Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Í byrjani av greinini stendur m.a. at heitið á limablaðnum hjá Landsfelag Pensjónista síðani 1996 hevur verið Sól­ setur fer nú í søguna, tí ein gravarferðarfyritøka hevur skrásett seg við navninum. Av tí eg eri blivin spurd av fólki um hetta er so, vil eg fegin koma við eini rætt­ leiðing. Leygardagin 9. juni 2012 stóð á portal.fo Pensjónstar skipa fyri navnakapping Blaðið hjá Landsfelag Pen­ sjón­ista, »Sólsetur«, skal hava nýtt navn. Felagið sig­ ur, at samtykt er, at blaðið eigur at fáa annað navn, ið breitt signalerar, hvat fe­ lagið stendur fyri í dagsins sam­felag. Kapping verður tí útskrivað um nýtt navn til blaðið, og uppskotini skula verða felagnum í hendi í sein­asta lagi 1. september 2012. Navnanevnd verður sett at velja út nýtt blað­ navn ímillum innsendu upp­skot­ini. Øll uppskot eru kær­komin. og fær vinnarin 1.500 kr. í vinnaraløn Mín viðmerking er Vit høvdu í eina tíð hugsað um navnið Sólsetur, og høvdu fingið at vita, at ong­ in hevði juridiskan rætt til navnið. Tó vildu vit ikki skrá­seta tað, tí blað teirra eldru bar navnið. Ein mánað eftir at navnakappingin varð útskrivað, avgjørdu vit at skráseta navnið Sólsetur til okkara virksemi, at veita jarðarferðarhjálp, kanska betur kent undir danska orð­inum “bedemand” í Før­ oyum. Sum vit byrjaðu í januar í ár. Í blaðið teirra eldru fyri apríl stendur grein um hetta og takka vit fyri góð ynskir, sum har verður ynskt okk­ara virksemi. Sólsetur og Sólsetur Lív Clementsen Vegna jarðarferðar­ fyritøkuna Sólsetur Liberal-sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum Útgangsstøðið Sitandi samgonga hevur nú útint sín politikk í skjótt 2 ár og tí ber til at gera nakrar eftirmetingar av førda poli­ tikkinum. Á fleiri økjum er samgonguavtalan ógreið og leyst orðað, so út frá tí, er væl møguligt hjá samgonguni at tulka og broyta rætning leyp­ andi. Tað eru kortini nøkur ítøkilig mál, sum vit kunnu eftirmeta. Øllum kunnugt hevur lands­kassin eitt stórt ár­ligt hall á fíggjarlógini og akku­ mulerar skuld. Har­aftu­ rat vísir arbeiðsloysið seg var­andi høgt, og vit hava eina nettofráflyting av før­ oy­ingum. Ovurstóra veiði­ trýst­ið eftir pelagiskum fiski er eftir øllum at døma løtu­ vinn­ingur. Útgangsstøðið í samfelags­ búskapinum er tí partvíst stag­natión og vantandi grund­ar­lag fyri varandi vøkstri. Langtsiktaði bú­ skap­ar­politikkurin miseydnaður Samfelagsbúskapinum tørv­ ar upp á styttri sikt kon­ junk­turjavnandi politikk, her­undir virksemisskapandi íløgur, rationaliseringar o.a. – hesin búskaparpolitikkur hevur sum endamál at skapa stabilitet, steðga fallandi virk­semi og steðga øktum ar­beiðsloysi. Sjálvt vanligi raksturin av samfelagnum er ein trupul­ leiki – eitt dømið er seina út­ skrivingin av veiði­loyv­un­um á Flemish Cap. Ein skandala at drálað verð­ur so leingi, at veiðitíðin er farin, tá loksins byrjað verður at fiska. Eitt dømi um, at fiski­vinnu­um­ sitingin eigur at flyt­ast frá politiska myndug­leik­anum til ein óheftan fakligan stovn og gerast skulu fastar manna­gongdir. Upp á longri sikt krevjast bygnaðarbroytingar og nýggj­ar javnvágir í búskap­ inum, herundir nýggir vinnu­ karmar, nýggjar støðugar inn­ tøkur - hesin politikkur hevur til endamáls at skapa meira varandi vøkstur, niðurgjalda skuld og minka arbeiðsloysið. Til at tilrættaleggja og seta í verk hetta arbeiðið hevur løgting og landsstýri havt tíðina líka síðan byrjanina av fíggjarkreppuni í 2008 ella umleið 5 ár. Tað er greitt, at arbeiðið við bygnaðarbroytingum er miseydnað – bestu prógvini um tað er leingi ætlaði komm­unureformurin, har landsstýrið legði avgerðina til fólkið og harvið megnaði ikki sjálvt at loysa uppgávuna. Síðan er tað fiskivinnan, har tað í verkætlanini um Ný­skipan av fiskivinnuni í veruleikanum ikki er lagt upp til nakrar broytingar – tvørturímóti skal alt verða, sum tað hevur verið seinastu 18 árini á fiskivinnuøkinum. Tann flokkur og tann per­ sónur, sum er ímóti øllum broytingum og menning á fiskivinnuøkinum er settur at leiða verkætlanina um eina Nýskipan av fiskivinnuni. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum sigur í fjøl­miðlunum eftir 2. viðgerð um áseting av veiði- og avreiðingargjøldum fyri 2013: “Tað er einki endamál í eini uppboðssølu.” Jú, endamálið er at tryggja landskassanum og Føroya fólki mest møguligt avkast av ogn Føroya fólks. Hesin peningur ella avkast skal síðan brúkast til m. a. at kompensera skerjingina í ríkisveitingini, tryggja okkara vælferðarsamfelag og skapa trivnað í samfelagnum. Fólkaflokkurin hevur eitt­ans endamál við leiðsl­ uni av verkætlanini og upp­skotinum um at skatta ónor­malan vinning, og tað er, at onki skal henda á fiski­vinnuøkinum. Ein slík skipan við t. d. skatting av ónormalum vinningi, sum lagt verður upp til, er ógjørlig at umsita og fáast at virka í praksis - og tí ongar inntøkur til landið. Vit bíða framhaldandi eftir betri samskipan og ratio­nali­seringum av virk­ seminum á teimum trimum sjúkra­húsunum – til gagns fyri sjúklingarnar. Vælferðin í vanda Nú eldraøkið, sum landið um­situr, er við at kvalast í sparingum, hava vit brúk fyri inntøkum. Sum býráðs­ politik­ari eri eg ikki sørt ør­ kymlaður av tí støðu, sum vit eru komin í á eldraøkinum. Eg eri av tí fatan, at vald og gjald skulu fylgjast, og at vit ikki skulu hava tvíbýtt máls­ øki. Tað er ov vánaligt, at lands­myndugleikarnir brúka tøl frá 2009 sum grundalag fyri at yvirtaka eldraøkið og ikki tøl fyri 2012 við prís- og lønarhækkanum. Eg sakni Sambands­flokk­ sins sosiala profil í sam­gong­ uni. Flokkurin er ein demo­ kratiskur og sosialt sinnaður flokkur, men hvar er tann sosiali profilurin? Hinvegin er tað part­víst Karstin Hansen, lands­stýris­ manni at takka fyri støðuna vit eru komin í – við stuðli frá Fólkaflokkinum. Hann var fíggjarmálaráðharri 2002, tá ríkisveitingin í ein­ um høggi varð skerd við 366 mió.kr. - uttan nakað boð upp á at tillaga útreiðslurnar kom­binerað við nýggjar inn­ tøkur til landskassan. Tað gerst tí uppaftur neyðugari hjá Sambandsflokkinum at kom­pensera landskassan fyri inntøkumissin, sum eis­ ini Fólkaflokkurin stóð fyri – eitt nú við avkasti frá folk­ sins ogn o. a. Politisk avrik Tað er kortini nakrir glottar og avrik at hóma, sum Sam­ bandsflokkurin hevur stað­ið fyri seinastu tíðina. Okk­ara landstýrismaður í menta­ málum hevur sett hol á verk­ ætl­anina um Skúla­depilin við Marknagil og skapt møgu­leikar at gjøgnumføra hesa verkætlan. Harafturat er gongd sett á útbyggingina av Kringvarpshúsinum. Tvær mennandi verkætl­ an­ir, sum eisini handla um organisatoriskar saman­legg­ ingar, rationaliseringar og fleiri møguleikar fyri menn­ ing. Okkara landsstýrismaður í vinnumálum hevur eisini gjørt ymiskt á vinnuøkinum, eitt nú sett á stovn gransk­ arapark, strategiætlan fyri ferðavinnuna samstundis sum nógvar broytingar eru gjørdar í lóggávuni fyri at betra karmarnar hjá vinn­ uni. Nakrar av hesum verk­ ætlanum hava tikið langa tíð at seta á skinnarar, men nú verða tær so framdar í verki. Flokkurin hevur víst ábyrgd í hesum truplu tíðum, men vit kunna gera tað betri og skulu altíð stremba eftir at gera tað betri. Ikki langt eftir til val – hvar stendur Sambandsflokkurin Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, sum eisini er sosialt sinnaður. Tíverri er flokkurin vorðin ov nógv vavdur inn í eina samgongu, sum dregur flokkin burtur frá teimum politisku kjarnu­ virðunum, sum flokkurin ann­ars stendur fyri. Tað fer at stunda til eitt nýtt val­ skeið, so flokkurin hevur ikki langa tíð eftir at fremja neyð­ug mál og tiltøk, og so­ leiðis kunna vísa á muna­góð avrik (flyta mørk við bygn­ aðarbroytingum o.a.). Eg havi skilt, at øll ting­ manningin og landsstýris­ fólk­ini vórðu fyri langar tíð síðan samd um at royna eina uppboðssølu. Tí er tað ófatuligt, at ein einstakur lands­stýrismaður og ein flokk­ur sleppur at leiða og stýra hesum økinum uttan nakra sum helst íblanding frá øðrum pørtum av sam­ gong­uni. Vit kunnu bara stað­festa við hesum arbeiðs­ lagi, at útlitini fyri bygnaðar­ broyt­ingum og menning eru svørt. Spurningurin er m. a., hvat Sambandsflokkurin fer á val uppá, og hvat hann kann vísa á av veruligum avrikum. Vit skulu við verandi borg­ a­r­ligu samgongu ikki virka á marknaðartreytum og kunnu ikki verða kappingarfør á væl­ferðarøkinum! Hvar er liberal-sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum, hvørj­ar eru greiðu politisku rað­festingarnar, og hvat er alternativið til verandi sam­ gongu? Annfinn Brekkstein Býráðslimur fyri Sambandsflokkin Rættleiðing til grein í Dimma­ lætting 1. mai 2013 um blaðið hjá Landsfelag Pensjónista, Sólsetur, og jarðarferðarfyritøkuna Sólsetur www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Hvørji kunnu geva blóð? At gerast blóðgevi krevur bert: Góða heilsu, at tú ert millum 18 og 60 ár og tyngri enn 50 kg. (Blóðgevar kunnu geva blóð til 65 ára aldur.) Hvat hendir við fyrstu vitjan í blóðbankanum? Spurt verður um heilsustøðuna gjøgnum árini og blóðroynd verður tikin til ymsar kanningar. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni. Hvørjum tørvar blóðgávu? Blóðið verður nýtt til: • Blóðtrot orsakað av medisinskum sjúkum, t.d. krabba­ meini • Skurðviðgerðir • Bløðingar • Skaðatilburðir. Hvørji kunnu geva blóð? Sum er, eru umleið 3 % av føroyingum blóðgevar. Skal tørvurin nøktast, krevjast í minsta lagi 5 %. Blóðgávan tekur 5­10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Eftir blóðgávu fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.