Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Sjarmuferð uttan mál – Eg fekk eina innbjóðing og valdi at taka av, sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum brúkti síðstu viku í Orknoyggjum. Við í ferðalagnum var eisini stjórin á Landsverk, saman við sínum ráðgeva, umframt sendimaðurin í London Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrismaðurin í inn­ lendis­málum brúkti síðstu viku uttanlands. Kári P. Høj­gaard var sjálvur fimti í før­oyskum ferðalag í Orkn­ oyggjum, ið hóast landa­ frøði­liga tætt við Føroyar eru rímuliga fjarskotnar vegna vánaligt ferðasamband. Fyri at vitja lítla oyggja­ sam­felagið, ið ligg­ur skamt norðanfyri skotska fast­land­ ið, má ferðast umvegis bæði Keypmanna­havn og Aber­ deen, áðrenn flogið verð­ur seinasta strekkið út til høv­ uðsstaðin Kirkwall. – Eg fekk eina innbjóðing frá løgmanninum á Orkn­ oyggjum og valdi at taka av, sigur Kári P. Højgaard, lands­ stýrismaður í inn­lendis­ málum. Við avgerðini var lands­ stýrismaðurin burtur­stadd­ ur, síðstu arbeiðsvikuna hjá løgtinginum. – Ja, tað er so ein raðfest­ ing. Men eg meti at hetta var ein sera týdningarmikil túrur, sigur Kári P. Højgaard. Málsøkjabland Meðan landsstýrismaðurin í innlendismálum, er av­gjørd­ ur, tá hann sjálvur skal meta um týdningin av túrinum, so er hann meira trilvandi, tá hann skal útdýpa orsøkirnar til, hví túrurin nú eisini var so týdningarmikil. – Talan er um eitt lítið land, bara helvtina av Føroyum. Tey hava ferðavinnu og olju­vinnu, infrastrukturin á landi er kanska ikki betri enn okk­ara, men tey hava góð­ar havnir har. Og so gera tey eis­ini nógv við at menna grøn­ar orkukeldur, greiðir lands­stýrismaðurin frá. Ferðavinnan er ikki títt málsøki, ha? – Nei, tað er rætt. Oljuvinnan er ikki títt máls­øki, ha? – Nei, tað er rætt. Orkumál er ikki títt máls­ øki, ha? ­– Nei, tað er rætt. Landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum heldur tó fast um týdningin av túrinum. – Vegir og havnir er málsøki hjá Innlendismálaráðnum, sig­ur Kári P. Højgaard, sum tó hevur trupult við at seta orð á, hvat tað var við in­ frakervinum í Orkn­oyggj­um, ið var somikið serligt, at tað kravdi vitjan úr Før­oy­um. Við landsstýrismanninum í innlendismálum var eisini Rúni Joensen, aðalstjóri. Og harafturat var stjórin á Lands­verki, Ewald Kjølbro, sam­an við serliga ráðgeva sín­um, Johan Mortensen. Vitja grannan Undir samrøðuni vísir Kári P. Højgaard brádliga á, at hetta er fyrstu ferð, at ein før­oyskur landsstýrismaður vitjar Orknoyggjarnar. – Vit eru eitt lítið oyggja­ samfelag, eins og Orkn­oyggj­ ar. Vit kunnu læra nógv av teimum, eins og tey kunnu læra av okkum. Eg haldi tað hava týdning at fáa í lag samband við henda grannan hjá okkum. Tað er positivt at knýta bond á henda hátt, sigur Kári P. Højgaard. Landsstýrismaðurin hev­ ur tó framvegis ilt við at seta orð á, hvat kom burtur úr túr­in­um. – Nei, eg kann ikki vísa á nakað úrslit í somáta, ásannar Kári P. Højgaard, men leggur í sama viðfangi afturat, at æltanin er at Før­ oyar skulu fáa vitjan úr Orkn­ oyggjum einaferð í heyst. Ríkisfelagsskapurin Sambært lands­stýris­mann­ in­um í innlendismálum hevði heimastýrið í lítla oyggja­ samfelagnum við 20.000 íbúgv­um stóran áhuga at frætta meira um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Bæði um yvirtikin málsøki og tey málsøki, har av­gerð­ ar­rætturin framvegis ligg­ur í Keypmannahavn. Før­oyski sendimaðurin í Lond­on, Jóannes V. Hansen, var eisini við á túrinum, og hann greiddi frá um hesi viður­ skifti. – Ríkisrættarliga støðan var sum so ikki á skránni, men vit vóru gestir hjá teim­ um, og hetta vóru viðurskifti, ið tey fegin vildu hoyra meira um, sigur Kári P. Højgaard. Kostnaðurin Hóast talan var um eina inn­ bjóðan úr Orknoyggjum, so er tað føroyski skattgjaldarin, ið rindar rokningina fyri túr­ in. Vegna vánaliga ferðasam­ bandið mátti føroyska ferða­ lagið úr Føroyum næstsíðsta sunnudag og liggja nátt í Keypmannahavn, áðrenn tey sluppu víðari til Aberdeen og síðani Kirkwall. Eisini tók heimferðin meira enn tann eina dagin. Ferðalagið kom tí ikki aftur fyrr enn hósdagin. Enn dugir tó eingin at siga, hvat túrurin kostaði. – Nei, eg veit ikki. Tað mást tú spyrja umsitingina um, sigur Kári P. Højgaard, sum tó leggur afturat, at Inn­ lendismálaráðið altíð ferðast upp á bíligasta máta. Heldur ikki í aðalráðnum ber til at fáa upplýst kostn­ aðin. Ikki tí at tey ikki kenna kostnaðin, men av prakt­ iskum ávum, tí bók­hald­arin ikki er tøkur ídag (týsdag, red.). Innlendismálaráðið rindar fyri landsstýrismannin og aðal­stjóran, meðan Lands­ verk rindar túrin fyri sín stjóra, umframt ráðgevan. Ewald Kjølbro hevur ikki verið at hitt í dag, og tí bar ikki til at spyrja hann um túrin og hvat kom burturúr. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður