mikudagur 15. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2013 · Nr. 55
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eyðun Klakstein
- Hetta kann ikki passa. Eg
eri málleysur.
Jens
Marni
Hansen
hevur fingið sína lívs tón
leikauppgávu. Hann skal
hita upp fyri amerikanska
rockbólkin Bon Jovi, sum
hevur konsert í Parkini í
Keypmannahavn 6. juni.
Jens Marni fekk boðini, tá
ið hann var gestur í sending
hjá Rás2 í Klaksvík, og hann
var púra ovfarin.
- Hetta mann verða tað
størsta, sum er hent í míni
tónleikakarrieru, segði hann.
- Tú kanst droyma um at
fáa eina uppgávu av hesum
slagnum, men tað virkar full
komiliga óveruligt at eg skal
hita upp fyri Bon Jovi.
Útvaldur í USA
Tað var Ekstrablaðið, sum í
samstarvi við Bon Jovi, fyri
skipararnar Live Nation og
útvarpsstøðina FM100, skip
aði fyri kappingini um at
blíva upphitingarbólkur hjá
Bon Jovi í Parkini.
Stórur áhugi var fyri
kappingini,
og
heili
60
bólkar
sendu
tilfar
til
kappingina. Ein dómara
bólkur við umboðum fyri
Ekstrablaðið, Live Nation
og FM100 fóru ígjøgnum
innsenda
tilfarið
saman
við tónleikaranum Jacob
Binzer og framleiðaranum
Flemming Rasmussen.
Dómarabólkurin
valdi
fimm av innsendu bólkunum
burtur úr rúgvuni, og tilfar
hjá hesum bólkum var síðani
sent til Bon Jovi leguna í
USA, har endalig avgerð skul
di takast um, hvør av teimum
fimm skuldi hita upp fyri
Bon Jovi.
Valið hjá Bon Jovi fall á
kollfirðingin
Jens
Marna
Hansen, sum nú hevur fing
ið sín lívs kjans at fram
føra á konsert hjá einum
av heimsins størstu rock
bólkum.
Sum ein lutaseðil
38 ára gamli Jens Marni
Hansen hevur verið virkin
tónleikari, síðani hann bleiv
tannáringur. Hann hevur
spælt í nógvum ymiskum
samanhangum – bæði sum
solistur og í bólkum. Hann
hevur eisini havt stórar
konsertir og uppgávur áður.
Eitt nú hitaði hann upp fyri
Bryan Adams á Tórsvølli á
sinni, og Jens Marni hevur
eisini luttikið í danska Grand
Prixnum.
Men hóast tað hava verið
stórar upplivingar, kann tað
ikki metast saman við nýgg
ju uppgávuna, sum Jens
Marni hevur fingið.
- Hetta er størsti møgu
leiki, sum eg havi fingið, og
eg eri í grundini púra paff,
sigur Jens Marni.
Gudmundur
Djurhuus,
sum virkar sum umboðs
maður hjá Jens Marna, tók
stig til, at tilfar við Jens
Marna varð sent til kapping
ina hjá Ekstrablaðnum.
- Eg segði við hann,
at tað tímdi eg ikki, tí eg
hevði ongan kjans at vinna
eina sovorðna kapping. Eg
roknaði við, at tað fóru at
koma eitt ótal av tilmelding
um, og so hevði eg bara blivið
burtur í rúgvuni, greiðir Jens
Marni frá.
- Gudmundur helt, at
hann vildi royna, og eg segði,
at tað var í lagi. Tað var sum
at keypa ein lutaseðil, men
hetta var ein ógvuliga góður
vinningur, sigur Jens Marni.
Taka Parkina við storm
Jens Marni Hansen gav fyrr
í ár sína aðru solofløgu út,
og tað verða sangir av hesi
útgávu og av tí fyrru, sum
hann fer at spæla í Parkini.
Jens Marni fær tillutað ein
hálvan tíma at spæla, áðrenn
Eg ætli mær at nj
Tónleikur - Hetta er ein stórur kjansur at fáa, og hann kann eisini føra til okkurt meira. Eg ætli mær at njóta
framførsluna í Parkini og gera tað so gott, sum eg yvirhøvur fái, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann blíva
til eftir tað, sigur Jens Marni Hansen, sum í dag er útvaldur at hita upp til konsertina við Bon Jovi í Parkini
Fakta
Jens Marni Hansen
er 38 ára gamal og
ættaður úr Kollafirði.
Hann hevur spælt
alment, síðani hann var
13 ára gamal.
Jens Marni hevur verið
við í bólkum sum All
That Rain, Kjølum,
Showmonnum, og
seinastu tíðina hevur
hann spælt nógv
saman við Evi Tausen.
Jens Marni hevur givið
tvær solofløgur út: The
Right Way (2008) og
Anywhere You Wanna
Go (2013)
Í 2010 luttók Jens
Marni í danska Grand
Prixnum við sanginum
Gloria.
- Tú kanst droyma um
at fáa eina uppgávu av
hesum slagnum, men
tað virkar fullkomiliga
óveruligt at eg skal hita
upp fyri Bon Jovi, sigur
Jens Marni Hansen
Myndir: eydbii myndir