbeitt á Andersen Bakery, sum upprunaliga er eitt japanskt hugskot, og sum hevur handlar í Danmark, USA og Japan. – Eg eri upplærd at liva fyri kakur, vit skulu gera okkum stóran ómak við øllum okkara vørum, og tað er næst­an soleiðis, at eg havi kenslur fyri kak­ unum, sigur Olevina Sundsskarð. Akkuráttessa Eftir at hava lært og arbeitt á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík fekk Olevina Sunds­skarð hug at leita til Danmarkar at útbúgva seg víðari. – Eg vildi verða kondittari, og eg royndi so at søkja lærupláss hjá Conditori & Café H. C. Andersen. Eg havi fingið bronsu til sveinaroyndina sum bakari, og eg hevði arbeitt tvey ár sum sveinur, so eg helt meg hava ein møguleika, men eg hoyrdi einki aftur frá teimum. So ringdi eg til tey eftir eina tíð fyri at spyrja meg fyri, og tá var leyst og liðugt beinanvegin. Eg fekk læru­plássið og tók útbúgvingina hjá teimum. Nakað eftir tað skuldi kondittarin flyta, og tá var óvissa um, hvussu nógv fólk skuldu við, og tá valdi Olevina at skifta arbeiði og fekk møgu­leik­an á Andersen Bakery. Har hevur hon starv­ast seinastu trý árini og stór­trívist saman við kakunum mitt í Keyp­manna­ havn. – Vit gera alt frá grundini og leggja nógv arbeiði í okkara kakur. Sjálvt súltu­toyið kóka vit frá grundini. Alt verð­ur gjørt ordiligt, vit leita eftir teim­ um bestu rávørunum, og vit ganga upp í akkurátessu, so at allar kakur, sum vit gera, eru eins góðar, sigur Olevina. – Tveir kondittarar, sum eru á danska landsliðnum, arbeiða her, og tað havi eg fingið nógv burturúr. Hetta hevur verið eitt sera læruríkt og avbjóðandi um­hvørvi, og eg trívist sera væl her. Brennir fyri kakum Andersen Bakery liggur væl fyri í Keyp­ mannahavn, og nógv fólk støkka inn á gólvið at keypa kakur heimvið ella fyri at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Av tí at konseptið er úr Japan, koma nógvar japanarar á gátt, og um summarið eru sera nógv ferða­ fólk á kondittarínum. Olevina Sundsskarð arbeiðir í van­ ligari arbeiðstíð. Hon fer til arbeiðis klokkan sjey ella átta um morgunin og arbeiðir so út á seinnapartin. – Hetta er ein serlig verð, og tað er í grundini nógv meira enn eitt ar­ beiði. Tað verður ein lívsstílur at gera kakur, og einki skal út, sum ikki er í lagi. Bransjan er hóast alt so lítil, at tú skalt gera tað ordiligt hvørjaferð og alla­tíðina. – Eg brenni fyri at gera kakur, og eg eri als ikki troytt av tí. Dagarnir eru so ymiskir, og tað eru allatíðina nýggjar avbjóðingar, og tí er tað spenn­andi arbeiði at hava. Tað er eisini av­bjóð­ andi at hava lærlingar. Eg skal ikki siga, at ein dagur, tá ið vit gera nógvar lág­køku­botnar, er tann mest spenn­ andi, men tað er eisini ein partur av ar­beiðnum, sigur hon. Olevina hevur eisini verið við til at gera nýggjar kakur til Andersen Bakery. Hon hevur gjørt eina rabarutertu, sum er sera væl umtókt og verður nógv seld í handlinum, og hon hevur eisini gjørt eitt mandluhorn. Eg havi kenslur fyri kakunum – Eg eri upplærd at liva fyri kakur, vit skulu gera okkum stóran ómak við øllum okkara vørum, og tað er næstan soleiðis, at eg havi kenslur fyri kakunum, sigur Olevina Sundsskarð, sum arbeiðir sum kondittari á eksklusiva Andersen Bakery í Keypmannahavn