fríggjadagur 17. mai 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 56 · 17. mai 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tá danir nakrar ferðir hvønn mánað
fáa lýsingabløð í postkassan, kemur tað
meir enn so fyri, at tey síggja níggju
ára gamla Róa W. Ólavsson. Føroyska
barnamodellin er nevnliga ein tann
mest umbidna í hesum døgum, tá fyri
tøkur og handilsketur skulu brúka eitt
barn í sínum lýsingum.
Rói, sum er sonur Ólav W. Høgnesen
og Rúnu P. Høgnesen, er partur av
modellstovuni Little People, sum er
ein modellstova í Århus við børnum
og ungum frá 1 til 16 ár. Millum tær
mongu smáu modellirnar er Rói, sum
hevur samstarvað við Little People síð
ani januar í ár. Hóast stutta tíðarskeiðið
á modellstovuni, hevur Rói longu verið
at sæð fleiri ferðir í ymsum lýsinga
bløðum.
Og Rói hevur longu vant seg við at
síggja myndir av sær sjálvum í lýsinga
bløðum, sum koma við postinum og
liggja í eitt nú Føtex og Bilka.
– Í fyrstuni bleiv eg eitt sindur
kløkkur, tá eg fór inn í Føtex, og
knappliga sá meg sjálvan á forsíðuni
á onkrum lýsingablaði. Tað var eitt
sindur pínligt, men nú haldi eg tað bara
vera stuttligt, sigur Rói, sum saman við
foreldrunum hevur búð í Aalborg sein
astu trý árini.
Slapp gjøgnum nálareygað
Modellkarrieran hjá Róa byrjaði longu
í oktober mánaði í fjør, tá hann var til
handils saman við foreldrunum í Føtex
í Aalborg. Modellstovan Little People
hevði tá eina sokallaða casting, sum er
ein upptøkuroynd, inni í handlinum, tí
tey leitaðu eftir nýggjum barnamodell
um kring alt landið.
– Meðan vit gingu inni í handlinum,
sóu vit, at onkur tók myndir av børnum.
Vit spurdu Róa, um hann vildi sleppa
upp á mynd uttan at hugsa meir um,
at hetta var eitt slag av modellkapping,
bleiv ein mynd tikin av Róa, greiðir
Ólavur W. Høgnesen frá, sum er pápi
Róa.
Tiltakið hjá Little People var í sjey
ymiskum Føtex-handlum kring Dan
mark, og í hvørjum stað skuldi ein
vinnari kjósast. Tá upptøkuroyndir,
sum tann í Føtex, eru, er ikki óvanligt,
at fleiri hundrað børn gera vart við
seg. Soleiðis var eisini í tí umfarinum,
har Rói var við, men hann megnaði at
sleppa gjøgnum nálareygað.
Fólkini í modellstovuni dámdu so
mikið væl myndina av Róa, at hann
gjørdist vinnari av Aalborg-kappingini,
og nakrar vikur seinni settu tey seg í
samband við foreldrini hjá Róa, tí tey
vóru áhugað í at skriva undir ein sátt
mála við unga føroyska drongin.
Longu í januar fekk hann ta fyrstu
uppgávuna, og síðani hava tær verið
fleiri.
– Tey siga, at hann er ein av teimum
best umtóktu modellunum, tey hava.
Tað hongur kanska saman við hansara
húðaliti, og fyritøkurnar tí halda tað
vera politiskt rætt at brúka ein sum Róa
í teirra lýsingum, heldur pápin og vísir
til brúnlittu húðina, sum Rói hevur frá
mammuni, ið er av Mauritius.
Fær djús og frukt
Tá ein fyritøka ella handil ynskir at
brúka Rói í eini lýsing venda tey sær
fyrst til Little People, sum síðani ringir
til foreldur Róa. Um tað liggur fyri hjá
teimum at fara við sonum til Aarhus,
har myndatøkurnar aloftast fara fram,
takka tey ja til tilboðið.
– Vanliga er ein fotografur til staðar,
ein sminkari, ein, sum er eitt slag av
produsara, og so er eisini ein, sum tekur
sær av Róa og vísir honum, hvat og
hvussu hann skal gera á myndunum,
greiðir Ólavur W. Høgnesen frá.
Og at standa framman fyri fleiri
fólkum, ímeðan myndatólið klikkir,
ger ikki mun hjá Róa.
– Tey siga, um eg skal smílast, fagn
ast, hoppa høgt upp, ella um eg skal
gera okkurt heilt annað. Og so royni eg
bara at gera, sum tey siga, fortelur Rói,
sum eisini fær sminku á, áðrenn sjálva
myndatøkuna.
– Tey plaga at koyra onkra varrastift
á og so eisini okkurt putur við einum
stórum pensli, sigur Rói, og vísir á, at
tað ikki er tann stuttligasti parturin av
modelllívinum.
– Tað er eitt sindur pínligt, tí tað
plaga bara gentur at brúka. Men tað
skal mann hava á, tá fotografurin skal
taka myndir ella film, greiðir Rói frá.
Ymiskt er, hvussu nógv tíð fer til
hvørja upptøku. Onkur uppgáva kann
taka ein hálvan tíma, meðan ein onnur
kann fara við einum heilum degi.
Tískil er ofta bíðitíð, tá Rói skal taka
myndir.
– So plagi eg at hava eina bók við
ella okkurt spæl. Og so fær mann eisini
djús, kakao og eisini frukt, ímeðan
mann bíðar.
Kenna vansarnar
Tá modellstovan í fjør vendi sær til for
eldur Róa, tí tey ynsktu at hava hann
sum modell í Little People, brúktu
foreldrini rúma tíð at umhugsa, um tey
skuldu taka av hesum tilboðnum.
– Vit prátaðu fleiri ferðir við fólkini
handan modellstovuna, og tey greiddu
okkum frá, hvussu hetta fór at ganga
fyri seg. Tíbetur er hann ein sáttlig typa,
sum ikki heldur um seg standa. Vit hava
tað soleiðis, at so leingi Rói sjálvur tímir
hetta og heldur tað vera stuttligt, stuðla
vit honum. Men soleiðis hevði eisini
verið, um talan var um okkurt annað
ítriv. Vit hjálpa og stuðla soninum í tí,
sum kann gleða hann. Og vit kunnu
altíð takka nei til eina uppgávu, um vit
av eini ella aðrari orsøk ikki hava hug
ella ikki kunnu vera við til uppgávuna,
sigur pápin.
Tey eru væl vitandi um, at sonurin
ferðast í einum umhvørvi, sum kann
vera torført fyri eitt níggju ára gamalt
barn.
– Vit eru altíð við honum, tá hann
skal taka myndir. Little People setir sum
so ikki nøkur krøv til, hvussu hann skal
vera ella síggja út. Eitt nú hárið, tað er
partur av hansara image, so tað fara
vit ikki at klippa uttan víðari. Annars
eru smávegis krøv, sum til dømis, at
hann ikki skal hava oyralokkar í, tá
hann kemur til eina uppgávu, greiðir
pápin frá.
Hann ivast ikki í, at tað kann koma
Róa til fyrimuns seinni, at hann hevur
verið barnamodell.
– Hann lærir at møta nýggjum
fólkum, fær stuttligar og annarleiðis
upplivingar, og so lærir hann eisini, at
tað er neyðugt at arbeiða fyri at fáa
nakað.
Skal á talentskúla
Umframt at læra onnur børn at kenna og
fáa stuttligar og annarleiðis upplivingar
í sambandi við myndatøku, fær Rói
eina samsýning, hvørja ferð hann hev
ur gjørt eina modelluppgávu.
Upphæddin er ikki stór sambært
pápanum, hóast hon er stór í verðina hjá
Róa. Samsýningin ger tó, at tey halda tað
vera vert at brúka tað mesta av einum
degi upp á eina modelluppgávu.
Og Rói leggur alla lønina, sum
hann fær fyri at vera modell, til síðis,
tí hann savnar sær pening til eitt heilt
serligt endamál. Hann ætlar sær á fót
bóltsskúlan hjá Barcelona, sum er tvær
ferðir um árið og ætlaður heilt ungum
talentum.
– Tað kostar eini 7.000 krónur pluss
flogerð, so tí leggi eg modellpengarnar
til síðis, tí eg kundi hugsað mær at
sloppið á fótbóltsskúlan um eitt ár ella
so, sigur Rói.
Men skal tann dreymurin gerast
veruleiki, skulu pengar til, og unga
talentið heldur modellarbeiðið vera ein
frálíkan máta at forvinna sær pening:
– Tað er fínt. Tað einasta eg ikki
tími, tað er, at eg skal vera modell fyri
undirbuksir. Tað geri eg ikki, sigur Rói
og flennir.
barnamodell
í Danmark
– Eg haldi, tað er ordiliga stuttligt, men tað er eisini løgið at síggja seg sjálvan
í bløðunum. Soleiðis sigur 9 ára gamli Rói W. Ólavsson, sum í løtuni er ein tann
mest eftirspurda barnamodellin hjá modellstovuni Little People í Danmark
Rói W. Ólavsson