Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Eyðun Klakstein - Hetta kann ikki passa. Eg eri málleysur. Jens Marni Hansen hev­ur fingið sína lívs tón­ leika­uppgávu. Hann skal hita upp fyri amerikanska rockbólkin Bon Jovi, sum hevur konsert í Parkini í Keypmannahavn 6. juni. Jens Marni fekk boð­ini, tá ið hann var gestur í send­ing hjá Rás2 í Klaksvík, og hann var púra ovfarin. - Hetta mann verða tað størsta, sum er hent í míni tón­leika­karrieru, segði hann. - Tú kanst droyma um at fáa eina uppgávu av hesum slag­num, men tað virkar full­ komiliga óveruligt at eg skal hita upp fyri Bon Jovi. Útvaldur í USA Tað var Ekstrablaðið, sum í samstarvi við Bon Jovi, fyri­ skipar­ar­nar Live Nation og útvarpsstøðina FM100, skip­ aði fyri kappingini um at blíva upphitingarbólkur hjá Bon Jovi í Parkini. Stórur áhugi var fyri kapp­ingini, og heili 60 bólkar sendu tilfar til kapp­ingina. Ein dómara­ bólk­ur við um­boð­um fyri Ekstrablaðið, Live Nation og FM100 fóru ígjøg­num innsenda tilfarið sam­an við tónleikaranum Jacob Binzer og fram­leiðara­num Flemming Rasmussen. Dómarabólkurin valdi fimm av innsendu bólkunum burt­ur úr rúgvuni, og tilfar hjá hesum bólkum var síðani sent til Bon Jovi leguna í USA, har endalig avgerð skul­ di takast um, hvør av teimum fimm skuldi hita upp fyri Bon Jovi. Valið hjá Bon Jovi fall á koll­firðingin Jens Marna Han­sen, sum nú hevur fing­ ið sín lívs kjans at fram­ f­øra á konsert hjá einum av heimsins størstu rock­ bólkum. Sum ein lutaseðil 38 ára gamli Jens Marni Han­sen hevur verið virkin tón­leikari, síðani hann bleiv tann­ári­ngur. Hann hevur spælt í nógvum ymiskum saman­hangum – bæði sum solist­ur og í bólkum. Hann hev­ur eisini havt stórar kon­sertir og uppgávur áður. Eitt nú hitaði hann upp fyri Bryan Adams á Tórsvølli á sin­ni, og Jens Marni hevur eisini luttikið í danska Grand Prix­num. Men hóast tað hava verið stór­ar upplivingar, kann tað ikki metast saman við nýgg­ ju uppgávuna, sum Jens Marni hevur fingið. - Hetta er størsti møgu­ leiki, sum eg havi fingið, og eg eri í grundini púra paff, sigur Jens Marni. Gudmundur Djurhuus, sum virkar sum um­boðs­ mað­ur hjá Jens Marna, tók stig til, at tilfar við Jens Marna varð sent til kapp­ing­ ina hjá Ekstra­blað­num. - Eg segði við hann, at tað tímdi eg ikki, tí eg hevði ongan kjans at vinna eina sovorðna kapping. Eg roknaði við, at tað fóru at koma eitt ótal av til­meld­ing­ um, og so hevði eg bara blivið burtur í rúgvuni, greiðir Jens Marni frá. - Gudmundur helt, at hann vildi royna, og eg segði, at tað var í lagi. Tað var sum at keypa ein lutaseðil, men hetta var ein ógvuliga góður vinn­ingur, sigur Jens Marni. Taka Parkina við storm Jens Marni Hansen gav fyrr í ár sína aðru solofløgu út, og tað verða sangir av hesi út­gávu og av tí fyrru, sum hann fer at spæla í Parkini. Jens Marni fær tillutað ein hálv­an tíma at spæla, áðrenn Eg ætli mær at nj Tónleikur - Hetta er ein stórur kjansur at fáa, og hann kann eisini føra til okkurt meira. Eg ætli mær at njóta framførsluna í Parkini og gera tað so gott, sum eg yvirhøvur fái, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann blíva til eftir tað, sigur Jens Marni Hansen, sum í dag er útvaldur at hita upp til konsertina við Bon Jovi í Parkini Fakta Jens Marni Hansen er 38 ára gamal og ættaður úr Kollafirði. Hann hevur spælt alment, síðani hann var 13 ára gamal. Jens Marni hevur verið við í bólkum sum All That Rain, Kjølum, Showmonnum, og seinastu tíðina hevur hann spælt nógv saman við Evi Tausen. Jens Marni hevur givið tvær solofløgur út: The Right Way (2008) og Anywhere You Wanna Go (2013) Í 2010 luttók Jens Marni í danska Grand Prixnum við sanginum Gloria. - Tú kanst droyma um at fáa eina uppgávu av hesum slagnum, men tað virkar fullkomiliga óveruligt at eg skal hita upp fyri Bon Jovi, sigur Jens Marni Hansen Myndir: eydbii myndir