Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Útigudstænasta í Gundadali Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Annfinn Brekkstein viðmerking á síðu 16 Liberal- sosiali pro­ fil­ur­in hjá Sambands­ flokkinum Lív Clementsen Viðmerking á síðu 16 Sólsetur og Sólsetur Stendur tað til Karsten Hansen, so verð­ur tað nógv truplari at fáa fat­ur á tubbakki í framtíðini. Og tey, sum gera sær dælt av bíligum tubb­akki, tí tey ferð­ast so nógv – og ofta upp á lands­ins besta, skulu missa hend­ an møg­u­leikan. Hesum boðaði Karsten Hansen, lands­stýrismaður í heils­u­málum frá her í blað­num mánadagin. Og vit kunnu ikki annað enn geva lands­stýr­is­mann­i­num rætt í mót­søgn­ini, sum er í at geva summ­ um úr­valdum møguleikan at keypa toll­frítt tubb­akk, samstundis sum onn­ur noyð­ast at rinda fullan prís. Og ja, tað er at gera mun á fólki, og tað er skeivt. Tað er eisini politiskt ókorrekt yv­ir­høvur at hava slíkar avoldaðar skip­anir við tollfríari sølu av tubb­ akki og rúsdrekka – sum ES londini langt síðani hava útruddað. Visjónin hjá Fólkaheilsuráðnum er, at Føroya skulu vera roykfríar um nøk­ur ár. Hetta er ein bærilig ætlan, sum krev­ur nógv av teimum, sum hava á­byrgd­ina fyri uppvaksandi ætt­ar­lið­num. Tí tað er har, skaðin skal bøt­ast. Fólkaheilsuráðið hevur fyrr sagt, at tey sum eru fødd aftan á 2000 skulu ong­antíð byrja at roykja. Tað er so eitt mál, sum foreldur hjá hes­um børnum kunnu tryggja, at tað fer at eydnast. Tí megna for­ eld­ur ikki at leggja tað niður í síni børn, so er støðan vónleys. Men velja for­eld­ur at hesum børnum at síggja mill­um fingr­ar­nar, um tey byrja at roykja, so fer at at minna ikki sørt um van­røkt av børnum. Men nógv gongur rætta vegin við­víkjandi royking. Roykurin er fing­in út úr almennum hølum, og á ar­beiðs­pláss­um ber til at fáa sær tubb­aks­fríar mat­ar­steðg­ir. Á mat­ stov­um nýt­ist tær ikki long­ur at bíða eftir plássi, til tey eru lið­ug at roykja, og í dansi- og sam­kom­u­høl­ um er royk­frítt. Gongdin er tann rætta – og tað man fara at síggjast aftur í heilsu­ hag­tølu­num. So Karsten Hansen, drív tú end­ i­liga á við at fremja roykitálmandi til­mæl­ini frá Fólka­heils­u­ráðnum um eitt nú at herða ásetingarnar fyri sølu av tubbakki til ung undir 18 ár, um at hækka prís­in á tubbakki, um at skerpa reglar um at roykja, tá tú ert sam­an við børnum og so framvvegis. Visjónin um einar roykifríar Før­ oy­ar kann væl eydnast – og eingin sakn­ur verður í tubbakkinum... Karsten hóttir tubbakkið Annan hvítusunnudag skipa prest­arnir í Havnini fyri eini úti­gudstænastu. Gudstænastan verður á ov­ara vølli í Gundadali 20. mai klokkan 11. Ann Dahl Hansen, prest­ ur, sigur at nógv spenn­andi verður á skránni. Havn­ar hornorkestur og GHM fara at spæla undir sálma­sang­i­ num. – Vit fara at syngja bæði sálmar og sunn­u­dags­ skúla­sang­ir. Kór kemur at syngja fyri okkum. Eftir guds­tæn­ast­una verður drekkamunnur og okku­rt gott til børnini –  og øll eru hjartaliga vælkomin, sig­ur hon. “Hon stendur í hurðini” ella “Hann er júst farin út gjøg­ num hurðina” ella “júst kom­ in inn gjøgnum hurð­ina” er vanligt at hoyra. Á eini heima­ síðu stendur um ein stjóra, at hann hevði einki at missa, tí hann var “á veg út gjøgnum hurðina”, helst soleiðis at skilja, at hann skuldi gevast í starv­in­um. Henda orðing ber ikki til, tí hurðin er plátan, ið gong­ ur á hongslum í dur­un­um og verður latin upp og aft­ur. Skulu vit út gjøgnum hurð­ ina, mugu vit seta til síðis van­ligar jarðiskar regl­ur, tí so fara vit gjøgnum heilt. Tað rætta er at fara út ella inn “gjøgnum dyrnar”. Dyr er “inn­gongd í hús ella rúm”, so tað er sjálvt opið. Men vit kunnu ganga “um hurð­ina”, tá ið vit fara um dyrn­ar. Heldur ikki ber til at “standa í hurðini”, sum nógv siga. Tað má vera at “standa í durunum” ella “á gáttini”. At fara “út fyri dyr” er at fara útum ella fara út um gátt­ina, t.d. alt, ið krúpa kundi, var farið út fyri dyr í tí góða veðrinum. Er veðrið ringt, ber til at siga, at "ikki er far­andi út fyri dyr”. Eitt tiltak er at “sópa fyri egnum durum” ella “sópa fyri sínum durum”, og tað merkir at hava sítt í lagi, áðrenn funn­ist verður at øðrum, t.e. taka í egnan barm. “At laða upp í dyr” ella “laða upp í dyrnar” er eitt ann­að tiltak. Tað hevur støði í gamlari tíð, tá ið fólk máttu gevast at halda hús av neyð. Tað merkir at kasta frá sær ella gevast á hend­ur. Ein nýgerð, ið er íkomin, er orðið “ein durur”. Tað er sprottið av orðinum “dyr” og merkir “lítil forstova”. Ert tú í iva, er ikki at vera ráðaleys/-ur, tí til ber at sláa upp í Føroysku orðabók á: http://www.sleipnir.fo/obg/ fob/fob.php Hurð – dyr Karsten, drív tú endiliga á við at tálma roykingina! Dansið listelig Kinna Poulsen ummælir list, ið hon ikki hevur sæð Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum