týsdagur 14. mai 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg vil gjarna takka fyri øll
árini,
Norðurlandahúsið
hevur virkað fyri føroysku
mentanini og tónleikinum!
Tað er ONGIN ivi í mínari
verð, at, millum annað, Prix
Føroyar hevur sett gongd á
nógv og hevur ment mangar
tónleikarar.
STÓRT TIL LUKKU við 30
fantastisku árunum!
Tað er púra satt, at vit
merktu eina stóra menning,
eftir at Norðurlandahúsið
stóð liðugt í 1983.
Saman við menningini av
Musikkskúlanum, kunnu vit
bara staðfesta, at risafet eru
gjørd, sum veruliga hava sett
føroyska tónleikin á bredd
an.
Men eg vil so eisini heita
á NLH og KVF um at fáa
eina tónleikakaping ígongd
aftur, tí vit sóu hvussu Prixið
setti gongd á og fekk fleiri at
royna seg.
Vit eiga mong gávaði fólk,
sum ivaleyst sita við mong
um evnum, ið ein komandi
kapping kundi varpað ljós á.
Eg eri eisini spentur um
komandi hølisviðurskiftini
hjá Musikkskúlanum, sum
eisini kann at lata upp fyri
fleiri møguleikum.
Vónandi verður okkurt
gjørt við hetta, so vit, tey
komandi árini, fara at síggja
enn fleiri talent, ið kunnu
ríka okkum og føroyskt tón
leikalív!
Her er tað bólkurin I Am,
sum legði sítt fram í 2001:
http://www.youtube.com/
watch?v=__Hqr5ubQv8
Setið Prix Føroyar
aftur á skrá!
Fríðálvur Jensen
– tað er brúk fyri eini tónleikakapping, sum kann
stimbra undir og menna føroyska tónleikin! (ikki send)
Áheitan til Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya
Tel 30 20 40 • www.torshavn.fo
Príslisti galdandi frá 3. mai 2013
Allir prísir eru uttan MVG
Tilfar
Vørunr.
Eind
Prísur
Minsta nøgd
Jarnskrott, blandað
210
kr/tons
-800,00
200 kg
Aluminium
220
kr/kg
-3,20
40 kg
Kopar
221
kr/kg
-8,00
20 kg
Rustfrítt stál
222
kr/kg
-3,20
40 kg
Blýggj
223
kr/kg
-3,20
40 kg
Káplar
224
kr/kg
-3,20
40 kg
Dósir (aluminium)
225
kr/kg
-1,20
100 kg
Messing
226
kr/kg
-3,20
40 kg
Akkumulatorar
227
kr/kg
-1,60
40 kg
Gamalt jarn - Príslisti:
Endurnýtslan á Hjalla letur pengar fyri jarn- og metallskrott sambært
príslistanum niðanfyri. Tilfarið verður vigað á góðkendari vekt og
pengarnir fluttir á konto í peningastovni.
Kæri Jørgin
Fyrst og fremst, takk
fyri, at TÚ lat tær breiðastu
herðarnar
gjalda
tað
sum skuldi til, fyri at fáa
flatskattin í gjøgnum. Tað
var heilt ótrúligt, at TÚ
við kaj leosa hjálp, uttan
nakrar trupuleikar kundi
fáa
heilar
250
milliónir
krónur av tí peningi, sum
pensionistarnir av órøttum
ætlaðu at kanna sær skattin
av. Tað hevði verið órættvíst
og heilt avgjørt í móti
okkara politisku hugsjón, at
landskassin skuldi fáa henda
pening, at brúka til eldraøki,
sum er nóg kostnaðarmikið
frammanundan.
Huxa tekur fult og heilt
undir við TÆR, at sjálvt um
TÚ tekur eina milliard hvørt
valskeið til flatskattin, einar
5 milliardir tey næstu 20
árini, so verður tað akkurát
líka nógvur skattapeningur
til landskassan, og eldraøki,
ik sannheit. Sjálvsagt skilja
framtíðarpensionstar
ikki
kvekk av hesum, og tað
skulu teir heldur ikki gerða.
Tí um teir fara at finna út av,
so er fólkaflokkinum ikki lív
lagað.
Eisini
taka
vit
fult
undir við, at hækkingin av
pensiónsskattinum fra 35%
til 40 % ikki mega falla til
kommunurna. Tí nú er tíð
uppá, at kommunurnar vísa
samfelagsinni. Og tær 100
milliónirnar er bert ein dropi
í havinum, í mun til hvat
landskassin missur við at
framskatta pensiónirnar. Æh
øh, nú fortalaðu vit okkum,
hetta seinasta reglubrotið
mugu vit rættað, bíða!!!!!! for
hundan nú trýsti eg á send,
never mind, tað er farið. Vit
stuðla TÆR óansæð hvat í
hendur.
Enn ein gloypibiti
frá Huxa
Frank Davidsen