mikudagur 15. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Tað er ikki bara tann dagligi
túrurin við hundinum, sum
ger gott, tí nýggj gransking
vísir eisini, at tann, sum
hevur hund, er í minni vanda
fyri at fáa strongd enn hini.
Rætt skal vera rætt. Tað er
ikki fyrstu ferð, at kanningar
eru komnar til ta niðurstøðu,
at tað er gott fyri fólk at
hava hund. Men í einari
nýggjari frágreiðing kenna
granskarar hjá amerikanska
hjartafelagnum seg so sann
førdar, at teir tora at koma
við einum almennum til
mæli: Fá tær hund, og tú ert
í munandi minni vanda fyri
at fáa hjartasjúkur.
Teir amerikonsku gransk
ararnir siga, at tann dagligi
túrurin við hundinum stóran
týdning, men teir vísa eisini
á tað sterka sambandið mill
um hundin og eigaran. Bara
tað, at hundurin er saman
við
eigaranum,
doyvir
kenslurnar, sum eru knýttar
at strongd, og gevur betri
hjartarútmu.
Granskararnir ásanna, at
kanska er tað so, at tað ofta
eru fólk við góðari heilsu,
sum fáa sær hund, men teir
siga, at tað eru fleiri grei
ðar ábendingar um, at hús
djór eru viðvirkandi til at
avmarka vandan fyri hjarta
sjúkum.
At fólk kunnu fáa gagn
av at vera saman við hundi
og øðrum húsdjórum er
ikki nakað nýtt. Longu í
17. øld brúktu sjúkrahúsini
hundar til at menna ta
sosialu tilveruna hjá teim
um sálarsjúku, og aftan á
bumbuatsóknina í Boston
herfyri
vórðu
servandir
hundar brúktir til at ugga
fólk.
Hundur verjir ímóti
hjartasjúkum og strongd
Fólk, sum hava húsdjór, serstakliga hund, hava betri heilsu enn hini
Fólk, sum eru fødd blind,
minast betri enn fólk,
sum síggja, og betri enn
fólk, sum hava sjónina,
tá tey verða fødd, menn
missa hana seinni. Tað er
niðurstøðan í einari kann
ing hjá University of Bath
í Bretlandi.
Í kanningini sluppu
luttakararnir at hoyra
eina røð av orðum, og aft
aná skuldu teir so siga,
hvat teir høvdu hoyrt. Tað
vísti seg, at tey, sum vóru
fødd, blind, mintust fleiri
orð. Hini mintust færri
orð og komu við orðum,
sum ikki vóru lisin fyri
teimum.
– Eitt gamalt hebraiskt
orðafelli sigur, at blind eru
tær mest álítandi keld
urnar, og tað sær eisini út
til at vera rætt. Nú verður
spennandi at síggja, um
blind
frameftir
verða
roknað sum meiri álítandi
vitni í kriminalmálum,
sigur læknin Michael Pro
ulx, sum var við til at gera
kanningina.
Blind hava
betri minni