Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Av teim 26 kórsatsunum í bó­kini framføra bæði kórini í felag teir 10 og Havnarkórið 6 fyri seg sjálvan. Talan er um løg eftir Mart­in Restorff Jacobsen, Kim Hansen, Eivør Páls­dótt­ ir, Ólav Jacobsen (av Velba­ stað), Martin Joensen, Regin Dahl, Anniku Hoydal, Elin Brimheim Heinesen, Christ­ ian Wahl, Teitur Lassen, Nic­ las Johannesen og eitt før­ oyskt vísulag. Tað John Høybye, sum hev­ur skipað øll løgini fyri kór, har einstøk eisini hava klaverfylgispæl, og hann eig­ur eisini sjálvur tvey av løgunum, har Frits Johanne­ sen hevur givið tekstunum føroyskan búna. Solorøddir verða eisini at hoyra: Joanna Johansen, Berghild Poulsen, Arina Bis­ choff, Kirsten Høybye og Durita Lamhauge Jóans­ dótt­ir, sum eisini hevur eina floytu­solo. John Høybye er gitin um øll Norðurlond og eisini víðari út um heim bæði fyri sítt skap­andi tónleikavirksemi og sum kórleiðari. Sum tón­ leikalærari á Statens Kursus til HF í árunum 1968-72 skapti hann eitt skúlakór, sum gjørdi vart við seg millum annað við at vinna kórkapping hjá danska kringvarpinum. Eftir próvtøkuna ynsktu sang­arnir at halda fram, og so­leiðis skaptist gitna kórið Tritonus við navni eftir tóna­ stiginum. H-F Fyrsta uttanlandsferðin var Føroya-ferðin í 1972, og í teim eftirfylgjandi 35 árunum vitj­aði kórið allar heimsins partar – uttan Australia. Í 2007 legði John frá sær sum leiðari kórsins, men held­ur ikki tá vildu sangarar gevast, og soleiðis varð hildið fram við Diabolus sum eitt høviðskór til 2-3 kórtiltøk um árið. Treytin fyri limaskapi er, at sangarnir hava sungið í Tritonus, hava fyllt 50 ár og framhaldandi hava góða rødd. Navnið Diabolus, sum merkir illimaður, ber tó onki ilt í sær, men byggir á, at tónastigið H–F við trimum fylgjandi heilum tónum ber slíkt skurrandi ljóð í sær, at tað í gamlar dagar fekk heitið »diabolus in musica«. Tað verða tó ikki skurr­ andi tónar, sum vit kunnu vænta okkum frá hesum 25 vitjandi diaboli, sum við Føroya-vitjanini nú um viku­ skiftið hevur sína fyrstu uttan­landsferð. Konsertirnar hjá Diabolus og Havnarkórinum verða hvítusunnudag í Fuglafjarðar Kirkju klokkan 20.00 og í Norðurlandahúsinum 2. hvítusunnudag (mánadagin) klokkan 16.00. Í sambandi við konsert­ irnar fáa fólk høvi at ogna sær nýggju kórbókina við mun­andi avsláttri. Havnarkórið og Diabolus felagskonsert Í sambandi við at nýggja “Føroysk Kórbók 3” nú kemur á marknaðin hava Havnarkórið og danska kórið Diabolus felags konsertir nú um hvítusunnuna Leo Poulsen Tey høvdu skipað seg væl, og ein nevnd var sett at fyri­ skipað degnum. Tey høvdu líkafram eitt slagorð: Make Love not Herverk! Helena Dam á Neysta­ bø, skúlastjóri á Han­dils­ skúlanum, var ógvuliga væl nøgd við, hvussu vitjandi næm­ingarnir uppførdu seg. – Hetta var nakað, vit her á skúlanum høvdu tosað um framman undan. Soleiðis, sum tað gekk fyri seg í fjør, kunnu vit ikki standa modell til, og tað hava vit tosað við okkara næmingar um, sigur Helena Damá Neystabø. Eisini formaðurin í næm­ inga­ráðnum í Hoy­døl­um, Jó­ han Bech Húsgarð, var væl nøgdur við, hvussu næm­ing­ ar­nir uppførdu seg. – Nú hava vit eina kollek­ tiva hóttan hangandi yvir okk­um, og tað er ikki í lagi at fremja herverk. Tí vórðu vit samd um at skapa ein friðarligan dag, har vit tó hava hildið fast við at vitja á øðrum skúlum. Hesaferð tó uttan herverk, sigur Jóhan Bech Húsgarð. Tað vóru glaðir næmingar, ið hugnaðu sær saman við lærarum og næmingum á Handilsskúlanum, og friðar karamellur og skúmfidusar vórðu býttir út til øll, eisini umboðini frá Sosialinum. Friðarligur skulkidagur Næmingarnir í Hoydølum høvdu sín skulkidag í dag, og stórur munur var á degnum i dag, og so tí, sum varð upplivdur í Hoydølum herfyri, tá herverk varð framt og tveir næmingar vórðu skuldsettir av politinum John Høybye Næmingarnir høvdu málað seg og latið seg í skemtiligar búnar Myndir: Álvur Haraldsen