týsdagur 14. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tað er við sorgblídni, eg hug
leiði um Tór, sum eg havi
kent frá teimum sorgleysu
dreingjaárunum á Selatrað.
Frá strævna lívinum á skips
dekki sum tannáringur og
síðan alt lívið. Tórur bleiv
ikki gamal maður bert 65 ár,
men hann hevði tó eitt langt
arbeiðslív.
Tórur fór til gravar úr
Vesturkirkjuni. Nógv fólk
vóru komin til jarðarferðina
at vísa Tóri tann seinasta
heiður. Byrjað varð við at
syngja sálmin, Eg sigla man
yvir lívsins hav, meg ber hin
skiftandi bylgja. Havi hoyrt
henda sálm manga ferðir,
men ongantíð so sigandi
sum í hesi løtu, nú hann varð
sungin yvir Tóri.
Meðan bispur helt gravar
taluna og hugleiddi um
Tóra’sa lív sum skilamann,
skipara og fiskiklógv, fóru
tankar mínir longur aftur.
Aftur til ungdómsárini.
Tórur sleit sínar barna
skógvar úti á Heyggi á
Selatrað. Sum drongur var
hann við í leiki og fyrifall
andi
heimaarbeiði,
sum
hoyrdi til eitt húski í hálv
trýssunum. Hann vísti, at
hann var arbeiðssamur, røk
in,
dugnaligur,
fáorðaður
drongur, sum dugdi væl at
leggja bæði spæl og arbeiði
til rættis.
Tórur byrjaði sítt lívsyrki
á sjónum sum fjúrtan ára
gamal. Áðrenn fyrsta árið
var runnið, var Tórur útfyri
skakandi hendingum. Fyrsta
summarið á sildaveiðu norð
an fyri Føroyar kom eldur
í skipið, sum hann var við.
Manningin varð noydd at
fara av skipinum, sum ikki
stóð til at bjarga. Eftir hesa
hending fór Tórur um heystið
til Grønlands við línuskipi.
Hesin túrur bleiv nakað
drúgvur, tað dró út til fyrstu
vetrardagar, har kuldin setti
síni spor. Seint í novembur út
fyri Streymfjørðinum í land
nyrðingsvindi fall tempera
tururin niður í fleiri tjúgu
kuldastig. Lastin var tá um
at vera full av saltfiski, og
við meiri og meiri yvirísing
hevði skipið tungt við at
halda seg flótandi. Tí varð
siglt frá línuni, og skipið tik
ið undan vindinum. So skjótt
sum dekkið varð turt, fór øll
manningin at høgga ís fyri at
lætta um skipið. Tórur rund
aði tá síni fimtan ár. Fyrsta
árið í eina hálva øld í sigling
var byrjað.
Tórur var ærukærur, í øll
um arbeiði vildi hann verða
millum teir bestu og skjót
astu. Um tað var í einum egn
ingarskúri, við eini trolnál í
hond ella í tí minni dámda
sjálvdrátti, har hann kappað
ist við teir bestu. Tá ið Tórur
sjálvur fór at føra fiskiskip,
bleiv navnið kent millum før
oyingar sum ein av okkara
frægu fiskiskiparum.
Tórur var enn tannáring
ur, tá ið vit skiltust sum
skipsfelagar. Hesa tíð, undir
Føroyum, New Foundland,
Grønlandi, Norðsjónum og
Eystrasalti, fekk eg stóra virð
ing fyri honum sum menn
iskja. Tórur vísti dygdir, sum
skaraðu fram úr tí vanliga á
skipsdekki. Hann gloymdi
ongantíð, hvat hann hevði
lært heimanífrá. Tí tosaði
hann ongantíð niðursetandi
um nakran. Hann var reinur
fyri illbønum. Barnatrúgvin
varð ikki vikin frá, og hann
var ikki sjálvsøkin.
Tað var altíð áhugavert
at hitta Tór. Hansara framúr
góða innlit í samfelagsviður
skifti, blandað við góðum
minnum, lyfti samtalurnar
upp á eitt hægri støði. Tá ið
vit skiltust, var kenslan, sum
sat eftir, góð. Løtan við Tóri
var altíð gevandi.
Bispur endaði sína talu í
kirkjuni við, at Tórur til tíðir
lá í tungari aldu. Tá ið aldan
er tung, so er ódn onkustaðni,
har eygað ikki sær. Tórur var
av náttúru bæði sum ungur
og eldri sinniligur, tryggur
og javnsintur. Hann vildi og
skuldi klára allar uppgávur
sjálvur, og tað gjørdi hann
eisini til lítar. Men at stýra
burtur úr tungari aldu, var
ikki altíð lætt.
Úti
í
kirkjugarðinum
hendan kalda vetrardag var
tað, sum um náttúran hvíldi,
nú Tórur fór til gravar. Tað
var logn og klárur himmal.
Og tá ið kistan varð lorað nið
ur í grøvina, hoyrdi eg aftur
síðsta versið frá sálminum,
sum sungin varð í kirkjuni.
Lat akker falla! eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja! Og
tá ið bispur kastaði jørð, var
tað sum um, at akkerið festi
botn. Stilla havnin funnin og
tunga aldan burtur.
Eg drýpi høvur við størstu
virðing fyri mínum vini og
skipsfelaga. Mín samkensla
fer til børn hansara og tey
nærmastu.
Páll B. Weihe
Minnisgrein um
Tór Jacobsen
Tórur og abbadótturin Tóra
Merkisdagar
Konfirmantar í Sands kirkju 19. mai kl. 11.00
Súna Fagradal, Í Nesi 7, 210 Sandur.
Sigrið Hentze, Heimasandsvegur 14, 210 Sandur.
Rói Klementsen, Heimasandsvegur 114, 210 Sandur.
Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Sandi.
Rani Nicolajsen, Ognarvegur 9, 240 Skopun.
Rakul Mohr Olsen, Sandabrekkan 2, 210 Sandur.
Bogi Petersen, Heiðaravegur 1, 220 Skálavík.
Rannveig Poulsen, Skúlavegur 3, 240 Skopun.
Maibritt Simonsen, Runtagøta 6, 210 Sandur.
Sandra Thomsen, Uttan Á 5, 210 Sandur.
Benjamin Trygvason, Heimasandsvegur 114, 210 Sandur.
Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum á Sandi.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 12. mei høvdu hjúnini Hildibjørg og Akku
Hansen, Miðvági verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin
18. mei i heiminum, frá kl. 15.00.
Gullbrúdleyp
Hvítusunnudag 19. mai hava vit verið gift í 50 ár. Gull
brúdleypið verður hildið í SÍF húsinum frá kl. 15.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga Thurid og Hergeir
Brúdleyp
Leygardagin 18. mai kl. 15 giftast í Hvalvíkar kirkju
Súsanna Eikhólm, Hvalvík og Rúni Kruse, Sørvági. Veitsla
verður fyri innbodnum. Dagin eftir, hvítusunnudag 19.
mai, kl. 17 verður opið hús í Heinagerði 10, Streymnesi. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin tann 18. mai giftast í Middelfart kirkju,
Danmark Annika Fríða Vatnhamar (dóttir Hjartvør og
Karl Súna Vatnhamar, ættað úr Leirvík) og Peter Plauborg
Larsen (sonur Inge-Marie og Elmar Larsen frá Esbjerg).
90 ára føðingardagur
Hósdagin 16. mai verður Andrea Hansen Fuglafjørður 90
ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
70 ára føðingardagur
2. hvítusunnudag 20. mai verður Marin Poulsen, Eiði, 70 ár.
Hon verður burturstødd.
60 ára føðingardagur
22. mai fyllir Sigfríður Olsen, Sandavágur, 60 ár, Føðingar
dagurin verður hildin heima 2. hvítusunnudag, 20. mai frá
klokkan 17.
Ester Hansen hevur
tann 16. des. 2012 á
Univesitetinum í
Keypmannahavn lokið
prógv, sum Cand. Polit.
Hon starvast nú í
Danmark Nationalbank.
Prógv
90 ára føðingardagur
Hvítusunnuaftan
18. mai verður Aksel
Jacobsen, Tórshavn 90 ár.
Føðingardagurin verður
hildin í Meinigheitshúsinum
frá kl. 18:00
95 ára føðingardagur
Tann, 16. mai Eva Johanna
Jacobsen 95 ár. Dagurin
verður hildin saman
við børnunum heima á
Suðuroyarvegi 13, Tórshavn.